Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 6 6 Vinnudagur Vinnan hevur tað gott hóast onkrir av geirunum halta Vinnudagurin verður hildin í ljósinum av framgongd hjá flestu vinnufyritøkum í Føroyum Hugburður og tilvitan skulu geva arbeiðspláss Katrin Petersen er ein av trimum, sum situr við pallborðið, har kjakast verður um nýggj ar­beiðs­pláss. Millum tey flestu er semja um, at skal trivnaður vera í einum samfelagm, so er neyðugt, at nóg mikið er at gera hjá flestu hondum. Í Føroyum er arbeiðsloysið í løtuni sera lágt, men kortini verður alla tíðina hugt eftir, hvussu vit kunnu skapa fleiri arbeiðspláss – eisini meðan vit eru rakt av lægri konkunkturum enn teimum vit hava nú Á vinnudegnum verður kjak um hvussu vit kunnu skapa 1000 nýggj arbeiðspláss í Føroyum. Við pallborðið situr stjórin í Articon, Jón Sigurdson, stjórin á Vaðhorn, Jógvan Gregersen og verkætlanarleiðarin fyri vakstrar­ætlanini á Sandi katrin Petersen. – Eg fari sjálvandi at vísa á, at vit kunnu gera nógv meira á tí økinum, sum eg arbeiði við – nevniliga landbúnaðinum, sigur hon. Hon vísir á, at føroyingar í dag keypa nógv meira vistfrøðiligt. Tað sæst í teimum stóru handlunum í Føroyum. – Tað vil siga, at eisini føroyski brúkarin er munandi meira tilvitaður um, hvat tað er hann keypir, sum skal brúkast sum amtur og til amtgerð, sigur Katrin Petersen. Gera meira sjálvi Katrin Petersen ivast ikki í, at tað hevði givið nógv nýggj arbeiðspláss afturat um vit settu okkum mál fyri, hvussu nógv vit sjálvi skulu framleiða av grønmeti og øðrum. Hon vísir á, at sjálvt um vit taka allar tær smáu privatu eplavelturnar við, so framleiða vit bert 20 prosent av teimum eplum, sum vit eta í Føroyum. – Trendurin allastaðni er, at brúkarin vil vita, hvagani tað sum hann keypir, kemur og hann vil vita, at tað er gjørt á ein skilagóðan og burðardyggan hátt – at ikki ov nógv er brúkt av sproytuevnum og øðrum til ta vøru, sum hann keypir, sigur katrin petersen Í Noredg hevur norski ráðharrin við amt­ vørum sett eitt mál fyri, hvussu nógv av matvørunum í Noregi skulu framleiðast lokalt og í Danmark hava tey eitt tiltak, sum kallast »Regional Madkultur«. – Eg sigi ikki, at tað almenna skal blandast uppí alt, men tað hevði verið gott um almennu myndugleikarnir settu mál og eggjaðu til, at vit framleiða meira av føroyskum amtvørum enn vit gera, sigur Katrin Petersen. Á vinnudegnum fer hon fyrst og fremst at viðgera hetta við lokalari matvøruframleiðslu. – Ikki tí eg haldi tað skals kapa 1000 ar­ beiðs­pláss, men tað eigur at verða eitt sitg á vegnum til tey 1000 arbeiðsplássini, sigur hon. Árni Gregersen Tað var ein ordiligur niðurtúrur, føroyska vinn­ an fekk, tá ið búskaparkreppan brast á og rakti føroyska samfelagið. Nú er kreppan av, og tað gongur framá hjá vinnuni sum heild. Tað hevur tað eisini gjørt seinastu tvey-trý árini, men uppgongdin kom spakuliga. Hevði onkur væntað, at uppgongdin fór at koma sum eitt skot, so vóru tey skuffaði. Tað tók sína tíð at venda búskapargongdini, og tá ið tað endiliga hendi, gekk tað spakuliga. Men nú er ferð á, hóast vit enn ikki eru komin á sama støðið, sum vinnan var á á vári 2008. – Tað manglar nakað enn, men hjá okkum er tað heldur ikki nakað mál at koma á tað støðið, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, nú vinnudagurin aftur er. Meðan búskaparkreppan herjaði, so minkaði búskapurin hjá vinnuni yvirhøvur, eini 20-30 prosent. Tíbetur lyfti uppsjóvarvinnan og alivinnan hetta uppeftir, tí nógvur fiskur hevur verið at fáa, og aliprísirnir eru høgir. Alivinnan og fiskivinnan eru á odda, tá ið tað snýr seg um at keypa veitingar frá aðrari vinnu í Føroyum. Ringu tíðirnar gjørdu, at nógvar aðrar vinnur skóru niður, og tað gjørdu al­mennir stovnar eisini. Keyp av vørum og tæn­astum frá privatu vinnuni lækkaðu nógv. – Hesin parturin er ikki komin upp á sama støðið enn, men búskaparfrøðignar siga ann­ ars generelt, at verður spart upp á viðlíka­hald og endurnýggjan av amboðum og øðrum í eina tíð, so skal hetta gerast seinni, so vinnan fær peningin kortini, sigur Marita Rasmussen. Hon leggur tó afturat, at hetta ikki er hent í Føroyum enn. Føroyskar fyritøkur og stovnar hava spart á hesum økjum, men tey hava eisini funnið nýggjar loysnir, sum eru bíligari. So vinnan fær ikki allan pen­ ingin aftur. Tørvur á arbeiðsfólki Mangan verður tosað um, hvørji tekin eru at síggja, tá ið ferð er aftur á bú­ skap­inum. Í Føroyum síggja vit ofta, at tá ið tørvur byrjar at vera á arbeiðsfólki, so vil tað siga, at nógv er at gera og at búskapurin er heitur. – Tað eru krotini nøkur viðurskifti, sum ávirka hetta nú. Nógvir handverkarar hava sein­astu árini arbeitt í Noregi. Tað sæst so á før­oyska arbeiðsmarknaðinum, tá ið nógv aftur er at gera, sigur Marita Rasmussen. – Gongdini í oljuvinnuni nú og lágu olju­ prísirnir gera, at norsku oljufeløgini eru farin at spara. Tað er ikki eins nogv at gera, og summir føroyskir handverkarar eru sendir heim­aftur. Hetta hevur tó enn ikki gjørt lága arbeiðs­loysið í Føroyum størri, staðfestir Marita Rasmussen. Arbeiðsloysið í Føroyum er á leið trý prosent. Tað vil siga, at undir 600 fólk fáa pening úr Als. Búskaparfrøðin roknar vanliga við, at tá ið arbeiðsloysið er undir fimm prosent, so verður tað mett, sum um onki arbeiðsloysi er. – Í løtuni er tað soleiðis, at hjá summum vinnum stendur veruliga á at fáa fólk, tí tey fólkini, sum tørvur er á, eru ikki at finna millum tey arbeiðsleysu, sigur Marita Rasmussen. Minni umsiting Í grannalondum okkara hevur vinnan og vinnu­feløgini sett fokus á at lætta um um­sit­ ingar­liga hjá vinnuni. Stjórnirnar í bæði Noreg og Danmark eru eisini tilvitaðar um, at umsitingarligu byrð­ar­ nar hjá vinnulívinum eru ov tungar. Tí eru í báðum londunum settar arbeiðs­ nevndir, sum skulu royna at finna nýggjar leiðir, so sleppast kann undan einum parti av hesum umsitingararbeiði. – Hetta er sjálvandi ein trupulleiki, men eg má siga, at vit eru ikki so hart rakt í Føroyum, sum vinnan er í okkara grannalondum. Kortini eru tað viðurskifti, sum vit kunnu betra, sigur Martia Rasmussen. Ein partur av tí umsiting og tí doku­ menta­tión, sum krevst av okkara vinnu, eru krøv, sum koma frá okkara útlendsku marknaðum. – Helst er tað, at lagt verður upp til stór­ar og umfatandi skipanir orsøkin til, at tað virk­ar so tungt hjá okkara vinnu. Í fleiri førum er tað soleiðis, at ES-lógir og reglur eru grundarlagið undir skipanunum og tað kann virka tungt umsitingarliga, sigur Marita Rasmussen. post@sosialurin.fo – Eg fari sjálvandi at vísa á, at vit kunnu gera nógv meira á tí økinum, sum eg arbeiði við – nevniliga landbúnaðinum, sigur Katrin Petersen. Savnsmynd – Tað manglar nakað enn, men hjá okkum er tað heldur ikki nakað mál at koma á tað støðið, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen. Savnsmynd Hjá summum vinnum stendur veruliga á at fáa fólk