Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 32 O nglendingar, menninir, verða neyvan aftur heims­meistarar í fótbólti. Men onglendingar eru og hava verið heimsmeistarar í humori, skemti og satiru øll árini. Ein av nógvum frálíkum skemti­ røðum í enskum sjónvarpi kallast Little (ikki Great) Britain. Í einum parti koma eini eldri hjún inn í eina ferða­ skriv­stovu at keypa sær eina uttanlandsferð fyri saman­sparda avlopið av fólka­pen­sjón­ini. Ferðin, tey høvdu ætlað sær suður í sól­ ina, er tíverri útseld – fáa tey at vita. Er so onkur onnur ferð, tey kunnu keypa? Kvinnan innan fyri diskin (David Williams sum ikki einaferð í kjóla) nertir við ein knapp, helst delete, á knappa­borðinum og svarar so, hvørja ferð, tey spyrja um eina ferð: »computer says nooooooo.« Tey fáa onga ferð, tí teldan vil ikki, sum tey vilja. Teldan ræður. Tá okkurt ikki riggar, sama hvat tað er, fær teldan altíð skyldina: teldan vil ikki, sum vit vilja, og tí ber einki til. Hvørja ferð, eg hoyri hasa um­ber­ ingina, hugsi eg um hin góða julidagin í 1969, tá tað eydnaðist at fáa menn í land á mán­anum og heim aftur á góðu, gomlu jørðina í øllum góðum. Tá vóru ikki so nógvar teldur. Men tá vóru menn­iskja­heilar, sum roknaðu alt og løgdu til rættis. Tøkniliga bragdið fyri 46 árum síðani er stórt og fram­vegis so óskilj­ andi, at hatta konspirasjóns­ástøðið um, at fólk, menn, ongantíð vóru á mán­anum, er ikki so løgið kortini. Hatta í 1969 er bara ótrúligt. Í dag hevði ikki borið til at sent fólk m/k upp á mánan. Tí nú høvdu teldurnar skula lagt til rættis slíka ferð og stýrt henni. Og tað hevði ikki borið til. Tað høvdu teldur ikki megnað. Rúmdarfarið hevði farið langt fram við mánanum. Men skuldi tað kortini lukkast at raka mánan, tí teldan ikki hevði timburmenn júst tann dagin, hevði ikki borið til at fingið fólkini heimaftur. Computer says noooooooooo. Tað bar til í 1969, tí tá høvdu vit ikki latið teldunum alla ábyrgd og alt ræði og alla stýring. Teldan vil ikki, sum vit vilja. Menniskjan skapti telduna, ikki Gud, men ikki í sínari mynd, tí so riggaði teldan betur enn ho..............betur enn hon ger (har frysti teldan, ikki fyrstu ferð, eina løtu, tað er skjótari at skriva við skrivimaskinu.) Skulu fólk aftur upp á mánan, hvat skulu tey annars hagar til? Skulu fólk aftur niðan á mánan og oman aftur, má tað gerast, meðan vit enn hava fólk, sum duga at rokna og leggja til rættis og gera ferðaætlanir í høvdinum, uttan teldu. Tá tann seinasti doyr, sum dugur uttan teldu, vendist ikki aftur. So vóna vit bara, at computer ikki bara says nooooooooo, men eisini yeeeeeeeeeees viðhvørt. Óhugnaligt við hasum teldunum annars, Big Sister. Fólk ræðast so illa avlurtingar. Eg veit bara tað, at Føroya Tele altíð veit, hvar eg eri. Í mesta lagi fimm minuttir í øðrum landi, so ljóðar í lumm­anum. SMSboð: vælkomin til Danmarkar, vælkomin til Fraklands ella hvar tú reikar júst nú. Computer says nooooooooo Barbara á Tjaldrafløtti Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Yrki: Dagligur leiðari á Stjórnarskrivstovuni & Marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagi Føroya Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Reklamuteknari, sum tað nevndist tá, ella innandura arkitekt. Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? – At kvinnur virðismeta, tá maðurin er við til at taka sær av børnunum og tekur sín part av húsliga arbeiðinum. Hvat áttu børn at vita um tað at verða vaksin? – Onki ávíst. Vitanin hjá børnum um at verða vaksin skal koma gjøgnum uppalingina, sum foreldrini í fyrsta lagi standa fyri. Tað haldi eg er tann natúrligi mátin. Børn eru sera góðir eygleiðarar og gera sær sínar egnu niðurstøður um tað at vera vaksin. Avbjóðingin hjá teim vaksnu er at vera fyrimyndarlig. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Keypti eina ferð til Cambodia. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg... ...keypt og rikið eitt lítið gistingarhús á onkrari oyggj í Indonesia, har eg og maðurin kundu búð vetrarhálvuna, og børn og vinir komu á vitjan. Fyri vinningin hevði eg fari í gongd við íløguvirksemi. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um øll lond høvdu fólkaræði, so vænti eg, at heimurin hevði verið eitt betri stað at liva hjá teim flestu. Eg haldi, at fólkaræði má vera trygd fyri at minka um eitt nú fanatismu og fátækradømi. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Eg var til eina framúr góða útgávukonsert hjá Mpiri í summar, har eg var púrasta bergtikin og ovfarin. Tað seinasta, tú hevur lært er, at... ...góð marknaðarføring kann flyta fjøll. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at... ...mín »kondi« burdi verið betri. Føroyingar áttu at... ...bygt sethús og leiguíbúðir í hópatal, soleiðis at tað var eitt spæl at seta búgv í Føroyum og at skifta bústað. baksíðan