hósdagur 24. september 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
2
6
Vinnuframi
Føroyskir íleggjarar
mangla dirvi
Tað er stórur mangul á váðafúsum kapitali í føroysku vinnuni. Føroyskir íleggjarir
eru ov varnir, tá tað kemur til at stuðla íverksetarum, sigur Regin W. Dalsgarð
Gunnar farin frá
P/F Eik Banki hevur fingið nýggjan næst
formann. Gunnar í Liða, sum hevur verið
næstformaður, er farin frá. Innkomin í hansara
stað er Jákup Egholm Hansen.
Í nevndini í Eika Banka sita nú:
Torben Henning Nielsen, Haslev Danmark,
nevndarformaður
Jákup Egholm Hansen, Tórshavn,
næstformaður
Ben Arabo, á Oyrareingjum, nevndarlimur
Jørn Astrup Hansen, København,
nevndarlimur
Marion Sofie á Lakjuni, Klaksvík,
nevndarlimur
Gunnar í Liða, Noregi, nevndarlimur
Margareth Hermansdóttir Dalheim Djurhuus,
Syðrugøta, starvsfólkavalt umboð
Magnus Emil Poulsen, Tórshavn,
starvsfólkavalt umboð
Kristian Østergaard, Tórshavn, starvsfólkavalt
umboð
Forstjóri er Súni Schwartz Jacobsen, Argir
Nevna vinnuna
55 ferðir
Orðið »vinna« er nevnt 55 ferðir í nýggja
samgonguskjalinum og fylgiskjalinum millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Samgonguskjalið fyllir sjey síður og fylgi
skjalið átta síður. Tilsaman er talan um 4.465,
525 linur og 191 reglubrot, har altso orðið
»vinna« í ymsum samanhangum er nevnt 55
ferðir.
Danjal av Rana
Regin W. Dalsgarð er formaður í nevndini
fyri Vinnuframa, sum skipaði fyri Creative
Business Cup í Føroyum. Hann sigur, at í
Vinnuframa eru tey sera væl nøgd við tiltakið
í ár.
– Hetta er fyrstu ferð, vit skipa fyri Creative
Business Cup í Føroyum. Føroysk umboð
hava luttikið í altjóða finaluni fyrr, men tá
hevur eingin undankapping verið, sigur hann.
Hann greiðir frá, at Creative Business
Cup er eitt slag av heimsmeistara
kapping fyri kreativ virki, sum hava
marknaðarpotentiali.
– Í ár valdu vit at bjóða Hugskotinum
í Tórshavn og Íverksetarahúsinum í
Klaksvík at senda teirra bestu virki til
kappingina, og tað eydnaðist stak væl,
sigur hann.
10 ymisk virki luttóku og ein stutt
lýsing av hvørjari er at lesa aðra staðni á
síðuni. Regin W. Dalsgarð heldur at kappingin
vísti, at føroyskir íverksetarar eru væl við.
– Sjálvandi eru nøkur virki meiri búgvin
enn onnur. Munurin á luttakarunum í ár var
eisini stórur, har vóru heilt nýbyrjað virki, virki
í vóru um at koma á marknaðin og eisini virki,
sum hava verið á marknaðinum í longri tíð og
onkur teirra hava vunnið líknandi kappingar
aðrastaðni, sigur hann.
Korini hjá íverksetarum at koma í gongd
eru batnaði nógv seinastu árini. Hugskotið í
Tórshavn og Íverksetarahúsið í Klaksvík veita
holla vegleiðing í at taka fyrstu fetini, umframt
at Vinnuframi kann stuðla ávísum verk
ætlanum. Trupulleikin er tó, tá virkini skulu
vaksa seg størri og taka stigið út á marknaðin.
Tá manglar ofta váðafúsur kapitalur, heldur
Regin W. Dalsgarð.
– Eg haldi, tað liggur væl fyri hjá virkjum
at koma í gongd, men tá tíðin er komin at
víðka um virksemi manglar ofta váðafúsur
kapitalur. Føroyskir íleggjarar, serliga teir,
sum í veruleikanum hava til endamáls at
seta pening í slíkar vinnur, hava ikki dirvi at
stuðla íverksetarum, sigur Regin W. Dalsgarð,
sum heldur, at fleiri av luttakandi virkjunum í
Creative Business Cup Føroyar, kundu fingið
stuðul úr almennum og privatum grunnum í
Danmark.
– Trupulleikin er kanska, at teir bíða eftir
tí fyrstu sólskinssøguni. Privatir íleggjarar,
sum onkrir av reiðarum okkara, hava tó víst
stórt dirvi og stuðla nýggju virkjunum væl,
men grunnar sum Framtak, Royndin og TF
Holding av ymsum ávum halda seg aftur. Tó
so, er hugskotið gott, so fært tú eisini kapital,
sigur hann.
Regin W. Dalsgarð heldur, at íverksetara
hugurin í Føroyum er vorðin betri seinastu
árini. Í øðrum londum er tað ofta so, at tá
fíggjarkreppur raka, gerast fleiri íverksetarar,
men hetta mynstrið síggja tey ikki í Føroyum.
– Undir kreppuni fall talið á íverksetarum
nakað, men í fjør settu vit met og aftur í ár fara
vit at seta met í talið av umsóknum um stuðul
úr Vinnuframa, sigur hann.
Stuðulin, Vinnuframi veitir, er fyrst
og fremst til menning av virkjum og
vørum, men seinnu tíðina er grunnurin
farin at leggja størri dent á at veita
stuðul til at luttaka á sølumessum
uttanlands.
– Vit royna at fáa virkini út at selja,
og ikki bara sita heima og menna
vøruna. Tað er, tá tú skalt selja vøruna,
at tú veruliga sær, hvussu ítøkiligur áhugin
fyri vøruni er.
Vinnuframi hevur eina árliga játtan á
fíggjarlógini á 3,1 millión, men Regin W.
Dalsgarð dylir ikki fyri, at játtanin skuldi verið
hægri.
– Vit fáa umsóknir inn fyri mangt slíkt og
mugu tíverri ásanna, at tað eru góð hugskot,
ið aldrin gerast veruleiki, tí at vit ikki kunnu
stuðla.
Meir um Creative Business Cup á síðu 12-13
Gunnar í Líða er farin frá sum
næstformaður í Eik
Nýggja samgongan nevnir orðið »Vinna«
55 ferðir samgonguskjalinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Útgevari: Sosialurin
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
lysing@sosialurin.fo
tel. 231826
Snið og layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen o.o
Vit royna at fáa
virkini út at selja
Regin W. Dalsgarð, formaður í nevndini fyri Vinnuframa. Savnsmynd