Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 144 - 3. august 2004 Nr. 144 - 3. august 2004 9 - Vit arbeiða fyri ein- um betri samfelagi, og vit eru komin fyri at vera. So kunnu øll umboðandi snæður- skygni spara sær at brokka seg, sigur Tina Jakobsen úr áhuga- felagnum fyri tey samkyndu, Friðar- bogin SAMKYND Heini í Skorini, heini@sosialurin.fo Tina Jakobsen er ein prim- us motor í áhugafelagnum hjá samkyndum og stuð- landi, og samskipaði hon saman við øðrum konsert- ina í Grasagarði, har løg- maður luttók við røðu. Tina sigur, at tey eru væl nøgd við tiltakið. - Serliga eru vit glað fyri uppmøtingina, og vit sóu ung og gomul úr fleiri sam- felagsbólkum vitja okkara tiltak. Røðan hjá Jóannesi Eidesgaard var góð, og tal- an var sum heild um eitt væleydnað tiltak, sigur Tina Jakobsen. Signalvirðið Spurd, hvussu tey tulka sig- nalið hjá løgmanni at siga ja til luttøku í Grasagarði á einum tiltaki, sum skapar so miklan øsing, sigur Tina, at signalið hjá løgmanni hevur stórt virðið. - Vit eru sera fegin um, at løgmaður játtaði at luttaka, og tað var eisini djarvt av honum. Vit tosa jú um landsins hægsta myndug- leika, sum accepterar ein minnilutabólk og prokla- merar andsfrælsi og tol- semi, sigur Tina Jakobsen. Tá talan er um landsins tyngsta mann á politiska pallinum, sum heldur røðu á tiltaki hjá teimum sam- kyndu, er talan sambært Tinu um eitt týdningarmik- ið signalvirði. Atfinningar burturvið Tina Jakobsen sat sum so Vit eru komin fyri at verða mangur annar føroyingur og lurtaði eftir atfinningun- um hjá Jenisi av Rana í út- varpinum sunnudagin, har hann kravdi løgmann eftir treytaleysari umbering. Tina Jakobsen undrast á, at ein kann mótmæla tað, sum kom fram í røðuni hjá Jóannesi. - Lyklaorðini í taluni vóru andsfrælsi og tolsemi, og tað er langt úti, at Jenis og onnur við skulu mót- mæla slík grundleggjandi rættindi fyri øll menniskju, sigur Tina Jakobsen. Hon leggur dent á, at eingin propaganderaði við nøkrum øðrum boðskapi á tiltakinum enn, at samfel- agið eigur at geva rúm fyri øllum, og tá slíkt verður mótmælt, er okkurt galið. - Vit høvdu eina konsert, og løgmaður helt eina røðu, sum í grundini var til allar minnilutabólkar. Vit verða av ávísum fólkum álopin, men samstundis heldur ein rúgva av øðrum bólkum eisini tiltøk til frama fyri síni endamál, sigur Tina Jakobsen, sum eftirlýsir javnrættindi fyri øll. Fólk kunnu spara sær Tina Jakobsen sigur, at tey í Friðarboganum als ikki eru skelkað av atfinningum aft- aná, tí tær koma vanliga al- tíð. Samstundis heldur hon, at tað eru tær somu atfinn- ingarnar og somu pro-argu- mentini, sum ganga aftur í kjakinum. Men endamálið hjá Tinu og Friðarboganum er greitt. - Vit eru komin fyri at vera. Einki snæðurskygni kann og skal oyðileggja okkara arbeiði fram ímóti einum betri samfelagi, og so kunnu fólk spara sær at finnast at okkum og brokka seg, sigur Tina Jakobsen at enda. - Vónandi verður tað ongantíð mín lutur at fordøma, og fordømingarnar hjá Jenisi í út- varpinum sunnudagin eru púra burturvið, sigur formaður Sambandsfloksins í sambandi við luttøkuna hjá løgmanni á tiltaki hjá teimum samkyndu á ólavsøku SAMKYND Heini í Skorini, heini@sosialurin.fo Ein av teimum trimum samgonguleiðarunum er Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, og hann metir ikki, at luttøkan hjá løgmanni í Grasagarði á tiltaki hjá Friðarboganum á nakran hátt eigur at fordømast. - Tað er burturvið av Jenisi at krevja eina umbering frá løgmanni. Persónliga metingin hjá løgmanni var, at tað var rætt at halda røðu í Grasagarði, og tað avgerð skal hann sleppa at hava, sigur Kaj Leo Johannesen. Einki samgongustríð Formaður Sambandsfloksins heldur ikki, at avgerðin hjá løgmanni at luttaka á einum so eldfimum og umstríddum tiltaki fer at seta kílar í samgonguna. - Hóast hann er ovasti myndugleiki samgongunnar, um- boðaði løgmaður sín persón og síni sjónarmið í Grasa- garði. Tað meti eg ikki vera skeivt, og vónandi verður tað ongantíð mín lutur at fordøma, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at eingin er nóg stórur og høgur at hava rætt til at krevja umbering fyri sjónarmiðini hjá einum øðrum. Politisk ábyrgd Sum floksformaður er tað ikki óhugsandi, at føroya løg- maður einaferð kemur at eita Kaj Leo Johannesen. Spurd- ur, um hann hevði sagt ja at luttikið á slíkum tiltaki hjá Friðarboganum, er Kaj Leo greiður. - Ein og hvør politiskur leiðari hevur eina ábyrgd at lut- taka, tá hann verður spurdur, og hóast eg ikki í løtuni kann siga, hvørt eg hevði sagt ja ella ikki, um eg var í hesi støð- uni, er einki skeivt við at tosa um tolsemi og javnbjóðis rættindi til allar borgarar, sigur Kaj Leo. Hann undirstrikar, at Sambandsflokkurin byggir á kristna siðaarvin, men tá talan er um etiskar spurningar, kann og eigur ein og hvør at taka sína egnu, persónligu støðu. Jenis er burturvið - Eingin er nóg stórur og høgur at hava rætt til at krevja umbering fyri sjónarmiðini hjá einum øðrum, sigur Kaj Leo Johannesen við Jenis av Rana eftir atfinningar móti løgmanni í ÚF sunnudagin - Løgmaður hevur fullan rætt at velja, hvørji tiltøk hann luttekur á, og vit fara so ikki at biðja hann koma við eini umbering, so leingi Jóannes Eidesgaard ikki áleggur samgonguni nakað, sigur fólkaflokstingmaðurin Óli Breckmann um luttøku løgmans í Grasagarði SAMKYND Heini í Skorini, heini@sosialurin.fo Fyrrverandi formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breckmann, tekur ikki undir við hvøssu atfinningunum hjá Jenisi av Rana í Útvarpi Føroya sunnudagin. Óli metir, at løgmaður hevur fullan rætt sjálvur at velja, á hvørjum tiltøkum hann luttekur, og tí er ikki grundarlag at biðja løgmann koma við umbering. Umboðar ikki samgonguna Óli Breckmann tulkar tað soleiðis, at Jóannes umboðaði ongan annan enn seg sjálvan í Grasagarði undir tiltakinum hjá Friðarboganum, men setir Óli tó nakrar treytir. - So leingi, løgmaður ikki áleggur samgonguni at taka undir við einum ávísum politikki, sum t.d. rættvísger skrásett parlag, adoptiónsrætt og kirkjuliga vælsigning, kann hann ikki kritiserast fyri sína avgerð, sigur fyrrver- andi formaðurin í tingbólki Fólkafloksins. Óli metir tað vera grundleggjandi skeivt, um ein bólkur ger seg inn á náttúrunnar gongd og náttúrunar lógir, og so leingi, løg- maður ikki roynir at ávirka samgonguna, er tað hansara avgerð. Óli Breckmann metir ikki, at hetta eigur at vera orsøk til øsing og spjaðing í samgonguni, og tað metir hann heldur ikki, at tað er. Spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann sum løgmaður varð biðin um at røða á slíkum tiltaki, drál- ar Óli. - Eg meti ikki, at tey nakrantíð høvdu biðið júst meg komið at tala á slíkum tiltaki, sigur ultrakonservatisturin skemtandi. - So leingi, løgmaður ikki áleggur samgonguni at taka undir við einum ávísum politikki, kann hann ikki kritiserast fyri sína avgerð, sigur Óli Breckmann Løgmaður ræður sjálvur SAMKYND Heini í Skorini, heini@sosialurin.fo Javnaðartingmaðurin á Skopun, Gerhard Logn- berg, er ikki fegin um av- gerðina hjá sínum egna floksformanni at luttaka á tiltakinum hjá Friðarboga- num í Grasagarði. Sam- bært Gerhard Lognberg skal løgmaður ikki gloyma, at hann sum løgmaður um- boðar eina samgongu, og at avgerð hansara at luttaka á einum so umstríddum til- taki kann spjaða. - Avgerð hansara kann elva til, at kílar verða sett- ir í samgongusamstarvið. At luttaka á hasum tiltaki- num kann harafturat eis- ini elva til øsing, og Jóan- nes Eidesgaard eigur at hava í huga, at hann er ov- asti samgonguleiðari, sum eigur at savna og ver- ja eina samgongu, sigur Gerhard Lognberg. Hann sigur, at hann roynir at síggja umboðan- ina hjá løgmanni sum per- sónliga, men faktum er, at hann sum løgmaður um- boðar eina samgongu, og her íkemur ein vandi. Samkynd hava tað gott Gerhard Lognberg heldur, at røðan hjá løgmanni og kjakið sum heild er mis- vísandi. Hann setur spurnartekin við, um samkynd í Føroyum hava tað so ringt, sum fjøldin mangan fær fatan av. - Tey fáa loyvi at liva í friði og náðum, og eingin ger teimum nakað. Onk- untíð verða umstøður teirra gjørdar verri, enn tær tykjast at vera, sigur Gerhard Lognberg. Hann metir, at tiltakið í Grasa- garði enntá við løgmans- luttøku er eitt tekin um vágafýsni og framfýsni frá Friðarboganum, og hetta er meiri, enn fleiri aðrir minnilutabólkar av- rika. - Eg taki ikki undir við teirra lívshátti, tí skriftir- nar tala greitt um hesi viðurskiftini, men eg eri góður við og góðtaki øll míni medmenniskju, sig- ur Gerhard Lognberg. Løgmaður elvir til øsing - Tá løgmaður umboðar og er ovasti myndugleikin í samgonguni, kann hann skapa øsing og seta kílar í samgonguna við luttøku síni í Grasagarði, sigur Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður - Avgerð løgmans kann elva til, at kílar verða settir í samgongusam- starvið, sigur Gerhard Logn- berg úr Javn- aðarflokkinum - Lyklaorðini í taluni hjá løgmanni vóru andsfrælsi og tolsemi, og tað er langt úti, at Jenis og onnur við skulu mótmæla slík grundleggjandi rættindi fyri øll menniskju, sigur Tina Jakobsen úr Friðarboganum Tíverri fekst eingin viðmerking um løgmansluttøkuna í Grasagarði frá umboði úr Tjóðveldisflokkinum C M Y K 9 8