týsdagur 3. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 144 - 3. august 2004
Nr. 144 - 3. august 2004
3
– Við einum góðum,
skjóttgangandi skipi,
kundi fiskur verið
fluttur á Meginlandið
úr Vági til Scrabster
upp á 15 tímar, held-
ur Vinnuráðið fyri
Suðuroyar sunnaru
helvt, sum hevur
gjørt eitt uppskot um,
hvussu feskur fiskur
sjóvegis kann flytast
úr Føroyum á markn-
aðin á Meginlandin-
um
FISKAÚTFLUTNINGUR
Vinnuráðið fyri Suðuroyar
sunnaru helvt
Vísandi til stóru umrøðuna
seinastu tíðina um útflutn-
ing av ferskum fiski og
fiskaúrdráttum, og trupul-
leikunum við flutningi av
somu, vilja vit her koma
við uppskoti hesum við-
víkjandi.
Fersk vøra eigur sjálvsagt
at verða marknaðinum í
hendi skjótast til ber, og
merkir hetta í flestu førum,
t.d. í Íslandi og norðara
parti av Noregi, at flogfør
verða nýtt til henda flutn-
ing.
Í Føroyum tykist hesin
møguleiki ikki heilt so
eyðsýndur, í fyrsta lagi tí
flogvallarviðurskiftini ikki
eru nøktandi um heilt stór
farmaflogfør skuldu verið
nýtt, og í øðrum lagi tí
fjarstøðan til europeiska
meginlandi ikki er eins stór
og fyri omanfyri nevndu
økir.
Okkara meting er, at
hóast smærri nøgdir óivað
kundu verið fluttar loftveg-
is, hevði besta búskapar-
liga, tekniska og sam-
felagsliga loysnin helst
verið at nýtt sjógvegis
samband
til
henda
útflutning okkara. Hetta
sjógvegis sambandi skal
sjálvsagt
verða
við
skjóttgangandi skipi og
sjálvsagt skal verða siglt
styttstu leið fyri at vøran
kann verða so fersk sum
gjørligt.
Styttsta fjarstøða millum
egnaðar havnir í Føroyum
og á Meginlandinum er
helst Vágur - Scrabster. Við
góðum skipi kundi hesin
teinur verið sigldur uppá
uml. 15 tímar, og merkir
hetta, at fiskur lagdur upp í
Vági, kundi verið á Megin-
landinum innan eitt sam-
døgur. Við góðum sam-
bandi innlendis í Føroyum,
hevði verið møguleiki fyri
at sama var galdandi fyri
restina av Landinum. Á
sama hátt hevði møguleiki
verið fyri at fersk fløk og
aðrir úrdráttir kundu verið á
Meginlandinum innan eitt
samdøgur eftir at hesi vóru
virkað.
Í syðru helvt av Suðuroy
er arbeiðsloysi stórt, nógvir
góðir
virkisbygningar
standa tómir, havnaviður-
skiftini verða fyrsta dagin
millum tey bestu í Landin-
um, og møguleikarnir til at
kalla alla vinnu eru av teim
bestu um bert nøktandi
flutningssamband er til
staðar.
Samstundis gera nógv
vart við, at alt ov stórur
partur av fiskiveiðu okkara
fer óvirkað av Landinum.
Eisini fer annan stórur
partur av okkara rávørutil-
feingi, tvs. innvølir v.m. til
spillis.
Hví ikki bøta um allar
hesar truppulleikar í ein-
um?
Hetta kundi t. d. verið
gjørt á henda hátt:
1. Skjóttgangandi
skip
verður sett at røkja far-
leiðina Vágur - Scrabst-
er, helst dagliga.
2. Innanoyggja
verður
skip sett at røkja farma-
sigling til og av Vági.
3. Til tess at tryggja nóg
stórar nøgdir til nýggju
farmaleiðina
mugu
Landsins myndugleikar
lóggeva um, at fiskur
fiskaður á føroyska
landgrunninum av før-
oyskum fari, skal um
føroyskan bryggjukant.
4. Somuleiðis má lóggevast
fyri, at allur fiskurin
skal gagnnýtast.
Avleiðingarnar av hesum
tiltøkum høvdu m. a. verið
at:
•
Stórur partur av fersku
fiskaúrdráttunum fram-
leiddir aðra staðni í Før-
oyum blivu avskipaðir
umvegis Vág. Við tað at
henda farleið verður
munandi skjótari enn
núverandi, eigur fiskur-
in at verða munandi
feskari, tá hann er keyp-
arinum í hendi, og eigur
hetta at betra um sølu-
møguleikarnar.
•
Somuleiðis fyri stóran
part av alifiskinum.
•
Stórur partur av tí fiski
sum í dag verður sendur
óvirkaður av landinum,
hevði verið lagdur upp í
Vági og síðan sendur
víðari við farmaskipi
higani. Hetta hevði giv-
ið fiskiførunum, ið ann-
ars sjálvi sigla fiskin á
útlendskan
marknað,
munandi betri tíð at
fiska, manningin fekk
meira frítíð og oljuspar-
ing hevði eisini verið.
•
Fiskur ið kom við høvd-
ið og/ella ókruvdur á
land, kundi verið hag-
reiddur í einum av tómu
virkisbygningunum
í
Vági. Hetta hevði økt
nógv um virði av fiska-
veiðu okkara samstund-
is, og nógv arbeiðspláss
fingust burtur úr hes-
um.
•
Nógvi farmaflutningur-
in hevði harumframt
lagt nógvan pening eftir
sær í Suðuroynni bæði
sum lønarútgjaldingar
og t. d. kaigjald. Eisini
hevði hetta bøtt mun-
andi um nakrar av
størstu truppulleikum
fyri verðandi virkir,
nevnuliga ringa flutn-
ingssambandið
bæði
innanoyggja og útlendis
og høga flutningskostn-
aðin.
Ikki skuldi verið neyðugt
við stórum íløgum fyri at
framt omanfyri nevndu til-
tøk.
Eitt av verandi skipafe-
løgum kundi møguliga røkt
uttanlandssiglingina, með-
an Smyril við skinsamari
ferðaætlan kundi røkt inn-
lendis
farmaflutningin,
hetta tó bert uttan at nerva
ferðafólkaflutningin til og
úr Suðuroynni.
Um ikki hetta var møgu-
ligt kundu helst aðrir pri-
vatir einstaklingar og/ella
feløg sligið seg saman um
at fingið hetta at borið til,
heldur Vinnuráðið fyri Suð-
uroyar sunnaru helvt.
Greitt er tó. at um oman
fyri nevnda ætlan bleiv
veruleiki, hevði hetta bøtt
munandi um støðuna í
syðru helvt av Suðuroynni,
samstundis og restin av
Landinum
eisini
hevði
notið gott av hesum, heldur
Vinnuráðið.
Fiskur kann flytast sjóvegis
á Meginlandið upp á 15 tímar
Dagurin
3. august. Nikodemus. Dagurin verður hildin til
minnis um farisearan, sum kom til Jesus á náttartíð
(Jóhs. 3, 1-21). Halgisøgur siga, at eftir deyða Jesu
varð Nikodemus kristnaður og doyptur av
ápostlunum Pæturi og Jóhannesi.
Grikst navn, ið merkir sigur yvir fólkinum.
Dagurin verður eisini róptur ólavsøka síðara, til
minnis um, at bein Ólavs vórðu flutt í kirkjuna og
løgd í skrín. 3. august í 1030 varð hann lýstur at vera
heilagur maður.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt vístu samkenslu og hjálpsemi,
tá ið elskaði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Knút Sigurskjold Ellingsgaard
Leirvík
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og gávur.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til sjúkrasystrarnar á B6.
Vit takka Regini Høgnesen og Jógvan Páll Sevdal
fyri troystarrík orð í heiminum. Meinhardt Bjartalíð
fyri góð orð í kirkjuni, kirkjutænarum og sangarum
og tykkum øllum, ið hjálptu so væl til við ervinum.
Fyri tey avvarðandi
Agnes, Maiken,Tove, Herolv, Hjartvør
og Hjørdis v/ familjum
Tøkk
Hjartans tøkk skulu tit øll hava, sum gjørdu mær
80 ára føðingardagin ógloymandi.
Tøkk til Hotel Hafnia fyri frálíka borðreiðing og
fyriskipan.
Tøkk skulu tit hava, sum høvdu orðið, tað fløvaði,
at tit mínir gomlu næmingar, takkaðu fyri góð
minnir frá skúlatíðini.
Tøkk øll tit, sum komu á Hafnia, fyri gávur,
blómur, fjarrit og øll tit, sum ringdu.
Túsund tøkk øll somul.
Erling Poulsen
Vágur
Lega fyri 18 ár og eldri verður 13.–15. august.
Tekning innan týsdagin 10. august á tlf. 332140
Veri vælkomin á Zarepta
2004
Við Norrönu mána-
morgunin komu 77
húsvognar við 156
fólkum úr ymsum
londum á megin-
landinum, sum eru á
veg til Íslands. Tey
gista á kampingpláss-
inum á Skála til tey
fara víðari við
Norrönu í morgin
KAMPINGFERÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var ein long røð av hús-
bilum og húsvognum, sum
var á veg norður eftir mána-
morgunin, eftir at Norröna
var komin úr Danmark.
Talan er um ferð, sum m.
a. Dansk Autocamperforen-
ing skipar fyri, og við eru
m. a. fólk úr Danmark,
Týsklandi, Belgia, Noreg,
Svøríki, Finnlandi.
Tað var sjálvandi trupult
at at hýsa so mongum
húsvognum í Føroyum,
men
Ferðavinnan
í
Eysturoy fekk loyst hendan
trupulleika,
soleiðis
at
nýggja kampingplássið á
Skála kundi hýsa teimum.
Janus Ulldal á Skála, sum
rekur plássið, hevði úr at
gera í morgun, tá Sosialurin
ringdi til hansara. So mong
fólk hava tey ikki havt har á
plássinum, sum lat upp fyrr
í ár. Hetta plássið er við
ítróttarhøllina á Skála, og
hava tey atgongd til kafetria
og toilettini í høllini.
Tá Sosialurin vitjaði á
Skála mánamorgunin, sótu
fólkini
við
morgunmatarborð. Seinni
mánakvøldið varð skipað
fyri
føroyskum
mentanarkvøldi - eitt nú
við føroyskum dansi.
Meðan ferðalagið vitjar í
Føroyum verður skipað fyri
ymsum útferðum, eitt nú til
Selatraðar, Vestmanna og
Kirkjubøar.
Fleir fólk eru annars við í
ferðalanum, sum fer til
Íslands í morgin, tey koma
úr Bergen og koma tí ikki í
land í Føroyum á veg til
Íslands.
Húsvognar gjørdu innrás á Skála
Við nýggju Norr-
önu er møguleikin
at ferðast við hús-
vongum munandi
bøttur
KAMPINGFERÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Vit hava nógv betri
møguleikar við nýggju
Norrönu, tá tað snýr seg
um húsvognar, og hend-
an túrin úr Danmark
vóru 104 húsvognar við.
Tilsamans vóru 33 akfør
við hendan túrin, sigur
Áki Jespersen, ferðafólk-
aleiðari á Smyril Line.
Tey á Smyril Line
leggja seg sum vera man
nógv meira eftir hesum
marknaðinum, nú møgu-
leikarnir eru so góður.
Størsta talið av hús-
vognum, sum fluttir eru
við Norrönu verður í
morgin, tá Norröna fer til
Íslands, tá 104 slíkir
vognar verða við. Um-
framt teir, sum komu við
Norrönu í gjár, koma eis-
ini fleiri við úr Bergen.
Norröna kann taka til
samans 800 persónbilar.
Tá húsvognar eru ímill-
um, verður talið sjálv-
andi nakað lægri. Skipið
flytur
eisini
nógvan
farm, men tíðin, tá bilar
standa eftir, er farin – í
øllum førum nakað fram-
yvir – sigur Áki Jesper-
sen.
151 húsvognar
til Íslands
Ferðalagið við morgunmatarborðið í ítróttarhøllini á
Skála
Mynd: Rúna Sivertsen
Tað vindur alt meira upp á seg at ferðast við húsbilum við Norrönu. Mánamorgunin løgdu 77 húsbilar leiðina úr Havn inn á
Skála, har tey skulu halda til á nýggja kampingplássinum við ítróttarhøllina
Mynd: Maria Olsen
Janus Ulldal og hini á kampingplássinum við ítróttarhøllina á Skála høvdu úr at gera mána-
morgunin, tá teir 77 húsvognarnir gjørdu innrás. Helst verður tað vanligari sjón á føroyskum
kampingplássu at síggja húsvognar av Meginlandinum, nú Smyril Line ger meira fyri at sleja
slíkar ferðir
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
3
2