hósdagur 24. september 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
5
6
Persónligu upplýsingarnar um føroyingar, sum peninga
stovnarnir fluttu av landinum, eiga at koma heimaftur,
heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum
Flokkurin fanst at, at privata vinnan
kemur við ov lítið av pengum til Visit
Faroe Islands, men hinvegin er stór
ur partur av leiðsluni í felagnum.
– Eg haldi privata vinnan eigur at
koma við eitt sindur meira enn hon
ger. Tað er ov nemt, tá ið privati part
urin bert er við til at deila og brúka
almennu pengarnar, sigur hann.
Uttanríkismál
Poul Michelsen hevur fingið uttan
ríkismál at umsita. Fyrr vóru uttan
ríkismál undir løgmansskrivstovuni,
men nú eru tey saman við vinnu
málum.
– Størsta avbjóðingin á hesum
øki er at fáa so nógvar marknaðar
forðingar burtur, sum yvirhøvur ber
til, sigur landsstýrismaðurin.
Í orðaskifti hevur fleiri ferðir verið
nevnt, at tað er umráðandi, at Føroy
ar fáa eina góða avtalu við ES. Tað
heldur Poul Michelsen eisini, men
hann leggur eisini dent á, at vit eiga
at gera handilssáttmálar við mong
onnur lond.
– Hava vit ikki limaskap í handils
samgongum, so mugu vit royna at
tryggja okkum so góða atgongd
til amrknaðirnar sum til ber, gjøgn
um neyvt samstarv, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður við
vinnumálum.
Tað eru farin nøkur ár síðani før
oysku peningastovnarnir meira
ella minni niðurlaðaðu Elektron og
lótu stóran part av virkseminum
hjá fyritøkuni fara av landinum.
Millum tær upplýsingar, sum
fóru til Danmarkar, vóru so at siga
allar persónligar og fíggjarligar
upplýsingar um føroyska borgaran
og føroyska samfelagið.
Hetta hóvar ikki nýggja lands
stýrismanninum við vinnumálum,
Poul Michelsen.
Saman við Høgna Hoydal,
Tjóðveldi, hevur hann stríðst fyri
at fáa hesr tænastur heimaftur til
Føroyar. Bæði tí at tað skapar há
tøknilig arbeiðspláss í Føroyum,
men so sanniliga eisini tí slíkar
upplýsingar eiga at verða goymdar
í Føroyum.
Síðani málið seinast var í
Løgtinginum hevur formaðurin í
Framsókn ikki broytt meining:
– Eg vil leggja alla orku í at fáa
hesa skipan heimaftur til Føroyar.
Hetta er ein so týdningarmikil
partur av samfelagnum, at hesar
upplýsingarnar eiga at vera í Før
oyum, sigur Poul Michelsen.
Tá ið uppskotini hava verið til
viðgerðar í Løgtinginum hava pen
ingastovnarnir verið kallaðir inn til
hoyringar. Teir hava sagt, at tað fer
at kosta ómetaliga nógv at flyta
upplýsingarnar og tær tænastur
sum mugu fylgja við, heimaftur til
Føroya.
– Eg má bara siga sum er: eg
trúgvi ikki upp á tey tølini, sum
peningastovnarnir hava borið fram
í tinginum, sigur Poul Michelsen.
Eg trúgvi ikki tølunum
hjá peningastovnunum
Hetta er so týdningarmikil
partur av samfelagnum,
at hesar upplýsingarnar
eiga at vera í Føroyum
Poul Michelsen, 71 ár
■ landsstýrismaður við vinnu, handli og uttanríkismálum
■ løgtingsmaður síðani 1984- 1990 og aftur frá 2002
■ borgarstjóri í Havn 1981-1992
■ finskur konsul
■ hevur fyritøkuna PM og aðrar fyritøkur
■ stovnaði Framsókn undan valinum í 2011
(áður partur av Fólkaflokkinum)