hósdagur 24. september 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
4
6
Árni Gregersen
Ongin hevur nakrantíð ivast í, at orkan
hjá nýggja landsstýrismanninum við
vinnumálum, Poul Michelsen, er stór.
Ferð eftir ferð hevur hann víst,
at skal okkurt fáast frá hondini, so
er hann ikki bangin fyri at ganga á
odda.
Soleiðis heldur ikki, nú formaðurin
í Framsókn fyri fyrstu ferð hevur
sett seg í ein landsstýrissess. Hann
hevur luttikið í landspolitikki síðani
miðskeiðis í áttati-árunum, men
hetta er fyrstu ferð hann stendur á
odda fyri fyrisitingini í einum lands
stýrismálaráð.
At tað júst vóru handil, vinna
og uttanríkismál, sum fullu
í hansara lut, kemur heldur
ikki so illa við. Alt sítt lív hevur
hann fingist við handil, og í
sínum politiska virki hevur
hann havt stóran áhuga og
brent fyri at Føroyar fáa ein
sjálvstøðugan og heilan lut í
uttanríkispolitikkinum.
– Vit mugu arbeiða fyri, at
kappingin kemur í monopolini,
sum vit hava, sigur Poul
Michelsen nú í sambandi við, at hann
skal seta vinnudagin.
– Tað vil siga, at vit eiga at
syrgja fyri, at tað privata fær sín
part av almenna búskapinum, sum
í veruleikanum er millum 70 og 80
prosent av samlaða føroyska bú
skapinum. Hetta vil ikki siga, at vit
skulu avtaka allar almennar stovnar,
men vit eiga at syrgja fyri, at privatu
fyritøkurnar fáa sín part av hesum
búskapinum.
Hann heldur ikki, at tað er bein
leiðis skeivt, at tað almenna rekur
fleiri fyritøkur og stovnar, men hann
heldur hinvegin, at vit javnan eiga
at eftirmeta hesar tænastur, so vit
tryggja okkum, at sum mest fæst
fyri hvørja krónu.
Hesar eftirmetingar koma kanska
til ta niðurstøðu, at partar av virksem
inum hjá hesum fyritøkum og stovn
um skulu veitast út, so mest møgu
ligt fæst burtur úr.
– Vit hava sæð fleiri dømir um, at
ikki fyrr enn kapping kemur í, henda
broytignarnar. Á fjarskiftisøkinum
broyttist nógv, tá ið Kall (nú Voda
fone) tók kappingina upp við Tele
fonverkið, og tað sama hendi, tá
ið Røkt fór at arbeiða við vindorku.
Tað fekk SEV at flyta seg, sigur Poul
Michelsen.
Hoyvíkssáttmálin
Føroyar hava gjørt ein handilssátt
mála við Ísland, sum í vanligari talu
verður kallaður Hoyvíkssáttmálin.
Í fleiri ár hava føroyskar fyritøkur
sagt, at hesin sáttmáli als ikki gagnar
teimum.
– Tí mugu vit eisini eftirmeta
hendan sáttmálan. Er hann gjørdur
soleiðis, at hann als ikki gagnar før
oysku fyritøkunum, men bara teim
um íslendsku, so má hann gerast
av nýggjum, so javnvág fæst í hann,
sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at vit sum heild
mugu hyggja eftir, um vit duga nóg
væl at verja føroyskar fyritøkur og
føroyska arbeiðsmegi, tá ið vit gera
størri arbeiðir, sum nú undirsjóvar
tunnlar og annað.
Poul Michelsen ynskir at finna
fram til, hvat tað er sum ger, at vit við
hvørt seta føroyskar fyritøkur aftur
um aðrar.
– Tað kann síggja út, sum okkara
undirbrotligheit er orsøkin til, at vit
ikki velja føroysku loysnirnar heldur
enn tær útlendsku, sigur hann.
Heimaídnaðurin
Eitt annað mál, sum liggur framma
laga, er heimaídnaðurin.
Seinastu mongu árini hevur hesin
ídnaðurin ikki klárað seg serliga væl.
Ein orsøk er, at smáar fyritøkur illa
orka at uppfylla øll tey krøv, sum
verða sett til størri fyritøkur, sum
eisini útflyta vørur.
– Tí mugu vit hyggja at, og vit
mugu duga at brúka sunna fornuft,
so vit ikki tyngja hesar smærru fyri
tøkur við alt ov stórum og tungum
fyrisitingarligum byrðum. Vit mugu
royna og duga at skilja ímillum tað,
sum skal lúka altjóða treytir og so
tað, sum vit sjálvi brúka, heldur hann.
Øl og brennivín
Eitt annað mál, sum Poul Michelsen
og Framsókn hava víst áhuga, er at
fáa øl og vín til sølu í vanligu handl
unum í Føroyum.
Uppskotið var felt í Løgtinginum,
men hann heldur framvegis, at væl
ber til at gera broytingar í rúsdrekka
lógini, sjálvt um tær ikki eru so víð
gongdar.
– Tá ið uppskotið var felt, lat Rús
an ein handil upp afturat við Streym
in. Tað er sjálvandi eitt framstig, men
eisini aðrar broytingar eiga at gerast,
sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at tann nýggja mat
mentanin, sum hevur tikið seg upp,
eisini er komin til Føroyar.
Í hesi mentan er vín ein stórur
partur. Tá ið fólk eta serligan mat
er vanligt í øðrum londum, at tey
drekka serligt vín afturvið.
Í Føroyum eru hesir møguleikar
eitt sindur skerdir, tí tað vín, sum
kann keypast í Føroyum – bæði hjá
privatum og matstovuvinnuni – kann
bert bíleggjast og keypast í Rúsuni.
– Hetta kundi eg hugsað mær,
at vit broyttu, so matstovur og gist
ingarhús sjálvi sleppa at bíleggja tað
vín, tey sjálvi ynskja. Men hetta fara
vit so eisini at hyggja uppá,
sigur hann.
Rúsan hevur eina torføra
uppgávu. Hon skal leggja
forðingar, so vit ikki drekka so
nógv, men samstundis skal
hon hava avlop og senda yvir
skotið aftur í landskassan.
Poul Michelsen nevnir eis
ini, at nakað tað sama ger seg
galdandi í føroyska apoteksverk
inum. Tað er ein monopolstovnur,
sum ger tað torført hjá føroyingum
at koma framat heilivági.
Eitt mál, sum hann eisini fer at
hyggja uppá.
Ferðavinnan
Ferðavinnan er ein partur av máls
økjunum, sum landsstýrismaðurin
umsitur.
Ferðavinnan er skipað í Visit
Faroe Islands, og landsstýrismaðurin
heldur, at júst tann stovnurin arbeiðir
sera væl. Júst nú er Travel Mart í Før
oyum, har eini 300 fólk luttaka.
Kortini vóru Poul Michelsen og
Framsókn atfinningarsom, tá ið lógin
um ferðavinnuna var fyri í tinginum.
Nýggi vinnumálaráðharrin
Mugu skapa
kapping
í almenna
monopolinum
Sum handilsmaður í meira enn ein mansaldur heldur
Poul Michelsen, at hann er komin á røttu hillina, nú
hann er landsstýrismaður við vinnu og handli
Vit mugu royna og duga at skilja
ímillum tað, sum skal lúka altjóða
treytir og so tað, sum vit sjálvi brúka
– Vit mugu arbeiða fyri, at kappingin kemur í monopolini
sum vit hava, sigur Poul Michelsen. Mynd: Álvur Haraldsen