Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 144 - 3. august 2004 Nr. 144 - 3. august 2004 7 Dong kemur inn og ConocoPhillips fer út úr loyvum á føroysk- um og bretskum øki OLJULEITING Jan Müller Danska oljufelagið Dong gerst alsamt meira virkið á føroyska landgrunninum og á bretskum øki vestan fyri Hetland. Tað er ikki so langt síðani, at DONG tók yvir partin hjá Cono- coPhillips í 9 ára loyvinum 006 á føroyskum øki, har Statoil er fyristøðufelag. Nú hevur Dong so gjørt tað aftur. Felagið hevur yvir- tikið partin hjá Conoco- Phillips í 6-áraloyvinum á landgrunninum, har Staoil eisini er fyristøðufelag. Tal- an er um heili 30% í loyvin- um, har ein brunnur skal borast aftrat frá 1. útbjóð- ingarrundu. Frammanund- an er Dong eisini partur av 6-áraloyvinum 001, har Amerada Hess er fyristøðu- felag og skal til at bora ein brunn aftrat. Men tað er ikki bert í før- oyskum øki á Atlantsmótin- um at danska Dong økir um sítt virksemi. Eisini hinu- megin markið hevur Dong gjørt avtalur um at yvirtaka partar av loyvum, og her er seljarin eisini Conoco- Phillps, sum tykist meira og minni at taka seg heilt út úr oljuleiting á Atlantsmót- in-um. Phillips var annars eitt av teimum mest virknu feløgunum, tá forkanningar vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í 90-unum. Talan er um trý loyvi á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland. Mest áhugaverd er yvirtøkan av partinum hjá Conoco- Phillips í Laggangassfeltin- um. Her hevur Dong nú 20%. Aftrat hesum hevur Dong keypt seg inn í tveir aðrar gasslisensir, annar við 22,5% og hin við 5,66%. Sum partur av avtaluni millum tey bæði feløgini, hevur ConocoPhillips so keypt 10% av einum loyvi hjá Dong í norskum øki. Mest áhugavert er keypið av partinum í Laggangass- feltinum, har vónirnar til eina stóra gassútbygging eru stórar, eftir at ein av- markingarbrunnur er bor- aður og sær sera positivur út. Við hesum keypum er Dong nú við í rættiliga nógvum loyvum báðumeg- in markið. Felagið er við í brunninum Cambo, sum júst er boraður, og sum tyk- ist vera eitt lønandi fund. Tað er beint við føroyska markið. Og felagið er so eisini við í Bedlington- brunninum, eisini nær markið, sum verður borað- ur í august. Tað er einki dulsmál, at Dong eftir hesi keyp av lisensum, er tað felagið, sum er við í flest loyvum á Atlantsmótinum. Og tað fær leiti- og fram- leiðslustjóran í Dong, Søren Gath Hansen, at siga, at hetta stóra økið er eitt tað mest lovandi í Norður- europa, tá talan er um at finna olju og gass. Hann sigur, at umframt Laggan- brunnin, sum júst er borað- ur, verður Dong helst við í trimum leiti- og avmark- ingarbrunnum í hesum øk- inum í ár. – Fundini fara at vera eitt sera gott íkast til okkara framtíðar gassframleiðslu men fara so eisini at tørva nýggjan viðgerðarútbúnað og rørleiðingar. Talan er sostatt um eina langtíðar íløgu. Framleiðsla frá hes- um feltum byrjar um eini fimm til tíggju ár sigur Søren Gath Hansen. At Dong verður meira virkið á Atlantsmótinum merkir so eisini, at stóra oljufeløgið ConocoPhilll- ips er við at taka seg úr hes- um leitiøkinum. Tað ljóðar, at felagið heldur vil gera íløgur aðrastaðani, at hetta hóskar betur inn í arbeiðs- programmini hjá felagnum. Við undirskrivingini av hesum pakkanum við Dong er ConocoPhillips í veru- leikanum heilt úti av før- oyska landgrunninum. Danska Dong mennir sítt virksemi við Føroyar Leiti- og framleiðslustjórin í Dong, Søren Gath Hansen Alt ov fáir áhoyrarar upplivdu ólavsøkudag Amin Jensen spenna seg fult út UMMÆLI Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ein tungvektari innan undirhald. Amin Jensen er í Dan- mark øgiliga stórur. Eitt stórt navn. Ein tungvektari innan undirhald. Men ein tungur drongur úr Danmark kundi ikki fylla allar stól- arnar í høllini á Hálsi ólav- søkudag. Tað tóktist at vera fleiri tómir stólar enn fólk í salinum. Ikki tí. Upp-møt- ingin var bara góð allíka- væl. Eini 500-600 fólk vóru komin saman, og tað er rættiliga nógv í føroyskum høpi og eitt nú væl meira enn í stóra salin í Norður- landahúsinum vanligar dagar. Men fyri ta góðsku, ið kom av pallinum, kundu nógv fleiri fólk verið himmals fegin um at verið møtt upp. Fyri 245 krónur hevur tú rætt til at krevja nakað afturfyri. Men tað fekst tú eisini í ríkiligan mát. Ein professionel og framúr framførsla hjá stóra manninum. Ja, tað var stórt, enntá feitt og øgiliga, ræðuliga stuttligt. Klassikarar Framførslan var eitt breitt útboð av tí nógva tilfarin- um, Amin hevur staðið á palli við seinastu gott tíggju árini. Tað var mest av tí nýggjari slagnum frá »Stort« og »Hit med Amin«. Hevur ein verið til hesar framførslur áður, so var kanska ikki so nógv at heinta á Hálsi. Men tað eigur kortini at vera eitt risastórt upplivilsi bara at vera til staðar, tá hesin risin er á pallinum. Hann legði út við nøkr- um løttum og góðum skemtisøgum. Hann fekk flættað okkurt smávegis føroyskt upp í, men tað var ikki tað nógva um føroyinar og Føroyar á skránni. Ein av hansara størstu styrkjum er mátin, ið hann kroppin og at kalla allar sansir at undirhalda við. Síðani sang og undirhelt hann upp allar hugsandi hættir. Tónlistar- ligu evnini eru ikki at for- smáa. Amin Jensen er á ongan hátt bangin fyri at gera gjøldur burturúr sær sjálv- um. Tá hann valsaði runt á pallinum sum ímynd av einum dinosauri flánaðu øll í áhoyrarafjøldini. Framførslan ólavsøkudag var í tveimum pørtum. Hin fyrri parturin var stuttligari. Tað svitast ikki. Ì aðru helvt legði hann seg meira eftir at herma eftir fólki. Tað eru nú einaferð fjúrtan- hundrað kilometrar millum Føroyar og Danmark, og hetta gav fyri ein part at bíta. Fáir áhoyrarar kendust við eitt nú Jan Gintbjerg, men hermingin var heilt framúr kortini. Amin varn- aðist eisini sjálvur, at før- oysku áhoyrarnir ikki duttu av stólunum, tá ið kendir danskir persónar stóðu fyri skotum. Onkrar søgur vóru av tí meira fúla slagnum, men tað var kortini ikki so tyngjandi nógvur toilet- humor, sum mann oftani upplivir við modernaðum skemtarum. Eina varna áhoyrarafjøld hevur hann týðuliga roynt at framført fyri áður. Hóast føroyingar kanska ikki eru vanir við at vera til tílíkar framførslur, har áhoyrarnir oftani liva væl við, so hugnaðu fólk sær óført og tordu eisini at svara til, tá stóri maðurin á pallinum vildi hava aftursvør. Tað var ivaleyst fyri báðar partar eitt upplivilsi í fremsta flokki. Alt kan vi spille Sum eitthvørt annað gott show, so verður tað bygt upp til eina finalu. Vart tú í iva eftir fyrstu helvt, so var eingin ivi síðstu løtuna, at tú vart komin at síggja eina sýning í serflokki. Við sær á pallinum hevði Amin Jensen ein klaver- leikara, og teir bjóðaðu seg móti endanum av fram- førsluni til at syngja og spæla ein og hvønn sang. – Alt kan vi spille, segði hann fer eftir ferð. Og tað kundu teir eisini. Ikki bara spæla. Hesin og hasin sangarin vóru kari- keraðir. Tað svitast ikki, at størri talent innan undir- hald skal mann leita leingi eftir, og undirritaði hevur í øllum førum ikki sæð nak- að betri av hesum slagnum í Føroyum áður. Í farnu viku góvu vit ólasøkukabarettini karakt- erin 7 við einum píli upp- eftir. Skulu vit kvitterað við einum karakteri her, so verður tað 11 við einum lítlum píli niðureftir. Tað var bæði sjálvstøðugt og avbera gott. Við meira til- fari viðvíkjandi Føroyum hevði avrikið verið framúr sjálvstøðugt og enn betri. Flott. Ræðuliga stuttligt Alt kan vi spille: Amin Jensen megnaði sum fáur annar at undirhalda. Eitt framúrskarandi avrik Mynd: Álvur Haraldsen NÓLSOY Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Nólsoyingar hava nógv í væntu. À nýggjárinum leggur kommunan saman við Tórshavnar kommunu, og undan hesum skal nógv gerast, og fleiri stórar verk- ætlanir bíða. Fyri stuttum varð nýggja grótkastið í Nólsoy tikið alment í nýtslu. Jens Marius Poulsen, kommunustjóri í Tórshavn- ar kommunu sigur, at sátt- málin millum Tórshavnar og Nólsoyar kommunu um samanlegging sigur, at tá kommunurnar leggja sam- an, so skal vera gjørt klárt til fleiri størri verkætlanir. Millum annað ein barna- garður verður planeraður. Ein smærri fótbóltsvøllur skal gerast og onnur ar- beiði. Síðani tekur tann nýggja samanlagda komm- unan við eftir nýggjár og gera fleiri størri arbeiði liðug. Ein nýtt grótkast afturat skal eisini gerast við havna- lagið, men hetta nýggja verður stórt sum hitt. Svimjihylurin hjá nólsoy- ingum stendur tó kortini ikki á skránni tey næstu fýra árini í øllum førum. Seta ferð á í Nólsoy Tað sær kanska út av nógvum nú, men um ikki so langa tíð verður barnagarður á hesum staðnum í Nólsoy Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 7 6