Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 144 - 3. august 2004 Nr. 144 - 3. august 2004 5 Høgt tónlistarligt støðið, øðrvísi tekstir og fyndugt sjálvspei gjørdu konsertina hjá Natlys í Atlantis leygarkvøldið til eina tónleikauppliving, út yvir tær vanligu TÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vart tú komin fyri at hoyra góðan tónleik, var Atlantis í Klaksvík leygarkvøldið rætta staðið. Limirnir í tón- leikabólkinum Natlys vita, hvat teir gera og gera tað av fullum hjarta. Sjónligi eld- hugin og fynduga sjálvspei- ið gjørdu løtuna til eina uppliving í sær sjálvum. Men saman við høga tón- listarliga støðinum, gjørdist konsertin ein tónleikaupp- living, út yvir tær vanligu. Eisini, ella kanska serliga, tí tað var óneyðugt við skráli, royki og morreyðum undirhaldi fyri at bjarga onkrum ivasomum tilfari í land ... Íblástur av ymsum ættum Natlys er settur saman av tveimum føroyingum, tveimum dønum og einum bulgara, men ongin ivi er um, at tað er danin Mikkel Chirstensen, ið er odda- maðurin í bólkinum. Við eini rødd, ið megnar meir enn eitt sindur av hvørjum og smáum, sjarmerandi søgum, leiddi hann áhoyr- arnar gjøgnum konsertina hetta kvøldið. Og kanska tað skuldi skiljast sum ein tvørtjóðarlig gestus, tá hann byrjaði við lagnum "Godaften" við teksti eftir William Heinesen. Síðani fylgdi ein røð av egnum tekstum og tónleiki við íblástri av ymsum ættum, skiftandi millum melodi- øsan popp, jazz, tungan rock og latínamerikanskar rútmur, kryddað við onkr- um einstøkum cover-løg- um. Tankar á ranguni Við Heinesen var tekstaliga støðið líkasum lagt, og har frá fór framførslan á flog við melodiøsu rútmunum í lagnum "Om 30 år". Ein tekstur, sum sambært sang- aranum og teksthøvundan- um varð skrivaður í einum herðindi av filosofiskari sjálvsrannsakan, tá hann fylti 30 herfyri. Evnið er gamalt, men við lyriskum tevi og tónleikaligum snøggleika glíða sorgblíðir tankar um, hvar núverandi og fyrrverandi unnustir, vinir og ein sjálvur eru um 30 ár, væl niður. Meir enn so. Hóast egnu kompositión- irnar í løtum tóktust at líkj- ast nakað nógv, so hendi altíð okkurt nýtt, áðrenn nakar náddi at toyttast. Guitarsnillingurin Janus Kampmann átti bæði ljóð- førið, pall og áhoyrarar, tá hann slapp framat við síni Jimi Hendrix solo, og sann- førandi tulkingin hjá Mikk- el av "It´s probably me" hjá bretska úrmælinginum Sting, minti meg á, hví eg ongantíð verði troytt av hasum lagnum. Klaverspælið hjá Stamen Stanchev kom til sín rætt av nýggjum saman við tungu rútmunum í "Vandet på vrangen", sum á ein hátt var ein tilsiping til øll hini løgini. Tekstirnir hjá Natlys eru smáar hugleiðingar um dreymar og ynski, sum hjá teimum flestu verða ver- andi á ranguni, tí teir taka seg ikki nóg væl út á rætt- uni. Inni undir frakkanum "Um man eigur ein stóran frakka, kann man altíð finna uppá okkurt at gera, tá tað regnar", kunngjørdi Mikkel argandi frá pallin- um og fór í gongd við lagið "Ind under frakken". Spell, men hvat síðani hendi inni undir hasum frakkanum, máttu áhoyrarnir bara gita seg til. Tú hoyrdi snøgt sagt ikki orðini hesa løtuna, mest tí hølini í Atlantis eru ov lítil til tónleikafram- førslur av hesum slag. Men tað velja limirnir í Natlys kanska at taka við, tí teimum dámar best at spæla á slíkum smáum støðum. – Vit taka hesa konsert- ferðina sum eina summar- uppliving, og smáu spæli- støðini eru ein stórur partur upplivingini. Tað er stutt sagt nógv stuttligari, tí tú kemur í tættari samband við áhoyrarnar, sigur Rógvi Borðoy, sum spælir elbass. Men upplivingin hesu- ferð á "bygd" steðgaði ikki í Atlantis, tí harfrá gekk leiðin niðan í Klaksvíkar Klubba at spæla til dans. Og um sangirnir um tankar á ranguni ikki fingu fólk út á dansigólvið, skuldi tað heldur ikki verið nakar trupulleiki, tí sambært Rógva telir skráin hjá Natlys ikki minni enn eini 150 løg. Konsert við Natlys: Rangan á rættuni Um Natlys Bólkurin Natlys sá fyrstu ferð dagsins ljós fyri 7 árum síðani, tá Mikkel Christensen og Rógvi Borðoy byrjaðu at spæla saman. Hinir eru komnir afturat seinni.Teir tríggir Mikkel, Janus og Stamen eru yrkistónleikarar, meðan Rógvi og Daniel enn droyma um eisini at kunna liva av tónleikinum. Natlys er í løtuni í ferð við at taka upp eina fløgu við egnum løgum, sum væntandi kemur út í vetur. Hetta er aðru ferð bólkurin er á konsertferð í Føroyum. Limirnir í Natlys eru: Mikkel Christensen: sang/gittar Janus Kampmann: elgittar Stamen Stanchev: klaver/synthesizari/orgul Rógvi Borðoy: elbass Daniel Bach: trummur Høga tónlistaliga støðið og øðrvísi, sjálvspeisku tekstirnir gjørdu framførsluna hjá Natlys í Atlantis leygarkvøldið til eina tónleikaliga uppliving, út yvir tær vanligu Tað eru ikki minst tekstirnir hjá sangarnum Mikkel Christen- sen, sum fáa áhoyrarnar at spíla oyruni, tá Natlys eru á palli C M Y K 5 4