hósdagur 24. september 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
31
Ikki við: Sørmundur Kalsø
(skaddur í økslini),
Ivasamir: Sørmundur Kalsø
og Páll A. Klettskarð
Ikki við: Hallgrím G. Hansen
(Skaddur, restina av
kappingarárinum), Frank
Poulsen (Leikbannaður)
Ivasamur: Bartal Eliasen (Baklær)
Við aftur: Ári Ó. Ellingsgaard
(Afturkomin úr DK)
Ikki við: Bárður Olsen(knæið,
ikki aftur í ár), Dion
Splidt(burturstaddur), Rógvi
Poulsen(burturstaddur)
Ivasamir: Karstin Højgaard(fipur)
Allir mans tøkir
Ikki við: Høgni Madsen(leikbann),
Búi Egilsson(leikbann)
Við aftur: Heri Kjærbo(leikbann)
Einasta tapið á heimavølli higartil í ár
var, tá ið Víkingur vann 4-2 við Løkin.
Burturúr trettan royndum við Løkin
er úttøkan níggju sigrar, tríggir javn
leikir og eitt tap, og málmunurin er so
trivaligur sum 41-12!
Tað er mangt, sum bendir á, at
heimadysturin ímóti KÍ verður tann
síðsti við Trygva Mortensen við róðrið
– í hesum umfarinum. Sunnudagin
kendist tað vera vónbrot, tá ið TB í
evstu løtu javnaði til 2-2 við Stórá.
– Síðani landsliðssteðgin hevur
neyvleikin ikki verið so stórur, sum
hann var frammanundan. Tað hev
ur gingið illa at leggja lok á, og tað
hevur kostað í hinum endanum.
Ímóti KÍ verður tað spennandi.
Sum málmunurin sigur, so eru vit
álopssinnað lið, og vit kenna tað
vera stóra gularót at stríðast fyri at
vinna silvurkrónurnar, sigur Trygvi
Mortensen.
Meistarnir skulu
vera kyniskir
B36 - AB Kári J. á Høvdanum
Sunnudagin klokkan 15.00
Hóast B36 sunnudagin tapti í Klaks
vík, so var Eyðun Klakstein, venjarin,
ikki heilt misnøgdur við avrikið.
Hann vil tó hava sínar menn at vísa
betri hugburð, tá ið AB sunnudagin
fer at vitja í Gundadali:
– Meistararnir skulu ikki tapa
tríggjar teir síðstu dystirnar í hesum
kappingarárinum. Avrikið í Klaksvík
var ikki so galið, men tað sást, at
FM heitið var tryggjað sunnudagin
frammanundan. Higartil í ár hava vit
verið kyniskir, bæði í verju og álopi, og
tað skulu vit vera aftur ímóti AB. Eg
vóni, at úrslitið í Klaksvík ber við sær,
at vit fara at síggja toppmotiveraðar
B36 spælarar ímóti AB, sigur Eyðun.
B36 hevur ikki tapt í Gundadali
higartil í ár. Úrtøkan burtur úr trettan
heimadystum er níggju sigrar og fýra
javnleikir við málmuninum 26-8!
Tað er framvegis møguleiki fyri, at
AB fer at flyta niður. Men AB venjarin
Sámal Erik Hentze vil ikki hoyra talan
um, at plássið er tryggjað, hóast tað á
heimavølli endaði 2-2 ímóti ÍF:
– Eg var vónbrotin um, at tað ikki
eydnaðist at vinna úrtøku burturúr
nógvu møguleikunum og at leggja
lok á. AB liðið er so mikið gott, at tað
hoyrir heima í bestu deildini. Vit eru
fýra stig frammanfyri FC Suðuroy, og
tað er alneyðugt hjá okkum at savna
okkum um avbjóðingina, sum bíðar í
Gundadali , sigur Sámal Erik Hentze.
AB hevur vunnið tveir av trettan
dystum á útivølli – ímóti KÍ og EB/
Streymi – og tapt fimm ferðir. Seks
ferðir er tað endað javnt, og samlaða
málmunurin er 20-22.
Tráðurin er klænur í Vági
FC Suðuroy - ÍF Eiler Rasmussen
Sunnudagin klokkan 15.00
2-2 á Argjum síðsta sunnudag ber við
sær, at ÍF sunnudagin fer um Suður
oyarfjørð við vissuni um, at tað eisini
næsta ár verður sunnudagsfótbóltur
í Fuglafirði.
Í Vági er støðan øðrvísi. Um
FC Suðuroy aftur í 2016 skal vera í
fremstu røð so er fyrsta treytin, at
úrtøkan ímóti ÍF verður trý stig. Um
tað verður nóg mikið valdast um,
hvussu tað verður hjá AB ímóti B36,
og hvussu tað fer at tørna út í síðsta
umfari.
Jákup Mikkelsen hevur mangan
spælt í Vági. Sunnudagin verður tað
fyrsta ferðin, at hann verður venjari
á Vágseiði:
– Nú er tað greitt, at ÍF eisini næsta
ár verður partur av fremstu deildini.
Tað eri eg fegin um, tí tað var fremsta
málið, tá ið eg tók við sum venjari.
Tað hevur alla tíðina verið greitt, at
mín tíð sum ÍF venjari verður bara
tað, sum er eftir av kappingini, sigur
Jákup Mikkelsen.
ÍF hevur bara vunnið einaferð á
útivølli higartil í ár – 3-2 ímóti EB/
Streymi. Sjey ferðir er tað endað
javnt, og fimm ferðir hevur ÍF einki
fingið burturúr. Samlaði málmunurin
á útivølli er 16-26.
FC Suðuroy hevur vunnið tríggjar
heimadystir. Sjey tap og tveir javn
leikir og teir tríggir sigrarnir bera
málmunin 17-26.
Jón Krosslá Poulsen í FC Suðuroy
hevur ikki heilt mist mótið:
– Sunnudagin taptu vit 3-1 í Gøtu,
og tað eru vit sera vónbrotnir av, tí
víkingarnir restaðu nógvar spælarar.
Møguleikin er framvegis fyri, at vit
skulu halda tørn um plássið, og vit
rokna við møguleikanum. Tað eig
ur at bera til at vinna á ÍF í Vági, og
vit hava áður megnað góðúrslit í
Gundadali ímóti HB, sum vit skulu
hitta í síðsta umfari. Um tað skal
eydnast hjá okkum, so skal hugburð
urin vera góður og betri, enn hann var
í 2. Hálvleiki í Gøtu, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Spæla um keisarans skegg
EB/Streymur - TB Rúni Gaardbo
Sunnudagin klokkan 15.00
Trettan ferðir er tað higartil í ár endað
javnt, tá ið TB hevur verið annar part
urin. Sunnudagin hevur TB møgu
leika at betra um hagtølini á útivølli.
Higartil hevur TB vunnið tveir
heimadystir. Annar var lykladysturin
á Vágseiði í triðja umfari, og hin var
við Margáir, har aldursforsetin vitjar
aftur sunnudagin.
Fimm útidystir eru endaðir við
javnleiki, og TB hevur tapt seks ferðir
á útivølli. Samlaði málmunurin er 14-
24.
Hjá EB/Streymi hevur vøllurin
við Margáir ikki roynst at vera tann
skansin,sum hann plagdi at vera.
2-1 sigurin ímóti Víkingi næstsíðsta
sunnudag var fyrsti sigurin á
heimavølli í landskappingini í ár.
Samlaði málmunurin eftir níggju tap
og tríggjar javnleikir er 12-42!
Eliesar Olsen og hansara menn
fara ímóti TB at siga farvæl við
sunnudagsfótbólt í fremstu røð við
Margáir – í hesum umfarinum. At TB
fram ímóti dystarenda ímóti ÍF javn
aði til 2-2 ber við sær, at TB eisini í 2016
verður í bestu deildini.
joannes@sosialurin.fo
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
25
17
6
2
55
22
+33
57
2
NSÍ
25
14
6
5
68
36
+32
48
3
Víkingur
25
13
8
4
63
33
+30
47
4
HB
25
10
10
5
39
28
+11
40
5
KÍ
25
10
8
7
43
36
+7
38
6
ÍF
25
5
12
8
41
48
-7
27
7
TB
25
4
13
8
34
43
-9
25
8
AB
25
4
11
10
32
39
-7
23
9
FC Suðuroy
25
5
4
16
34
64
-30
19
10 EB/Streymur
25
2
4
19
24
84
-60
10