Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 144 - 3. august 2004 Nr. 144 - 3. august 2004 13 Jóannes Eidesgaard í Grasa- garði Niels Uni Dam Vættrastígur 6, kj. FO-100 Tórshavn Tað frøddi meg al- mikið at hoyra røðuna, sum løgmaður helt í Grasagarði ólavsøku- aftan. Røðan vísti dirvi og vit. Mín virðing fyri bæði Jóanesi Eides- gaard og løgmans-em- bætinum vaks. Al- mennu Føroyar sendu ein kláran boðskap, at Føroyar eru fyri allar føroyingar, og at tol- semi og andsfrælsi skulu ráða. At Jenis av Rana, sum umboðar ein andaliga víðgongdan minniluta, finnist at løgmanni, vísir bert hvussu beinrakin røð- an var. Jenis má ikki gloyma at tolsemi gongur báðar vegir. Vit sum hoyra til meiri- lutan av føroyingum, vísa tolsemi yvir fyri Jenis, hann hevur andsfrælsi, og tað skal hann hava. Men neyð- ugt er at eisini hann vísur tolsemi yvir fyri øðrum. Tað var júst hetta sum løgmaður um- røddi; skulu Føroyar vaksa sum tjóð, eiga vit at hava virðing yvir fyri hvør øðrum. Takk fyri røðuna løgmaður. Sjálvt um eg ikki havi valt teg, ella nakran í tínum parla- mentariska grundar- lagi, so gjørdist tú eisini mín løgmaður í Grasagarði. VIÐMERKINGAR Ósannindi. Hetta er eisini ósatt. Øssur hevur verið fyrimyndarlig- ur at arbeiða saman við. Hetta sæst kanska best av, at starvsfólkini við Áir hava støðast. Av teimum, sum arbeiða í føstum starvi, hava trý arbeitt á skúlanum í 18 ár, ein í 9 ár og ein í 5 ár. Hinvegin kundi nevndin spurt seg sjálva, hvussu tað ber til, at verkstaðurin í Smiðjugerði, sum bert hev- ur virkað í tvey ár, longu hevur mist helvtina av sínum starvsfólki. Hvat er revalidering? Stovnurin Alv hevur øll árini havt til endamáls at revalidera fólk. Revalider- ing merkir, at vit við at geva einum fólki skúla- gongd ella læru hava gjørt tey før fyri at klára seg á jøvnum føti við onnur á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at náa hesum máli hevur skúlin bert givið undir- vísing, men ikki havt egnar próvtøkur. Próvtøkukrøvini eru tey somu sum hjá Før- oya Handilsskúla. Føroya Handilsskúli gevur handils- næmingunum FHS-prógv. Næmingar, ið taka 9. floks prógv, fara til próvtøku á Felagsskúlanum á Oyrar- bakka. Tað at næmingarnir á Alv-skúlanum hava eina formliga góðkenda útbúgv- ing gevur einum framtíðar arbeiðsgevara trygd fyri, at næmingarnir duga tað sama sum á øðrum skúlum. Hetta er ein høvuðsorsøk til at heili 70 % av næmingunum koma í arbeiði eftir at hava verið í skúla við Áir. Nýggja fyristøðukvinnan forðar fólki í at verða revalidera. Hesa mannagongd hevur nýggja fyristøðukvinnan broytt. Hon skipar fyri egn- um skeiðum. Fólk ganga á hesi skeið, men fáa einki góðkent prógv, tá undirvís- ingin endar. Av tí sama er enn eingin revalideraður av skeiðinum, sum nýggja fyristøðukvinnan hevur staðið fyri. Eitt skeið, sum hon hevði skipað fyri, byrj- aði fyrst í januar í ár í Runavík, men hetta skeiðið fekk ikki nóg nógvar næm- ingar. Hon ringdi tá til Alv- skúlan og bað næmingar, sum gingu í skúla har, um heldur at koma á skeiðið, sum hon hevði skipað fyri. Hesir næmingar hava ikki fingið nakað góðkent prógv, tí skúlin er ikki góð- kendur. Tey hava bert fingið eina váttan, at tey hava tikið lut í einum skeiði. Hetta stillar tey munandi verri fyri, tá tey skulu út á arbeiðsmarkn- aðin. Ein næmingur, sum hevði kunnað tikið 9. floks prógv við Áir, og síðan tikið FHS-prógv komandi skúlaár, stendur nú við eini váttan, sum ikki kann brúkast nakrastaðni. Nýggja fyristøðukvinnan vísir við sínum gerðum, at henni vantar virðing fyri formliga góðkendum út- búgvingum. Øssur og hini starvsfólkini hava røkt síni størv fyrimyndarliga. Øssur hevur nú í umleið 25 ár fyrimyndarliga røkt sítt starv sum undirvísingar- leiðari á einum endurbúgv- ingarstovni og ígjøgnum hesi árini hjálpt millum 250 og 300 brekaðum fólkum útaftur í vinnulívið. Aðra- staðni hevði hann fingið heiðursmerki fyri sítt arbeið fyri brekað. Eg fekk virðing fyri Øssuri, tá hann, sum ikki sjálvur var brekaður, kort- ini vísti so stóran áhuga fyri lagnuni hjá brekaðum og dugdi at síggja evnini í næmingunum. Hitt sama kann sigast um Emmu Zachariasen, Mariu av Steinum og Brand Petersen, sum nú í nógv ár við lív og sál hava gingið høgt uppí teirra arbeið á skúlanum. Nýggja fyristøðukvinn- an, sum ikki er lærari, hevur frá fyrsta degi vanvirt teirra arbeiði sum lærarar og ta orku tey hava lagt í skúlan við Áir. Nevndin hevur stuðlað henni í hes- um og hevur ongantíð lagt í ella megnað at tálma tað niðurbrótandi orðalagið og gerðirnar hjá fyristøðu- kvinnuni mótvegis starvs- fólkunum við Áir. Verða nøkur starvsfólk eftir á skúlanum, um Øssur verður uppsagdur? Nevndarformaðurin Doris Hansen sigur í Dimmalætt- ing 14.juli, at skúlin heldur fram óbroyttur komandi ár, og at eingin hevur sagt seg úr starvi. Starvfólkini á skúlanum hava longu verið hjá lands- stýrismanninum og sagt frá, at tey fara úr starvi, um Øssur verður uppsagdur. Tey vita, at talan er um eina ógrundaða uppsøgn. Sjálv- andi fara tey ikki at siga upp, uttan at Øssur fyrst er farin úr starvi, og sjálvandi siga tey ikki upp, fyrr enn tey hava annað starv at fara í. Doris Hansen vísir at hon ikki tekur starvsfólkini fyri fult, og harvið vanvirðir hon tey enn einaferð. Føroya Lærarafelag er fullgreitt um ta órættvísu viðferð Øssur hevur fingið, og hevur tí avgjørt at blokera leiðarastarvið við Áir, um so er, at nevndin lýsir starvið leyst. Eisini hetta velur Doris at ignor- era. Ein virðilig loysn? Niðurstøðan er, at nevndin við at siga Øssuri upp, hevur framt justitsmorð. Hinvegin má tað ásannast, at samstarvið millum nýggju fyristøðukvinnuna øðrumegin og Øssur og starvsfólkini við Áir hinu- megin, hevur gingið illa. Men tað er skeivt at geva Øssuri skyldina fyri hetta. Tað eru helst fleiri mátar at greiða torføru støðuna uppá. Ein máti, ið hevði víst virðing fyri báðum pørtum, kundi verið, at Alv-skúlin varð fluttur frá sjálvsognarstovninum Alv og Almannamálaráðnum til Mentamálaráðið, soleiðis sum ætlanin hevur verið seinastu árini. Skúlin hevði á henda hátt komið í eitt skúlafakliga meira hósk- andi umhvørvi og undir eftirlit, sum er meira áhug- að í undirvísingarvirksemi- num hjá Alv. So kunnu Alv og Almannamálaráðið halda áfram við varda verkstaðnum í Smiðju- gerði, so frægasta úrslitið fæst har. Ólavur Hátún Við sáttmálasamráðingum í vár fingu musikkskúlalær- ararnir ljóð fyri sínum sjálvsøgdu ynskjum um lønarkor samsvarandi teim- um, sum útbúnir musikk- lærarar hava aðrastaðni. Men fyri musikkskúla- skipanina gjørdist hetta ein Pyrrhus-sigur, tí hann kost- aði skúlanum ikki færri enn fimm lærarastørv, og eini 200 musikkskúlanæmingar stóðu uttan lærara, av tí at eingin økt fíggjarjáttan til musikkskúlan fylgdi við nýggja sáttmálanum. Tíbetur hava foreldur at verandi musikkskúlanæm- ingum og foreldur at teim mongu børnum, sum enn bert hava áralangt útlit í einari bíðirøð, gjørt álvars- ligan vørr um hesi vanda- viðurskiftir, og nú málið verður reist í løgtinginum, er tað at vóna, at ein loysn er í eygsjón, so musikk- skúlin ikki aftur verður fyri lemjandi skerjing, sum hann hevur verið tað fyrr. Við Royndarmusikkskúl- anum byrjandi á heysti 1981 fingu vit eina musikkundirvísing í lag, sum eftir fáum árum breiddi seg so skjótt út um at kalla alt landið, at tá lógarskipaðir musikkskúlar tóku við eftir summarfrí 1985, vóru ikki færri enn 24,5 full musikklærara- størv í skipanini. Spurdur av landsstýris- manni um, hvussu nógvar lærarar ein fult útbygdur musikkskúli fór at krevja, kundi eg tá leysliga meta, at talan fór at verða um eini 50 - 60 fulltíðarstørv. Týdn- ingarmikil partur av enda- máli musikkskúlans er jú, at hann, so væl sum til ber, skal skapa fortreytir fyri einum virknum tónleikalívi úti um alt landið, og tað krevur umfatandi og fjøl- broytt undirvísingartilboð. 50-60 musikklærarastørv mundi ljóða av nógvum; men eg kundi tá vísa á, at grannar okkara fyri vestan íslendingar, bert 5-6 ferðir fleiri enn vit í tali, høvdu heili 600 musikklærarar í fulltíðarstarvi. Áhugin fyri nýggja musikkskúlatiltakinum var støðugt vaksandi, og so mikið varð strongt á eftir lærarum, at komið var upp á 44 full størv, tá ið fíggjar- kreppan fór at taka seg upp. Natúrligt var tað, at musikkskúlin tá dvøldi á og eisini tók nøkur fet eftir hæli; men í einum lands- stýrisskeiði fyrst í 90-árun- um hendi tað vanlukkuliga, at musikkskúlin misti ta politisku vældvild, sum fram til tá hevði givið hon- um so góðan byr. Hann bleiv skerdur heilt niður til tey bert 25 lærarastørvini, sum hann restina av mínari musikkskúlatíð og ár eftir tað mátti liva við; tí um enn hugburðurin hjá ovastu politisku leiðsluni aftur vendi sær til tað positiva, so vóru í teimum árum ongar atstøður til at fáa kvinkað nøkur fíggjartøl uppeftir aftur. Sum dømi um fylgjurnar av hesari viðferð kann t.d. nevnast, at Musikkskúlin i Vágum, sum eftir hesum fáu árum hevði skapt eitt Vága Ungdómsorkestur, ið ikki bert gjørdist fyrimynd- arligt her í landinum, men eisini vann sær sóma á kon- sertferðum uttanlands, misti so nógv av sínum tímatali, at orkestrið føln- aði niður til at vera lítið meira enn eitt eiti av tí, tað hevði fingið ment seg upp til. Nevnast kann eisini, at Musikkskúlin í Sandoynni, sum við tveimum fulltíðar musikklærarastørvum hevði eina bjarta framtíð fyri sær, misti flogið og mær vitandi ongantíð er komin rættiliga fyri seg aftur eftir døttin. Eitt triðja dømi: Heitið Klaksvíkar Kamarorkestur var einaferð frammi, og við tí vøkstri, sum tá var, har tað eina tíð búðu bæði cello- og kontrabasslærari í norðurøki musikkskúlans, vóru góð útlit fyri einum kamarorkestri í samarbeiði millum Klaksvík og Eyst- uroynna. Men við tí skila- leysa veruleika, at musikk- skúlaskipanin nú í meira enn 10 ár bert hevur kunn- að hýst tí eina cellolæraran- um, sum umframt sítt virki í høvuðsstaðnum eisini hevur verið noyddur at ferðast bæði til Vestmann- ar, inn í Eysturoynna og til Klaksvíkar, eru ongir møguleikar fyri slíkum or- kesturvirksemi, sum strúk- araundirvísingin annars skuldi miðað ímóti. Hesi dømi burtur úr fleiri verða her borin fram fyri at gera myndugleikum og politikarum greitt, at tað ikki bara snýr seg um livi- breyðið hjá fimm musikk- lærarum og mistar møgu- leikar hjá 200 næmingum, men at musikkskúlin, hesin einaferð so vónríki vøkstur í okkara mentanarlívi, í veruleikanum bert hevur ligið í hálvum gekki í øll hesi nevndu mongu ár og tí í alt ov lítlan mun er slopp- in at seta í verk tær hug- sjónir og teir møguleikar, sum hann ber í sær, og sum hann var ætlaður til. Tað verður tí eitt harmilig aftur- stig fyri okkara tónleikalív, um hann nú aftur skal verða fyri skerjandi smeiti, nú hann endiliga er við at fáa føturnar fyri seg av nýggj- um. Musikkskúlin kortini eirdur undan hóttafalli av nýggjum? Framhald av síðu 11 – Vit geva okkara ráð, og so er tað upp til myndugleikarnar at taka ráðini til eftirtektar – ella at vraka tey. Veiðitrýstið er eftir okkara tykki ov stórt, og vit halda, at tað fær avleiðingar fyri fiskiskapin undir Føroyum, at politiski myndugleikin ikki vil taka neyðugu stigini, sigur Hjalti í Jákups- stovu, leiðari á Fiski- rannsóknarstovuni FISKIDAGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt uppskot fyri tingið um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Í høvuðsheitum mælir landsstýrið til, at fiskidag- arnir á landgrunninum verða skerdir við 1,5% yvir ein kamb. Í uppskotinum verður Føroyabanki kortini undantikin; har skulu fiski- dagarnir skerjast við 10%, samstundis sum bankin skal friðast í gýtingartíðini. Aftrat hesum ætlar lands- stýrismaðurin at skerja hjá- veiðina hjá lemmatrolarun- um á innaru leiðunum. Tó verður í uppskotinum einki sagt um, hvussu stór henda skerjing skal verða. Uppskotið hjá landsstýr- ismanninum er als ikki í tráð við tilmælini hjá Fiski- rannsóknarstovuni, sum mælti til nógv størri skerj- ingar av veiðitrýstinum. Avleiðingar – Vit gera okkara tilmæli til landsstýrismannin, og síð- an er tað upp til politisku myngugleikarar at taka ráðini til eftirtektar – ella at vraka tey. Soleiðis er skip- anin, og soleiðis eigur tað at vera. Politikararnir kunnu fylgja okkara ráðum ella vraka tey. Okkara ráð eru ikki fylgd, nú lands- stýrismaðurin skjýtir upp, at fiskidagarnir á land- grunninum bert verða skerdir við 1,5%, og skerj- ingin á Føroyabanka ætl- andi verður 10%. Hjalti í Jákupsstovu, leið- ari á Fiskirannsóknarstov- uni, sigur, at hann hvørki er nøgdur ella ikki nøgdur við tilmælið hjá landsstýris- manninum. – Vit gera tað, sum skip- anin áleggur okkum at gera, og til tess at náa hes- um máli, hava vit havrann- sóknarskipið, Magnus Heinason, sum ger sínar regluligu kanningar, har yvirlitstrolingarnar eru ein týðandi partur av hesum arbeiði. Vit kanna eisini aldursbýtið hjá fiskinunum, og hvussu veiðan hjá skip- unum broytist. Fiskirannsóknarstovan heldur, at veiðitrýstið er ov stórt, og at tað hevur avleið- ingar fyri fiskiskapin undir Føroyum, at politisku myndugleikarnir ikki taka neyðugu stigini til tess at minka um trýstið. Smáur fiskur Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at ein avleiðing av stóra trýstinum á fiskastovnarnar er, at fiskurin er so smáur. – Vit síggja, at fiskurin er rættiliga smáfallandi, og hetta er ikki minst galdandi fyri upsan. Ein orsøkin er, at fiskurin sleppur ikki at gerast gamal. Tann stóri fiskurin verður veiddur, og tann smái fiskurin verður eisini tikin, áðrenn hann er vaksin. Við verandi veiði- trýstið hevur fiskurin eftir øllum at døma ongan kjans at veksa. Spurdur, hvussu tað ber til, at nøgdirnar av smáum fiski eru so stórar, tá ið veiðitrýstið sambært fiski- frøðingum er ov stórt, sigur hann, at hetta kemst av, at vit hava havt góðar árgang- ir. – Talið av stórum fiski í havinum er sjálvsagt minni enn av smáum fiski, og tá ið trýstið er ov stórt, minkar talið av tí størra fiskinum uppaftur meira, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Ofta hevur verið ført fram, at fiskidagaskipanin, sum vit fingu fyri átta árum síðan, er sjálvregulerandi á tann hátt, at er nógv til av fiski, verður veiðan størri – og er minni til, verður veið- an minni. Men treytin fyri, at skipanin kann vera sjálv- regulerandi er, at veiðitrýst- ið ikki økist. – Vit halda, at veiðitrýst- ið er nógv økt undir fiski- dagaskipanini – við nýggj- ari skipum, bæði á trol- og húkaveiði. Spurdur, um tað ikki tekniskt ber til at prógva økta veiðitrýstið, sum Fiskirannsóknarstovan vil vera við hevur verið, sigur Hjalti, at tað saktans letur seg gera, men hetta er ikki so einfalt. – Vit hava ikki orku til at gera hetta, sigur hann. Hjalti vísir á, at einki stendur í stað, og tað ger veiðitrýstið heldur ikki, tá ið flotin verður effektiviser- aður. – Trolararnir eru vorðnir effektivari, og tað eru línu- skipini og útróðrarbátarnir eisini. Vit kunnu siga, at talan er um smáar einstakar effektiviseringar, sum til- samans gera stóran mun, sigur hann. Trolararnir Í uppskotinum hjá lands- stýrismanninum verður mælt til at skerja veiðina hjá lemmatrolarum eftir toski og hýsu. Vit spurdu Hjalta, hvønn týdning tað hevur havt fyri toska- og hýsustovnin, at partrolarar í størri mun hava roynt eftir toski og hýsu, nú upsaprísurin hevur verið so lágur. – Sjálvsagt ger alt mun, men her eiga vit at hava í huga, at partorlararnir í fjør ikki fiskaðu ta nøgd av toski og hýsu, sum teir sambært fiskisagaskipanini hava loyvi at fiska, og tí er ikki nógv av siga um hetta, so leingi teir fiska sambært galdandi lóg. Hjalti er hinvegin ikki so fegin um, at lemmatrolar- arnir hava tonsakvotur av toski og hýsu á innaru leið- unum, tí fiskidagaskipanin byggir á dagar og ikki á tonsatøl. Leiðarin á Fiskirann- sóknarstovuni heldur, at niðurskurðurin í dagatalin- um á Føroyabanka uppá 10% er alt ov lítil, tí veiði- trýstið á bankanum er tví- faltað seinastu tvey árini. – Vit mælti til, at veiði- trýstið á bankanum verður tað sama sum fyri tveimum árum síðan, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda. Fiskurin sleppur ikki at gerast gamal – Talið av stórum fiski í havinum er sjálvsagt minni enn av smáum fiski, og tá ið trýstið er ov stórt, minkar talið av tí størra fiskinum uppaftur meira, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Vilmund Jacobsen - Trolararnir eru vorðnir effektivari, og tað eru línuskipini og útróðrarbátarnir eisini. Vit kunnu siga, at talan er um smáar einstakar effektiviseringar, sum tilsamans gera stóran mun, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 13 12