hósdagur 24. september 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
8
6
Vinnudagurin skal seta fokus
á góðu og sterku fyritøkurnar
Vinnudagurin hevur til endamáls at inspirera og seta fokus á tær
góðu søgurnar og tær góðu fyritøkurnar í vinnulívinum
Árni Gregersen
Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðs
gevarafelag standa aftanfyri vinnu
dagin, sum seinastu mongu árini
hevur verið ein afturvendandi dagur,
har vinnan savnast.
Upprunaliga var ætlanin sýna
fram tað, sum av álvara gongur væl
hjá føroysku vinnuni og á tann hátt
eisini menna tann góða hugburðin í
vinnuni.
Og hetta er framvegis høvuðs
endamálið, umframt at hetta er ein
dagur har vinnan savnast og tosar
saman tvørtur um vanlig mørk. Her
hittast vinnulívsfólk til samveru og til
at hoyra nýtt úr vinnuni og hvat er á
breddanum í vinnuni í øðrum lond
um enn Føroyum.
– Vit hava viðhvørt valt at hava
tema, har vit hava lýst ávís evnir við
fyrilestrum og kjaki, men hvørki í fjør
ella í ár gera vit tað. Nú taka vit meira
evnir fram, sum vit halda eru uppi í
tíðini og sum hava áhuga hjá vinnuni
beint nú, sigur Joan Gardar, sum er
høvuðsfyriskipari av vinnudegnum
í ár.
Skráin
Føroyar verða ofta mettar saman
við Noreg og tí hevur gongd
in í norskum vinnulívi stóran
áhuga í Føroyum.
Men í nógv ár hevur olju
ídnaðurin fylt so ómetaliga
nógv í norska samfelagnum.
So at siga allir undirveitarar
hava verið við til at veita til
oljuídnaðin, sum hevur hildið
gongd í stórum parti av norska
vinnulívinum.
Nú skerja oljufeløgini virk
semi og tað er farið at ganga
útyvir restina av norska vinnu
lívinum. Tí verður nógv gjørt
við at tosa um, hvussu vinnu
lívið skal fóta sær, nú inntøkur
nar frá oljuvinnuni minkað.
Kristin Skogen Lund frá Norska
Arbeiðsgevarafelagnum fer tí at
halda ein fyrilestur um, hvussu tað
ber til at flyta seg frá at vera eitt
oljuland og til eitt samfelag, sum
noyðist at umstilla seg til ein annan
veruleika.
– Hetta er eitt evni, sum er sera
viðkomandi hjá okkum, tí føroyskt
vinnulív hevur ofta havt fyri neyðini
at umstilla seg til nýggjar veruleikar,
sigur Joan Gardar.
Í løtuni hava nógvar føroyskar
fyritøkur lagt um og aðrar eru í ferð
við at gera tað.
Nógvar
fyritøkur
eru
lagdar
saman og aðrar eru vorðnar størri.
Tað ger, at smærru fyritøkurnar, sum
vanliga eru undirveitarar, hava
færri, men størri fyritøkur at
veita til.
Arbeiðspláss og
fleiri fyritøkur
Sjálvt um sjálvur vinnudagurin
ikki hevur nakað tema í ár,
so verður tó tosað nógv um,
hvussu vit kunnu skapa fleiri
føroyskar fyritøkur og hvussu
vit kunnu skapa fleiri arbeiðs
pláss í Føroyum.
Rúnar Reistrup, sum er
stjóri í Depop, fer at tosa um,
hvussu vit kunnu fáa fleiri
vakstrarfyritøkur í Føroyum.
Depop er ein fyritøka, sum
hevur ment eitt forrit til fartelefonir,
har til ber at selja og keypa uppá ein
øðrvísi máta.
Íverksetaraandi er grundarlagið
undir fyritøkuni, sum er serliga virkin
í Stóra Bretlandi, men eisini í USA.
Eitt annað stórt evni, sum verður
tikið upp á vinnudegnum er, hvussu
vit megna at skapa 1000 nýggj ar
beiðspláss afturat í Føroyum.
Í einum pallborði skulu Jón
Sigurdson, stjóri í byggifyritøk
uni Articon, Katrin Petersen, verk
ætlanarleiðari fyri vakstrarætlanina á
Sandi og Jógvan Gregersen, stjóri á
Vaðhorn á Strondum, koma við boð
um uppá, hvussu hetta kann gerast.
Jesper Bo Jensen, framtíðar
granskari, fer eisini í einum fyrilestri
at tekna eina mynd av, hvussu hann
sær Føroyar um 10 ár – altso í 2025.
Hann fer at lýsa, hvussu hann sær
arbeiðsmarknaðin og arbeiðslívið hjá
føroyingum um 10 ár.
– Við at spotta tað sum hendir
aðrastaðni, so eigur hetta at gera
okkara vinnu meira fyrireikaða til at
taka tær avbjóðingar, sum vit vita, vit
eisini fáa her í Føroyum, sigur Joan
Gardar.
post@sosialurin.fo
– Hetta er eitt evni, sum er sera
viðkomandi hjá okkum, tí føroyskt
vinnulív hevur ofta havt fyri
neyðini at umstilla seg til nýggjar
veruleikar, sigur Joan Gardar.
Vit taka evnir
fram, sum
vit halda
hevur áhuga
hjá vinnuni
beint nú