týsdagur 3. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 144 - 3. august 2004
Nr. 144 - 3. august 2004
11
Í ólavsøkurøðu síni segði løgmaður, at vit mugu
taka upp kappingina og avbjóðingina, sum
heimurin í dag krevur av okkum. Vit mugu líta
út í heim. Men tá mugu vit fyrst viðurkenna
okkum okkara samleika sum eina tjóð við
góðum evnum. Hesi evni verða best hvest, um
vit taka táttin upp, sum eitt nú nøkur av okkara
fremstu mentafólkum hava víst, at vit føroy-
ingar eiga. Við dugnaskapi og nærlagni hava
nøkur av okkara ítróttarfólkum, tónleikarum,
listafólkum og onnur víst, at hava vit trúnna
upp á egin evni, so ber so ótrúliga nógv til.
Hetta er ein ser áhugaverd samanbering.
Samanberingin er røtt og hon forpliktar bæði
landsstýrið og teir bólkar, ið vera nevndir. Okk-
ara ítróttarfólk og okkara listafólk hava tey
seinastu árini skapað avrik og virði, ið vekja
ans uttanlanda eins væl og her heima. Tá ið vit
loyva okkum her at vísa á, at slík orð sum hesi
hjá løgmanni forplikta, so hugsa vit um, alt tað
sum liggur aftanfyru avrikini hjá listafólkum og
ítróttarfólkum. Sama dag sum løgmaðurr helt
røðu sína, var frálíki útleikurin framførdur í
Havnargøtum. Hetta var ein glæsilig fram-
førsla, ið var til mikið frægd fyri serstakliga
børnini. Ólavsøkan hevur ikki havt nakað
serligt at bjóða børnunum, og tí var útleikurin
eitt frálíkt tiltak. Her fingu børnini eina
ógloymandi lætu. Her klappaði alt. Spælið var
á sera høgum støði, búnar og útgerð talaðu til
hugflogið. Eit litríkt, dramatiskt og stuttligt til-
tak, sum øll, ið vóru til leikin fegnast um.
Men hvussu ber tað til, at eitt slíkt tiltak kann
setast upp á ólavsøku? Jú tað er tí, at vit eiga
íðin og dugnalig fólk, sum umfam tíð og orku
vilja nýta sínar listarligu gávur. Fyri at hesi fólk
skulu kunna halda fram og menna sína list er
neyðgut við einum virknum og visonerum
mentanarpolitikki. Mentanarpolitkkur kostar
skattakrónur, men hesar skattakrónur koma
aftur fleiri ferðir. Hetta vita flestallir politikk-
arar. Skulu vit uppihalda og menna okkara
listarliga støði, má tað almenna statsa meira
uppá listina. Hetta merkir, at neyðugt er at játta
meira til mentanarpolitikkin á eini komandi
fíggjarlóg. Tað forpliktar at eiga góð listafólk.
Men tey eru eisini eitt ríkt tilfeingi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
List er tilfeingi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Petur S. Johannessen
Nú vilja ávísar kreftir
leggja Suðuroy saman til
eina kommunu, uttan at
koma greitt fram við,
hvørjir fyrimunir eru við
eini samanlegging.
Tí fari eg at spyrja, hvørj-
ir fyrimun Vágs kommuna
fær, av at leggja saman við
restini av oynni, kanska
teir, sum hava verið frammi
í
fjølmiðlunum,
kunnu
svara meiri konkret upp á
hetta.
Eg eri púra samdur við
Vágs býráð um ikki at
leggja allar komunurnar í
oynni
saman
til
eina
kommunu, men eg gangi
eitt stig longur og sigið, at
vit í Vági ikki skulu leggja
saman við nakrari komunu,
vit eru líka nógv fólk í Vági
sum samlaða fólkatalið í
Sandoy er, og vit kunnu
samstarva við hinar komm-
unurnar, og skal eg greiða í
stuttum frá, hvat eg meini
við niðanfyri.
Eg meini, at Vágsbygd
skuldi havt sín egna lækna,
prest og osv. tí vit síggja
skilið í dag, eingin prestur
støðist, tí prestagjaldið er
ov stórt, og eingin lækni
støðast, tí arbeiðsbyran er
alt ov stór, men um vit bert
eru vágbingar, sum hava
ein lækna, minkar fólkatal-
ið, sum læknin skal røkja
munandi, vaktarskipanin
sum læknarnir nýta í dag
kundi hildið á fram sum nú
er, og samstarvast kann/
skal við hinar komunurnar
har fyrimunirnir eru.
Vit í Vági skuldi tikið
okkara vinarbý, Nakskov
sum fyrimynd, (teir høvdu
48% í arbeiðsloysi ,5 ár
eftir er arbeiðsloysið mill-
um 5-8%), og reist Vágs-
bygd aftur eftir teirra leisti,
nevniliga við at seta ein
høgt mettan serfrøðing,
sum hevur serkunleika og
drúgvar
royndir
innan
vinnulívið, og veit veruliga
hvat vinnulívið leitar eftir
(tørvir) og hevur eitt stórt
kontaktnet og royndir at
vísa á, hesin serfrøðingur
fær ein púra greiðan yvir-
ornaðan
málsetning,
»skapa fjølbroytt vinnulív í
Vági«, so Vágsbygd kann
koma upp á føtur aftur.
Hesin serfrøðingur fær
sera víðar heimildir til at
virka undir frá býráðnum,
millum annað at seta/seta
úr starvi fólk í umsitingini,
og seta um neyðugt útlend-
ingar í starv, um hesin út-
lendingurin hevur serligar
førleikar, sum vit mangla í
økinum, og roynir uttan
stórvegis uppíblanding at
fáa tillaga umstøðurnar rætt
í Vági.
Hareftir verður Vágs
kommuna bjóðað fram sum
eitt øki, sum er lýst út í
æsir, hvørjir fyrimunirnir
eru og hvørjir vansarnir eru
(sterkar og veikar síðir)
fyri møguliga áhugaðar
fyritøkur at koma til Vágs
at virka, og við hesum út-
gangspunktinum setur bý-
ráðið seg í samband (lýsast
kann eisini) við fyritøkur
»world wide«, sum leita
ella eru áhugaðar í akkurát
hesum, sum vit hava at
bjóða fram (segmentering).
Eg eri sera vísur í, at vit fáa
fleiri ymiskar fjølbroyttar
fyritøkur her, sum skapa
tað fjølbroyta vinnulívið,
sum Vágs bygd hevur brúk
fyri, vit skulu syrgja fyri, at
Vág er sera áhugavert øki
at koma til, og sum tekur
serlig stig til at fáa vinnulív
til Vágs og útnytta teir fáu
fyrimunirnir vit hava, hetta
er í hvussu er eydnast hjá
Nakskov kommunu, eg
meti, at hetta er fremsta
uppgávan hjá Vágs býrað
fyri at tryggja bygdina
framyvir, eg sigi ikki, at
Nakskovmodellið
skal
kopierast, men kann brúk-
ast sum ein leistur til at
endurreisa Vágsbygd.
Vit mugu sjálvi taka stig
til at endurreisa bygdina,
og ikki bíða eftir at Føroya
Fiskavirking, og tað al-
menna annars hjálpir okk-
um, tí tað hava vit bíðað
eftir í 20 ár ella meira, og
eingin býar/løgtings limur,
hevur enn verið førur fyri at
fáa vinnulív til bygdina,
sum veruliga munar, so nú
haldi eg, at allar kreftir í
bygdini skulu taka eitt
felags stig og nýta Nakskov
sum fyrimynd, so eri eg vís-
ur í, at vit kunnu venda
gongdini, men tað merkir
einferð enn, at bygdafólki
er við til at stuðla hesum,
og ikki sum nú ganga í
fleiri bólkum, vit mugu
standa saman.
Tað er sera harmuligt at
síggja, hvussu tað unga
fólki streymar av bygdini,
og ongantíð hevur møgu-
leika at venda aftur, tí einki
arbeiði relaterar til teirra
útbúgving, og tað er sera
harmuligt hjá foreldrum at
vita, at børn og ommu/abba
børn eru í besta fall í Før-
oyum (sjálvandi Tórs-
havn), men helst búgva hesi
í útlondum, nú reisur
spurningurin seg, um tað er
nakar áhugi hjá barna-
familjum at verða í Vági
sum heild, tí tey koma ikki
at verða saman við sínum
børnum, ommu/abba børn-
um eftir at teirra egnu børn
eru farin av bygdini at
víðari útbúgva seg sum 17 -
19 ára gomul, hetta hugsa
nógvar ungar familjur um,
tey kunnu ikki seta búgv í
einum slíkum øki har teirra
børn onga framtíð hava at
búleikast, ella hvat?
Hetta meti eg er ein sera
álvarsligur spurningur, for-
eldrini verða ikki partur av
daglidegnum hjá sínum
børnum og heldur ikki hjá
ommu/abba
børnunum,
sum sjálvsagt ynskjuligt er,
men møtast kanska eina-
ferð um árið í einar 7-10
dagar.
Vilja ung foreldur seta
búgv í Vági undir hesum
fortreytum, samt tað at
komunuskatturin er hægst-
ur í landinum, eg ivist í tí?
Miðalaldurin í Suður-
oynni nærkast 40 ár, so
alarmklokkurnar eru byrj-
aðar at ringja.
Tí er tað í tøkum tíma at
vit gera nakað munagott í
Vági.
Eg dugi ikki í skrivandi
løtu at finna nakrir fyri-
munir, sum veruliga gera
mun og harvið borga fyri
einari
kommunusaman-
legging, hinvegin sum sagt,
haldi eg at Vágsbygd/
kommunan skal konsentrer
seg um Vág, og gera tað
áhugavert at búleikast her,
og ikki sum nú, har fyri-
munirnir ikki eru til at fáa
eyga á.
Kommunuskatturin má
tillagast so, at ein vágbing-
ur ikki fær minni útgoldna
løn enn ein sumbingur ella
ein hvalbingur fyri sama
arbeiði við somu lønarupp-
hædd, hetta er veruleikin í
dag, tí komunuskatturin er
ymiskur, og tí mugu vit í
Vági finna tað rætta stevið
og koma upp undan vatn-
skorpuni og finna útav hvat
vit vilja.
Hvat vit vilja er upp til
hvønn einstakan, men vón-
andi kunnu vit koma uup á
hædd við farnar tíðir, tá
menn
tóku
megnartak
bygdini at frama, tá ið t. d.
fyrsta elektrisitetverk í
Føroyum kom, trábanin á
eiðinum og keiðin, ja hetta
vóru megnar stig at taka tá,
og vónandi kunnu vit ein
dag røkka somu hæddum.
Hugskot til at endurreisa Vágs Kommunu
úr dvalanum
VIÐMERKINGAR
Karolina Petersen
Øll tey, sum kenna hampa-
mannin Øssur av Steinum,
eru skakaði av, at nevndin
fyri Alv hevur givið honum
uppsagnarbræv. Øll á skúl-
anum við Áir og vit sum
kenna nærri umstøðurnar
vita, at hann er uppsagdur
við grundgevingum, sum
eru ósannindi úr enda í
annan. Nýggja nevndin og
nýggja fyristøðufólkið geva
honum skuldina fyri trupul-
leikar á Alv-skúlanum,
meðan veruligi trupulleikin
er, at nevndin hevur sett ein
leiðara, sum ikki hevur
kvalifikatiónirnar til at
leiða ein handilsskúla.
Fjølmiðlarnir hava sein-
astu tíðina roynt at funnið
fram til, hvat er farið fram á
Alv-skúlanum. Teir hava tó
ikki funnið kjarnuna í
málinum, partvís tí teir ikki
hava fingið innlit í málið.
Alv-skúlin var frá byrjan
í 1960 ein góðkendur
handilsskúli, góðkendur av
Handelsministeriet, sum tá
hevði eftirlitið við handils-
skúlunum í Føroyum. Í
nærum 25 ár hevur lærarin
Øssur av Steinum, verið
leiðari av undirvísingini á
skúlanum.
Tá
Helena
Dam
á
Neystabø gjørdist lands-
stýrismaður, vildi hon flyta
virksemið hjá Alv til Havn-
ar. Hon vildi brúka stovnin
til at vinna sær atkvøður
við. Hon hevði aldri áður
víst
stovninum
nakran
áhuga. Nú vildi hon útvega
Alv 5 milj. kr. til ein vardan
verkstað í Havn.
Fyri at tryggja, at nevnd-
in gjørdi sum hon vildi,
setti hon tveir partamenn úr
Sjálvstýrisflokkinum,
Bartal Kass og Jónas
Johnsson, til formann og
næstformann
fyri
Alv.
Hvørgin av teimum hevði
havt nakað samband við
endurbúgving áður. Aftrat
teimum, valdi Helena trý
umboð fyri brekað í nevnd-
ina, millum onnur Doris
Hansen fyri MBF. Eingin
av hesum fólkum hevði
fingist við endurbúgving
fyrr. So í staðin fyri at fáa
eina fakliga kvalifiseraða
nevnd, gjørdist nevndin eitt
partapolitiskt amboð.
Settu barnagarðslærara
sum handilsskúlastjóra.
Menninir í Sjálvstýris-
flokkinum
gjørdu
sum
Helena hevði dikterað.
Men tá teir skuldu seta nýtt
fyristøðufólk, gjørdu teir
beinanvegin hitt størsta
mistakið. Nevndin setti ein
barnagarðslærara, Kristinu
Larsen, sum leiðara. Teir
bóðu síðan Øssur av Stein-
um um, at hon fyri fyrst
kundi brúka hansara skriv-
stovu á skúlanum við Áir.
Skeldaði lærarar og
starvsfólk.
Bilsin gjørdust lærarar og
starvsfólk á skúlanum, tá
nýggja fyristøðukvinnan
fór at skelda tey út og
briksla teimum, at tey
dugdu ikki til teirra arbeiði.
Bæði upp í eyguni á teim-
um og við útspilling aftan
fyri ryggin á teimum, td.
segði hon við næmingarnar,
hvussu lítið lærararnir á
skúlanum nyttaðu. Við eitt
starvsfólk segði hon, at
Øssur var óbrúkiligur sum
fyristøðumaður. Hon var
sostatt illoyal og undir-
gravaði virðingina fyri lær-
arunum frá fyrsta degi.
Hon hevði ikki sjálv ta
útbúgving, sum krevst av
einum handilsskúlaleiðara.
Fyri at vera handilsskúla-
fyristøðufólk krevst, at við-
komandi hevur eina hand-
ilsfaklæraraútbúgving.
Hana hevur Øssur av
Steinum. Aftrat
barna-
garðsútbúgving,
hevði
Kristina Larsen bert eitt
hmx-prógv og eitt Kempl-
erprógv, sum hvørki kann
verða brúkt í handilsskúla-
samanhangi. Nevndin hev-
ur, eftir øllum at døma, ikki
spurt seg fyri í Mentamála-
ráðnum, um treytirnar fyri
at gerast handilsskúlafyri-
støðufólk.
Starvsfólkini hóttu við at
fara til hús.
Tað hevur ongantíð fyrr
verið klandur á skúlanum
við Áir, og ongantíð verið
øvugt orð millum Øssur og
meg. Nú nýggja fyristøðu-
kvinnan kom á skúlan,
gjørdi hon við síni niður-
gerandi viðferð av starvs-
fólkunum, at nøkur av
teimum vórðu sálarliga
niðurundirkomin av henni.
Aftaná 10 mánaðir sendu
lærarar og starvsfólk boð til
nevndina, at tey orkaðu
hana ikki longur og fóru at
rýma til hús og ikki koma
aftur á skúlan, fyrrenn fyri-
støðukvinnan var farin av
húsinum. Nevndin gjørdi tá
av, at Øssur skuldi hava
fulla ábyrgd av skúlanum
og at nýggja fyristøðu-
kvinnan skuldi ikki koma
aftur á skúlan.
Ósannindi aftanfyri
uppsagnarbræv.
Øll, sum kenna hampa-
mannin Øssur av Steinum,
eru tí illa við av, at nevndin
nú roynir at geva honum
skyldina av íkomnu støð-
uni.
Nevndin hevur valt síðu.
Nevndin hevur valt at
trúgva tí nýggju fyristøðu-
kvinnuni, hóast starvsfólk-
ini á skúlanum meta, at
trupulleikin er fyristøðu-
kvinnan.
Av tí, at nevndin ikki vil
viðganga, at hon hevur
gjørt eitt mistak, við at seta
ein persón, sum ongar
fakligar fyritreytir og ongar
menniskjansligar eginleik-
ar hevur, fyri at leiða ein
tílíkan stovn, hevur nevndin
uppfunnið nakrar grund-
gevingar fyri at siga Øssuri
upp. Eingin av hesin grund-
gevingum heldur.
Fyrsta grundgevingin.
Nevndin sigur: "tá nýggja
fyristøðukvinnan varð sett í
starv, royndu vit at fáa
skipað setanarviðurskiftini
hjá lærarunum á Alv-skúl-
anum. Henda royndin datt
niður fyri, av tí, at tygum
settu tygum hart upp ímóti
hesum arbeiði fyri síðani at
reka fyristøðufólki av hús-
inum við at steingja skúlan
og taka næmingarnar sum
gíðslar í málinum".
Ósannindi:
Tað var ikki bara Øssur,
sum "rak fyristøðufólkið
av húsinum". ØLL starvs-
fólkini á skúlanum vóru
SAMD um at rýma til hús,
tí tey orkaðu ikki at arbeiða
undir nýggju fyristøðu-
kvinnuni. Tey fóru ØLL til
hús og noktaðu at koma
aftur, fyrrenn tey fingu
vissu fyri, at nýggja fyri-
støðukvinnan ikki kom
aftur á skúlan. Eitt av
starvsfólkunum sigur, at
talan var um sálarligan
tortur, sum hon var útsett
fyri av fyristøðukvinnuni.
Eitt annað starvsfólk fekk
eitt sera niðurgerandi skriv
frá fyristøðukvinnuni um
førleikan hjá honum til
arbeiðið. So nú at siga, at
Øssur var einsamallur um
at steingja skúlan, eru
ósannindi. Hann gjørdi
hetta fyri at verja hini
starvsfólkini á skúlanum,
sum ikki vildu arbeiða
undir nýggju fyristøðu-
kvinnuni.
Onnur grundgevingin.
Nevndin sigur um Øssur, at
"tygum hava yvir fyri
almennum myndugleikum
lagt Alv-stýrið undir at
hava stolið pening frá Alv-
skúlanum".
Ósannindi:
Øssur hevur ikki yvir fyri
nøkrum almennum mynd-
ugleika
lagt Alv-stýrið
undir at hava stolið pening
frá Alv-skúlanum. Nevndin
nevnir einki um, nær hetta
skuldi verið hent, og við
hvønn Øssur skal hava sagt
hetta. Hinvegin er tað skjal-
fast, at fyristøðukvinnan
hevur tikið pening, sum
skúlin hevði fingið frá Al-
mannastovuni fyri næming-
ar, og flutt hann til konto
hjá varda verkstaðnum í
Smiðjugerði, og at nevndin
hevur góðkent hesa flyting.
At taka merkir ikki neyð-
turviliga tað sama sum at
stjala. Møguliga er tað
hetta, ið Alv-nevndin hevur
misskilt.
Triðja grundgevingin.
Nevndin nýtir sum grund-
geving fyri uppsøgnini, at
ósemja er um pening, sum
nýggja fyristøðukvinnan
hevur flutt frá skúlanum til
verkstaðin í Smiðjugerði.
Nevndin sigur um hetta, at
"tygum vóru kunnaður um
hesar flytingar, áðrenn tær
vóru gjørdar".
Ósannindi:
Hetta er eisini ósatt og hetta
kann skjalprógvast. Til
dømis flytir nýggja fyri-
støðukvinnan 550 túsund
krónur tann 17. januar,
skrivar ikki bræv til skúlan
fyrrenn 19. januar, upp-
undir eitt vikuskifti, so
skúlin fær ikki fráboðanina
fyrr enn 22. ella 23. januar.
Fyristøðukvinnan
boðar
sostatt ikki skúlanum frá, at
hon hevur flutt 550 túsund
krónur av skúlans peningi
fyrr enn nakrar dagar
aftaná, at hon hevur flutt
peningin.
Fjórða grundgevingin.
Nevndin sigur: " av tygara
eintingum
hava
flutt
160.000 kr. til lærarar skúl-
ans, hóast ósemja er um
lønarmálið, ið gongur í
rættinum".
Ósannindi.
Hetta er grov ósannindi, og
kann eisini skjalprógvast.
Øssur hevur biðið Føroya
Lærarafelag um útrokning-
ar av fólkaskúlalæraraløn-
unum og Handilsskúla-
lærarafelagið um útrokn-
ingar av handilsskúlalær-
aralønunum. Hesar útrokn-
ingar eru seinni góðkendar
av Fíggjarmálaráðnum.
Øssur hevur ikki flutt
nakað av sínum eintingum.
Semja hevur leingi verið
um, at skúlin skyldar lærar-
unum eitt lønareftirgjald
uppá 631.000 kr. Tær
160.000 kr. vóru bert ein
partur av hesum eftirgjaldi.
Nevndin hevur ikki viljað
rindað henda pening, so
málið er farið í rættin eftir
kravi frá Føroya Lærara-
felag.
Nevndarformaðurin Dor-
is Hansen hevur longu við-
gingið, at grundgevingin
um, at Øssur av Steinum
hevur flutt lærarum løn "av
sínum
eintingum"
ikki
heldur. Við Dimmalætting
mikudagin 14.juli sigur
hon, at allir lønarspurn-
ingar eru greiddir.
Tað er rætt. Doris Hansen
viðgongur harvið, at Øssur
av Steinum hevur havt rætt
og at nevndin hevur havt
órætt.
Fimta grundgevingin.
Nevndin sigur um Øssur,
at: "tygum hvørki hava
skilt, hvussu skúlin var
fíggjaður áðrenn 1. januar
2003 ella undir núverandi
fíggingarmynstri".
Ósannindi.
Vanliga verður hugt eftir,
um stovnsleiðarar halda seg
innan fyri teir rakstrar-
karmar, sum teir fáa til-
lutaðar. Øssur hevur alla
tíðina hildið seg innan fyri
teir rakstrarkarmar hann
hevur fingið tillutaðar.
Nevndin hevur heft seg
við, at Øssur hevur goldið
160 túsund krónur av lønar-
eftirgjaldingum í januar
mánað 2003, eftir at skúlin
1. januar 2003 er farin yvir
til vanliga rakstrarjáttan.
Aftur her er tað nevndin
sjálv, sum við uppsagnar-
skrivinum vísir, at hon ikki
hevur skilt játtanarskipan-
ina.
Játtanarskipanin hjá Alv-
skúlanum til og við 2002 er
lýst í viðmerkingunum hjá
Landsgrannskoðaranum.
Skúlin fær " eitt ávegis
gjald, og tá árið er liðugt,
ger skúlin samlaða kostn-
aðin upp. Undirskotið verð-
ur lutað sundur á teir næm-
ingar, sum hava gingið á
skúlanum". Hendan skipan
verður vanliga nevnd "und-
irskotsdekning".
Hesa skipan hevur skúlin
havt frá byrjan í 1960.
Skúlin rindaði á hvørjum
ári undirskotið við egnum
gjaldføri, og fekk síðan
peningin aftur frá Al-
mannastovuni.
Sostatt
skyldaði
Al-
mannastovan Alv pening í
januar 2003 fyri fíggjarárið
2002.
Øssur hevði tí bæði rætt
og skyldu at rinda lærarun-
um tann pening í januar
2003, sum Alv skyldaði
fyri 2002.
Uppsagnarskrivið vísir
sostatt, at nýggja fyri-
støðukvinnan og nevndin
eru ósamd við Landsgrann-
skoðarin og halda seg hava
betri skil fyri játtanarskipan
landsins enn hann.
Sætta grundgevingin.
Nevndin lastar Øssur fyri at
hann hevur goldið oman-
fyrinevnda lønareftirgjald í
januar
2003.
Nevndin
harmast um at "ALV síð-
andi hevur verið noytt at
flyta henda pening aftur til
Almannastovuna av sínum
egna rakstrarkapitali".
Ósannindi.
Hetta vísir, at nevndin ikki
hevur skilt játtanarskipan-
ina, sum var galdandi til 1.
januar 2003. Alv hevur á
hvørjum árið goldið hallið
við egnum rakstrarkapitali.
Alv hevur síðan fingið
hallið endurrindað frá Al-
mannastovuni.
Alv átti tí at lati Øssur
flutt alt lønareftirgjaldið
uppá 631 túsund krónur av
rakstrarkapitalinum
hjá
ALV, tí ALV hevði síðan
fingið hendan pening end-
urrindaðan frá Almanna-
stovuni. Tað er tí fyri-
støðukvinnan og nevndin,
sum hava gjørt ein feil við
at flyta pening frá skúlan-
um til verkstaðin í Smiðju-
gerði, so Øssur ikki fekk
goldið alt lønareftirgjaldið.
Nýggja fyristøðukvinnan
skifti grannskoðara.
Ein kann undrast yvir, at
nevndin kann fara so skeiv
og siga so nógv ósannindi.
Nevndin hevur tó sjálv
ábyrgdina av tí óføri hon er
komin í. Seinastu 25 árini
hevur sami grannskoðarin
hjá grannskoðaravirkinum
Inpact grannskoðað rokn-
skapin hjá Alv. Uttan nakra
grundgeving skifti nýggja
fyristøðukvinnan
og
nevndin grannskoðaran út
.Tey mistu harvið nógva
vitan um játtanarviðurskift-
ini hjá stovninum.
Sjeynda grundgevingin.
Vegna nýggju fyristøðu-
kvinnuna rekur nevndin í
uppsagnarskrivinum upp-
undir, at Øssur hevur verið
torførur at samarbeiða við.
Um Alv-skúlan:
Grundgevingarnar fyri uppsøgnini av Øssuri av Steinum
eru allar ósannar
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
11
10