týsdagur 3. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2004
15
Í farnu viku lækkaðu láns-
brævarenturnar orsakað av
búskaparvakstrartølunum
úr USA, ið vóru kunngjørd.
Hóast vøksturin fyri fyrsta
ársfjórðing varð dagførdur
úr 3,9% í 4,5% so gjørdist
vøksturin fyri annan árs-
fjórðing 3,0%; væntað varð
3,7%. Hóast vakstrartølini
ikki vóru eins vánalig, og
líkt var til, so lækkaðu láns-
brævarenturnar kortini.
Ein onnur orsøk til lækk-
aðu
lánsbrævarenturnar,
vóru ávaringar frá innan-
lendis trygdarráðnum í
USA, um yvirgang. Eisini
oljuprísurin, ið er javnt og
samt hækkaður allan juli
mánaða, hevur trýst rentur-
nar niður. Oljuprísurin er í
høvuðsheitum hækkaður av
búskaparligu framgongdini
í heiminum; samstundis
kann ein ov høgur oljuprís-
ur tálma hesai framgongd.
Tá 10 ára rentan var á
lægsta stigi í ár var hon
4,01%, hægsta stigið var
4,59%.
Høvuðshendingin hesa
vikuna verður fríggjadagin,
tá
mánaðarliga
ameri-
kanska arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin verður kunn-
gjørd.
Seinast
gjørdist
hendan eitt vónbrot tá ein-
ans 112.000 arbeiðspláss
vóru sett á stovn. Hesuferð
verður roknað við, at
247.000 arbeiðspláss verða
sett á stovn. Sannlíkindi er
tó fyri einum hampuligum
tali, ið kann fáa renturnar at
hækka.
Eisini vinnuálitið úr USA
(ISM), fer at ávirka vikuna.
ISM
verður
kunngjørt
mánadagin. ISM hækkar
væntandi eitt vet, men sam-
stundis verður eisini prís-
vakstrar-ISM kunngjørt. Tí
verður trupult at siga,
hvussu ISM sum heild fer
at ávirka. Av tí at fleiri veik
lyklatøl eru kunngjørd í
seinastuni metur Kaup-
thing, at høvuðstalið, ið
bendur á virksemið í USA,
fer at ávirka mest.
Hesa vikuna kunngerða
m.a. virkini Tele2, TDC,
NovoZymes og Sandvik
roknskap. Hetta eru tíðandi
virkir
á
norðurlendsku
marknaðunum, men megna
ikki at ávirka parbræva-
marknaðirnar sum heild.
Sum heild kann ein
óstøðug vika væntast, har
ISM fær fyrsta orðið. Her-
eftir fara marknaðirnir at
bíða eftir arbeiðismarkn-
aðarfrágreiðingini. Hendan
fer at fáa ávirkan á hvussu
renturnar fara at hátta sær
næsta mánaðin. Annars
hevur ECB rentufund hesa
vikuna, men hesin er ikki
serliga áhugaverdur.
Lánsbrævarentur lækkaðu
Vika 32, 2004
www.kaupthing.fo
- Skulu pedofilar eisini við-
urkenna sín seksuella sam-
leika? Er humanisman í ferð
við at máa støðið undan føstu,
tryggu virðunum? Hetta spyr
Símun Absalonsen eftir røð-
una í Grasagarði hjá Jóan-
nesi Eidesgaard á tiltakinum
hjá Friðarboganum
Símun Absalonsen
Viðmerking
Í Danmark er politiska skipan-
in seinastu tíðina tvær ferðir
vorðin útpurrað í samband við
mál, ið viðvíkja fólkaskúla-
num og fólkakirkjuni. Skúla-
málið viðvíkur sonevnda Sam-
uelskolen, ið sigst ikki at geva
frálæru eftir almennu undirví-
singarkunngerðini.
Skúlin
hevur dittað sær vísundaliga at
seta spurnartekin við, um
menniskjað er ættað frá apum,
sum aftur eru ættaðar frá
skriðdjórum, sum aftur eru
ættað frá fiskum, sum aftur
eru ættaðir frá amøbum, sum
aftur eru ættað úr gróti, sum er
komið úr ongum.
Skúlin ivast í, um niðanfyri
standandi matematiska líkning
hevur vísundaligt grundalag:
Stjørnustøv + tíð = omma +
abbi.
Embætismannavaldið
í
Danmark heldur fast við, at
ikki eigur at verða sett spurn-
artekin við "náttúruvísunda-
liga" familjualbumið, og um
skúlin ikki heldur fast við al-
mennu trúarjáttanina á oman-
fyri nevndu líkning, so verður
eingin statsstuðul latin skúla-
num.
Trúgv á menniskjuna sum
eina biologiska yvirlivilsis-
maskinu, vorðin til av kos-
miskari tilvild, er í navninum á
sonevndari rationalismu og
fólkaupplýsing vorðin eitt
"religiøst" faktum. Her er ikki
pláss fyri sakligum vísunda-
ligum atfinningum, og enn
minni nøkrum metafysiskum
"møsni" um ein møguligan
skapara.
At tað ikki bert eru "funda-
mentalistiskir býttlingar" ið
ikki góðtaka omanfyri nevndu
líkning, men eisini ørgrynna
av professarum innan náttúru-
vísund, harav fleiri nobelvinn-
arar, er neyvan paratvitan inn-
an skúlagátt. Slík vitan er ney-
van lætt atkomilig í einum
sensureraðum skúla, ið skal
eitast at vera rúmskygdur.
Vit mugu bert staðfesta at
staturin ræður sjálvur fyri,
hvat hann stuðlar, men enn
hava vit tíbetur rætt at hugsa.
Grosbøll málið
Hitt málið ið hevur stolið for-
síðurnar í donsku bløðunum er
"Grossbøll" málið. Ein prestur
í fólkakirkjuni, ið sum kunn-
ugt er partvíst statsstuðlað,
sigur seg ikki trúgva á skapar-
an. Ivasamt er nú um hann
varðveitir embætið og sín
"stuðul" frá statinum.
At staturin setur sum krav, at
ein prestur í fólkakirkjuni hev-
ur trúgv á skaparan er væl
skiljandi. Men løgið má tað
kennast, at meðan skapanar-
trúgv er treytin fyri at staturin
kann stuðla fólkakirkjuni, so
er skapanarvantrúgv treyt fyri
um sami statur skal stuðla
fólkaskúlanum.
Hvat mundu Kierkegaard og
Grundtvig sagt í dag um sítt
kæra skisofrena móðurland.
Svensk toleransa
Í Svøríki hava tveir dómsúr-
skurðir í ár fingið nógva um-
talu í pressuni. Ein fríkirkju-
prestur er dømdur 30 dagar
aftanfyri rimarnar, av tí at
hann í eini prædiku hevði tikið
undir við bíbilska sjónarmið-
num um homofili. Hann varð
meldaður eftir sonevndu anti-
diskriminatiónsparagraffini.
Dómstólurin mátti tískil viga
hesa paragraff uppímóti lógini
um trúar- og talufrælsi, men
hesar seinnu vórðu funnar ov
lættar at vera og presturin
noyðist tí aftur um rimarnar í tí
"toleranta" Svøríki.
Enn er bíblian kortini ikki
tikin av hyllini í svenskum
bókhandlum.
Hin dómurin viðvíkur drápi-
num av kenda svenska politik-
aranum Anne Lind. Hon varð
mett av mongum sum kom-
andi socialdemokratiskur for-
sætisráðharri.
Drápsmaður
hennara varð dømdur í sálar-
liga viðgerð, og verður helst
eftir hesa viðgerð ein fríur
maður. Einkjumaðurin eftir
Onnu Lind er í øðini og nógvir
sviar eru ørkymlaðir. Teir
krevja lógina broytta og halda,
at drápsmaðurin slapp alt ov
lætt.
Socialdemokratiski flokkur-
in í Svøríki hevur verið ein
framherji í heiminum tá talan
er um at innføra humanistiska
lóggávu. Humanisma er ein
filosofisk fólkareligión, sum
er ateistisk, tvs. trýr ikki á
nakran Gud. Humanisman
hevur tikið nakað av sínum
"bleytu virðum" úr kristin-
dóminum, og roynir at misnýta
kristindómin fyri at markn-
aðarføra síni sjónarmið, men
humanisman avnoktar avgjørt
játtanargrundarlagið í kristnu
trúnni. Hetta kann lesast í hu-
manistiska manifestinum frá
1973.
Tá eingi absolutt virði finn-
ast í tilveruni, er spurningurin
um rætt ella skeivt altíð rela-
tivur. Etikkur og moralur er
avgjørdur útfrá tíðarráki. Tað
sum etiskt rætt í dag er kanska
skeivt í morgin og øvugt. Eitt
samfelag ið byggir á human-
ismu gerst ein tongul í brimi.
At svenskir socialdemokrat-
ar eru ørkymlaðir eftir dómin í
Onnu
Lindt
málinum
er
kanska skiljandi. Men teir
hava í stóran mun mynda
svenskt lóggávuvald í ein
mansaldur, og spurningurin er
tí, um "fríkenningin" av dráps-
manninum ikki beinleiðis er
eitt úrslit av tí humanistiska
evangelii, teir sjálvir í stóran
mun hava verið við til at inn-
ført í Svøríki.
Menniskjalig gen avgera nú
ikki bert húðalit. Men summir
humanistar prædika at øll atf-
erð er annahvørt miljø- ella
genbestemt, tað veri seg
seksuell orientering, religiøsi-
tetur, kriminaliteur, osfr. Og tá
vit ikki sjávi avgeran miljø ella
gen, kunnu vit so ábyrgjast
fyri tí, ið vit gera?
Føroyar við
eitt vegamót?
Men tað er ikki bert í Svøríki
og Danmark at borgarar kunnu
fáa ikki sørt ambivalentar
kenslur mótvegis politiska
valdinum. Føroyar eru einki
undantak. Politikarar okkara
vera stundum bodnir við til
ymisk tiltøk og alt gott um tað.
Kl. 19 ólavsøkuaftan vóru tvey
umboð fyri landsstýrið við til
tvey ymisk tiltøk. Løgmaður
røddi í Grasagarði, har felagið
Friðarbogin (felag teirra sam-
kyntu) skipaði fyri, og sam-
stundis var mentamálaráðharr-
in í Margarinfabrikkini har
hann helt røðu í samband við,
at framsýningin um kristna
mentunararv føroyinga lat
upp.
Í røðu løgmans vóru lykla-
orðini "hóvsemi, andsfrælsi og
tolsemi". Hetta ljóðar sera
gott, men spurningurin er, um
hesi hugtøk kunnu standa
einsamøll, uttan at finna
akkersgrund í føstum virðum.
Tey føstu virðini eru ikki til at
fáa eyga á í humanistisku røðu
løgmans og tað reisir beinan
vegin nakrar spurningar.
Tá løgmaður tosar um tol-
semi, er tað tá tað svenska
"tolsemi" vit kunnu vænta
okkum? Tá løgmaður í røðuni
sigur, at tað er skilagott at við-
urkenna sín egna kynsliga
samleika, umfatar hetta so eis-
ini tey pedofilu? Soleiðis
kundu vit hildið á at spurt.
Røðan hevði onga hellugrund,
og reisir fleiri spurningar held-
ur at svara nøkrum.
Øðrvísi var í margarinfa-
brikkini. Her røddi menta-
málaráðharrin um tey føstu
kristnu virði, ið hava bygd tjóð
okkara, men sum í dag tykjast
at standa við eitt vegamót.
Hann nevndi eisini humanism-
una, sum ikki viðurkennir sær
nakrar fastar normar, ella
nakran mynduleika yvir sær.
-Í humanismuni er tað
menniskjað sjálvt, ið skapir
sær sínar egnu normar, einki
pláss er fyri nøkrum givnum
lívsreglum og eingir normar
eru, sum ikki kunnu broytast,
segði mentamálaráðharrin.
Hann endurgav fleiri dømi
úr føroyskum skaldskapi sum
staðfesti, at kristni siðaarvur
og mentan ikki vóru flótandi
hugtøk, men absolutt virði.
Tað vóru slík virði, ið eyð-
kendi førningin hjá monnum
sum Símun av Skarði, Mikkjal
á Ryggi, Rasmus á Háskúla-
num, oø.
Nú ólavsøkan er farin aftur-
um er at vóna, at hóvsemi,
andsfrælsi og tolsemi, grundað
á trygg og føst virði, í fram-
tíðini skulu eyðkenna tjóð
okkara.
Millum mongu føroysku
skaldsligu perlurnar ið menta-
málaráðharrin endurgav ólav-
søkuaftan var eisini hendan
eftir Jóannes bónda:
-Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv, at
vit ikki lata svíða, dugnaloysi
til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja,
føroyingunum her at byggja.
Ivasom løgmansrøða í Grasagarði
15
14
Nr. 144 - 3. august 2004
Í ár eru 30 ár liðin,
síðani fyrstu ferð
varð sungið á Vagl-
inum á ólavsøku, og
seinnu árini er eisini
vorðin fastur táttur at
kvøða Ormin Langa,
tá midnáttarsangurin
er av
ÓLAVSØKA
Orð og myndir
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Um tíggju ella tólvtúsund
fólk vóru savnaði á Vagl-
inum á midnátt ólavsøku-
kvøld. Longu um ellivu-
tíðina, tá Frelsunarherurin
hevði útimøti var stúgvandi
fult av fólki og lýddi á
teirra vakra song og vitnis-
burð.
So hvørt klokkuni nærk-
aðist midnátt vaks manna-
múgvan. Áarvegurin, Vagl-
ið, Tinghúsvøllurin, Ting-
húsvegurin og Niels Fin-
sensgøta, allastaðni var
stúgvandi fult, og út í
hvønn krók stóðu fólk.
Ongantíð áður hevur undir-
tøkan verið so góð sum í ár.
Her vóru fólk av øllum
slag savnaði - fólk við
ymiskum lívsákoðanum og
lívslagnum - øll sungu
sama lag og somu orð.
Kenslan av felagsskapi er
intens eina slíka løtu. Tað
kendist, sum hoyrdu vit øll
saman, og tað vóru helst
fleiri enn eg, (blaðkv.) sum
kendu eina gleði um at
verða fødd í Føroyum og at
hoyra til her.
Tað sjáldsama við hesi
løtu er, at alt gongur so
friðarliga fyri seg, eingi róp
ella geipan, og eingin er,
sum ger ónáðir.
– Tað var av tilvild, at
hetta tiltakið byrjaði, sigur
Ólavur Hátún, sum øll árini
hevur leitt sangin.
Nakrir av sangarunum í
Havnakórinum hittust til-
vildarliga í býnum og tóku
á at syngja. Fólk, sum vóru
í býnum, vóru skjót at taka
undir við sanginum, og
soleiðis byrjaði hetta væl-
umtókta tiltak fyri 30 árum
síðani.
Krevur sín mann
Tað varð eisini vanligt tá, at
fólk eftir sangin slóu saman
ring og dansaðu føroyskan
dans. Tó gingu nógv ár,
áðrenn hetta varð skipað,
sum tað er í dag. Fólk
dansaðu hvør í sínum lagi,
sum best bar til og kvøddu
ymisk kvæði.
Ólavur Hátún greiðir frá,
at hann heitti á lands-
dansifelagið, Sláið Ring,
um at finna ein fastan skip-
ara, so dansurin kundi
ganga betur.
– Hetta hildu vit vera eitt
gott hugkot, og vit gjørdu
av at biðja Petur Olivar í
Hoyvík taka sær av at skipa
føroyska dansin á ólavsøku,
sigur Regin Eikhólm, sum
tá var formaður í Sláið
Ring.
– Til at skipa føroyskan
dans í so stórari manna-
múgvu krevst ein hollur og
støðufastur skipari, og tað
mettu vit Petur Olivar at
vera. Hann hevur góða og
fasta rødd og fer ikki av
lagi, um onkur í kenningini
hevur hug at órógva hann,
sigur Regin.
Á heimasíðuni hjá Sláið
Ring
skrivar
Eyðun
Andreasen, fólkalívsfrøð-
ingur soleiðis:
"Skiparin er høvuðs-
persónurin í frásøgnini ella
rættari framførsluni. Hann
byrjar kvæðið ella vísuna,
og hann byrjar øll ørindini.
Hann setur sín serliga dám
á dansin. Hann ger av
tempo, hvussu høgt verður
kvøðið, um kvøðið verður
stillisliga ella harðligari,
hann setur sín dramatiska
dám á dansin við at brúka
allar teir møguleikar, dans-
urin goymir í sær.
Atburður og háttalág við
ørmum og kroppi og and-
litsbrá hansara hava nógv at
siga, fyri at skiparin kann
fáa tað rætta sambandið við
dansifólkið, so hann fær
kvæðið undir fót, frásøgan
eydnast og dansurin gongur
væl".
Tað var í 1996, at Petur
Olivar fyrstu ferð skipaði á
ólavsøku, og hevur hann
skipað Ormin Langa hvørja
ólavsøku síðani tá.
Teir, sum skipa fyri sangi
og dansi á Vaglinum, eru
sera vælnøgdir við tiltakið í
ár. Sum nakað nýtt var til
sangin spælt undir upp á
harmoniku, og riggaði tað
serstakliga væl og lyfti
sangin, so fólk sungu væl
við.
Tað var nakað nógv ferð
á dansinum í byrjanini, men
tað fekk skiparin bilbugt
við, so hvørt dansurin leið.
Hetta komst helst av, at
sangløtan endaði við einum
løttum kvæði, men møgu-
liga eisini tí, at fólk duga
Ormin Langa, eitt nú frá
útgávuni hjá Týr, siga tey,
ið hava skil fyri føroyskum
dansi.
Fyrr í tíðini var vanligt, at kvøðið varð heima við hús um kvøldarnar, tá fólk sótu í
roykstovuni, hvør við sínum arbeiði. Hetta var brúkt sum undirhald og fyri at lætta um
arbeiðið.
Í gamlari tíð varð dansað í roykstovunum og seinni vórðu dansistovur bygdar.
Men í eini andaligari veking fyrst í seinastu øld, fekk føroyski dansurin eitt rættiligt slag
fyri bógvin.Tey, sum tá komu til umvending, tóku seg burtur úr dansinum, tí tey hildu tað
ikki vera rætt at dansa. Fleiri av hesum vóru av bestu kvøðarum, og í fleiri bygdum stóðu
dansistovurnar nú tómar.Tað var soleiðis í fleiri bygdum, at saman við dansinum var nógv
drekkarí og ólevnaður, og hetta liðu serliga kvinnurnar og børnini undir.
Men eisini var føroyski dansurin í harðari kapping við enska dansin, sum tiltalaði tey
ungu meira enn tungi føroyski dansurin.
Tá vóru fólk, sum sóu, at varð ikki okkurt munagott gjørt fyri at føroyski dansurin ikki
skuldi doyggja út, so varð honum neyvan lív lagað. Dansifeløg vórðu sett á stovn, og í
nýggjari tíð er arbeitt fyri at fáa frálæru í føroyskum dansi í skúlanum.
Í dag er vanligt, at farið verður upp á gólv í skúlunum, og munnu tað vera fá børn, sum
ikki taka lut í hesum aldargamla og fyri Føroyar serstaka siði.
"Tað er ikki greitt, nær og hvussu ringdansurin kom til Føroya, men kvæðadansurin, ið
nú verður kallaður føroyskur dansur, er serstakur fyri land okkara. Um hetta er
upprunaligur dansur í Føroyum, ella hann er komin higar aðrastaðni, er ikki heilt lætt at
siga. Helst tað seinna, men so er spurningurin, hvussu og hvønn veg hann er komin.
Dansur og kvøðing eru nevnd í einstøkum frásagnum um veitslur so tíðliga sum fyrst í
1600-talinum, men hvussu hann tá hevur verið troðin, vita vit heldur ikki heilt". Hetta
stendur at lesa um dansisøguna á heimasíðuni hjá Sláið Ring, www.slaid-ring.fo.Tað
Eyðun Andreasen, sum professari í skaldskapi av manna munni, ið hevur skrivað.
Føroyski dansurin
Upp á gólv á Vaglinum
Tað eru 30 ár í ár, síðani fyrstu ferð var sungið á Vaglinum. Tað gjørdist eisini siður at sláa ring og dansa føroyskan dans. Tó gingu nógv ár, áðrenn hetta varð
skipað. Fólk dansaðu hvør í sínum lagi, sum best bar til og kvøddu ymisk kvæði. Tí varð heitt á dansifelagið, Sláið Ring, um at finna ein fastan skipara, so
dansurin kundi ganga betur. F.v.: Heini Holm, Tóri í Hoyvík, Herluf Joensen, Petur Olivar í Hoyvík og Regin Eikhólm
Síðani 1996 hevur Petur Olivar í Hoyvík skipað dansin á
ólavsøku.
– Til at skipa føroyskan dans í so stórari mannamúgvu
krevst ein hollur og støðufastur skipari, og tað mettu vit Petur
Olivar at vera. Hann hevur góða og fasta rødd, og fer ikki av
lagi, um onkur í kenningini hevur hug at órógva hann, sigur
Regin Eikhólm, sum tá var formaður í Sláið Ring
C
M
Y
K
14