týsdagur 3. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2004
17
Í hesi vikuni verður
avgjørt, um tveir
spælarar, sum í fjør
spældu í næstbestu
donsku deildini,
skulu spæla við ÍF
tað, sum er eftir av
hesum árinum
ÍF SPÆLARAR
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar liggja tungt í
sjónum. Men tað tykist ikki
sum um, at ÍF soleiðis uttan
víðari ætlar at geva skarvin
yvir.
Petur Mohr segðist vera
fyribils venjari, tá ið felag-
ið eftir stórtapið á heima-
vølli ímóti KÍ í 9. umfarin-
um segði Sigfríð Clement-
sen úr starvinum. Petur var
saman við ÍF á væl eydn-
aðu venjingarleguni í Aal-
borg, og hann var á beink-
inum sunnudagin. Saman
við honum var Torstein
Joensen.
Sum tað skilst skal Petur
vera venjari og Torstein
hjálparvenjari hjá ÍF tað,
sum er eftir av hesum árin-
um. Fremsta uppgávan hjá
venjaranum verður at halda
ÍF frammanfyri B68, ið er
niðast á støðutalvuni. Petur
Mohr var venjari á Toftum,
inntil hann stutt undan
summarsteðginum
segði
seg úr tí starvinum.
Í summarsteðginum er
Høgni Madsen, sum er
uppvaksin í ÍF, men sum
seinastu árini hevur spælt
við GÍ, komin aftur til
Fuglafirðar. Hann var á
beinkinum, men tá ið tað
restau fýra minuttir, kom
hann á vøllin ímóti teimum,
sum undan summarsteðgin-
um vóru liðfelagar hjá hon-
um.
Fremmandu menninir
Nú hevur ÍF fingið vitjan úr
Danmark. Tveir spælarar
eru komnir at royndarvenja.
Um tað í hesi vikuni vísir
seg, at teir eru upplagdir
styrkir til ÍF liðið, so er
ætlanin, at teir skulu hjálpa
til tað, sum er eftir av hes-
um árinum.
Talan er um tveir spælar-
ar, sum síðsta kappingarár
vóru í FC Nordjylland í
næstbestu donsku deildini.
Hetta felagið kom í fíggj-
arligt óføri av sovornum
slagi, at tað ikki bar til at
komast undan tí. Felagið er
tískil upployst, og spælar-
arnir royna at finna sær
livibreyð aðra staðni.
Annar
maðurin
eitur
Sylla Amed Davy. Hann er
21 ára gamalur og hálvur
russari og hin helvtin er
ættað av Fílabeinsstrondini.
Hann er álopsspælari, sum í
trý ár royndi seg í Lille í
Fraklandi. Í FC Nord-
jylland hevur hann verið í
umleið eitt ár. Í summar
hevur hann royndarvant í
onkrum superligu feløgum
í Danmark, og nú er hann
altso komin til Fuglafirðar.
Hin maðurin eitur Gunn-
ar Guilermo Nielsen. Hann
er 20 ára gamalur og
ættaður úr Argentina. Hann
verður sagdur at vera fram-
rættaður
miðvallari.
Danska ættnavnið sigst
stava frá, at annar abbin er
danskari.
Sagt verður úr Fuglafirði,
at spælararnir skulu royna
seg í venjingardysti, sum
teir fuglfirðingarnir, ið ikki
hava spælt so nógv ta síðstu
tíðina, fara at spæla í kvøld
og í venjingunum, sum eru
á skránni tað, sum er eftir
av vikuni.
Um tað fer at vísa seg, at
fremmandu menninir eru
nóg góðir, er ætlanin, at teir
skulu vera við, tá ið ÍF
mánakvøldið fer at spæla í
Runavík.
Í summarsteðginum
eru tríggir spælarar,
sum í fleiri ár hava
verið í Gøtu, farnir
aðra staðni, og nú
hava teir fingið ein
útlendskan álops-
spælara at hjálpa sær
GÍ LIÐIÐ
Jóannes Hansen
Gøtumenn síggja soleiðis
upp á tað, at teir við
sigirinum í Fuglafirði tóku
seg eitt sindur burtur frá
botninum. Teir hugsa ikki
um so nógv annað í løtuni.
Ásannað verður, at gjøg-
numtrekkurin í ov langa tíð
hevur verið ov stórur, og at
hetta sjálvsagt gongur út
yvir avrikini og harvið úr-
tøkuna.
Í summarsteðginum eru
tríggir spælarar, sum hava
verið á og kring besta liðið
seinastu árini, farnir aðra
staðni. Ivaleyst er saknurin
størstur í Leivi Hansen.
Hann hevur seinastu árini
verið ógvuliga stinnur og
drúgvur í verjuni. Nú er
Leivur farin av landinum í
lestrarørindum, og tískil fer
at síggjast lítið til hansara í
gulu blusuni í næstu fram-
tíð.
Magnus Skoralíð, sum er
ættaður úr og býr í Leirvík,
hevur seinastu árini roynt
fótbóltsevnini í Gøtu. Tað
hevur gingið eitt sindur
striltið hjá honum at vunnið
sær fast pláss á besta lið-
num. Higartil í ár hava evn-
ini komið meiri til sín rætt,
enn tey frammanundan
hava gjørt, og Magnus hev-
ur fingið meiri spælitíð,
enn hann áður hevur fingið.
Í summarsteðginum hevur
Magnus gjørt av at flyta
aftur til barnsdómsfelagið,
sum liggur illa fyri í næst-
bestu deildini.
Triði spælarin, sum er
flogin úr Gøtu í summar-
steðginum, er Høgni Mad-
sen. Miðvallarin, sum er
uppvaksin í ÍF, er farin
aftur í barndómsfelagið.
Undan summarsteðginum
fór Vitus Kofoed úr Gøtu.
Tá var tað felagið, sum ikki
metti, at grundarlag var fyri
framhaldandi samstarvi.
Nýggi maðurin
Fyri teir, sum eru farnir, er
ein nýggjur spælari komin
til Gøtu. Talan er um ein
pólverja, sum teir vóna skal
hjálpa til frammi á vøllin-
um. Hann eitur Adam
Paluszek, og hann er 24 ára
gamalur.
Síðstu
fimm
mánaðirnar hevur hann
roynt seg í 3. deild í
Póllandi. Frammanundan
hevur hann spælt við
Wazlaw Krakow. Vit skilja
á lagnum, at tað er ein av
fótbóltskenningunum hjá
Krzystof
Popczynski
í
heimlandinum, sum hevur
víst Popczynski og GÍ á
júst henda mannin.
Nýggi maðurin var í
Fuglafirði
sunnudagin.
Men hann var sivilklæddur,
tí loyvini vóru ikki komin
upp á pláss. Sagt verður úr
Gøtu, at nýggi maðurin
tykist hava góðan skotfør-
leika. Hvussu stór nytta
verður í honum vilja teir í
Gøtu ikki siga nakað um.
– Vit hava ikki altíð havt
so góðar royndir av út-
lendskum spælarum. Hesin
maðurin skal í landskapp-
ingini fáa høvi at vísa, hvør
dugur er í honum, verður
sagt úr Gøtu.
GÍ skal í 11. umfarinum
spæla á heimavølli ímóti
B68.
Sunnudagin skoraði Súni
Olsen bæði málini ímóti ÍF.
Hann tykist rættuliga hava
funnið stevið. Í síðsta um-
farinum undan summar-
steðginum, tá ið GÍ vann
4–2 í Vági, skoraði Súni
tvey mál. Tá ið GÍ í síðstu
viku vann venjingardyst á
Skála 5–2, skoraði Súni
ikki færri enn trý mál.
Pólverji skal hjálpa GÍ
Tveir fremmanda menn í Fuglafirði
Teir báðir, Sylla Amed Davy h.m. og Gunnar Guillermo Nielsen, sum í løtuni eru til
royndarvenjingar í Fuglafirði
17
Sekstan ár síðani seinast
Gøtumenn hava havt gott tak á í Fuglafirði
nógvu tey seinastu árini
Hvussu langt er tað síðani, at ÍF seinast vann á GÍ.
Fleiri mundu hugsa um hetta í hálvleikssteðginum
sunnudagin, tá ið ÍF var á odda 1–0 ímóti GÍ.
Svarið er, at tað eru gott og væl sekstan ár síðani, at
fuglfirðingar vunnu heimadyst ímóti GÍ. Tað gjørdu
teir í 1988, tá ið úrslitið grundlógardag var 1–0.
Síðani tá hevur tað ikki eydnast ÍF at fingið fult á
heimavølli ímóti GÍ. Einasta stigið, sum ÍF síðani tá
hevur fingið ímóti GÍ í Fuglafirði, var í 1996, tá ið úr-
slitið var 1–1. Í 1989 vann GÍ 2–0. Í 1993 og í 1994
vunnu gøtumenn 2–0, í 1997 og í 1998 vunnu teir 4–0,
og í 1999 vunnu teir 5–1.
Gøtumenn hava øll árini verið í bestu deildini, har teir
vunnu meistaraskapin 1993, 1994, 1995 og í 1996. ÍF
hevur ikki verið í bestu deildini øll árini. Í 1990, 1991
og í 1992, og aftur í 1995, 2000, 2001, 2002 og í 2003
var ÍF ikki umboðað í bestu deildini.
Nú stríðast fuglfirðingar fyri at varðveita plássið í
bestu deildini. Eftir tíggju umfør hava teir fingið fýra
stig. Teir hava vunnið á heimavølli ímóti NSÍ, sum teir
sunnudagin aftur skulu spæla ímóti, og teir hava fingið
javnt ímóti B68, sum bara hevur fingið hetta eina stig-
ið og er einasta liðið, ið hevur færri stig enn ÍF.
jh
Rúni reytt kort
Allar 90 minuttirnar vóru tað á vøllinum í Fuglafirði
ellivu ímóti ellivu. Eftir dystarenda hevði dómarin
reyða kortið á lofti.
Talan var ikki um illstøður og harðligt spæl, og dóm-
arin tóktist hava gott tak á tí.
Vinstri vongverjin hjá ÍF, Rúni Elttør, tóktist hava aðra
fatan av tí, sum hevði gingið fyri seg. Mátin, sum hann
takkaði dómaranum fyri dystin, var av sovornum slagi,
at dómarin gav honum reyða kortið. Harvið er greitt,
at ÍF skal hava annan mann á vongverjanum í vinstru,
tá ið ÍF í vikuskiftinum skal út til Runavíkar at spæla.
jh
Súni syrgdi fyri GÍ sigri
Umskipaðu fuglfirð-
ingarnir mistu javn-
leikin stutt undan
leikloki, tá ið teir
hugdu at linjuverja-
num og lótu vanda-
miklasta gøtumannin
skjóta mál
ÍF–GÍ
Jóannes Hansen
Hvussu langt er tað síðani,
at ÍF hevur vunnið á GÍ.
Spurningurin var relevantur
í hálvleikssteðginum í dýr-
darveðrinum í Fuglafirði
sunnudagin, har tað væl
sást, at talan var um fyrsta
týdningarmikla dystin eftir
meiri enn mánaða langan
feriusteðg.
Svarið er, at tað framveg-
is er langt síðani – rættuliga
langt síðani, at ÍF seinast
fekk fult ímóti gøtumonn-
um.
Hesa ferð helt ÍF leiðlsan
frá fimm minuttum undan
steðginum og til eitt korter
eftir steðgin. Magni á Lakj-
uni, sum var tann fuglfirð-
ingurin, ið dugdi best við
bóltinum,
fekk
heima-
menninar í heilt gott lag, tá
ið hann við fínum frísparki
úr 23 metrum lyfti upp um
manngarðin og umvegis
stólpan legði bóltin í netið
aftanfyri Hall Hansen.
Beinanvegin í 2. hálvleiki
var um reppið, at ÍF økti
um leiðsluna. Eftir fínt álop
í vinstru, legði Hanus Elia-
sen frá baklinjuni og út frá
til Høgna Zachariassen,
sum tveitti seg fram og
tóktist skula skjóta upp í
nettakið, men júst í skot-
royndini varð fuglfirðing-
urin taklaður, og so spurdist
einki burturúr.
Súni Olsen javnaði, tá ið
hann
sneiddi
framvið
tveimum og úr støðu einar
tríggjar metrar inni í brots-
teiginum og eitt sindur til
høgru smekkaði í handara
síðunetið.
Tað var leingi púra opið,
men sum tíðin leið vóru
ábendingar um, at tað var
størri tyngd í hjá GÍ. Mál-
møguleikarnir vóru fáir og
smáir, og tað var eitt sindur
tilvildarligt, tá ið GÍ fekk
sigursmálið. ÍF verjan blo-
keraði skotroynd frá Pop-
czynski uttanvert brotsteig-
in. Bólturin støkk inn um
verjuna og eitt sindur til
vinstru. Súni Olsen var
fyrstur á honum, og meðan
teir reyðu hugdu út á linju-
verjan, smekkaði vanda-
mikli maðurin bóltin í kass-
an. Tá vóru fýra minuttir
eftir, og harvarið var greitt,
at fuglfirðingar enn eina
ferð høvdu tapt ímóti gøtu-
monnum.
Einki at reypa av
Samanhangandi fótbólts-
spælið var tað einki serligt
av í grannauppgerðini. Oft-
ast gekk tað illa at finna
viðspælarar, og sjálvt stutt-
ar sendingar og deyðbóltar
úr ikki kroystum støðum
vóru óneyvt avgreidd.
Miðvallarspælið var ikki
serliga væl skipað, og á
báðum liðunum var talan
um partvíst nýggjar kon-
stellatiónir. Hjá ÍF var Jan
Guttesen saman við Høgna
Zachariassen. Hanus Elia-
sen var á toppinum, meðan
Bartal Eliasen, sum nú er
vorðin liðformaður, var
fluttur aftur í miðverjuna.
Hjá GÍ vóru Símun Louis
Jacobsen og Poul Henning
Jacobsen á sentrala mið-
vøllinum. Súni Olsen, sum
oftast fyrr í ár hevur verið
meiri verjukendur miðvall-
ari, var hesa ferð rættuliga
frammarlaga. Ov frammar-
laga tóktist tað. Men tað var
Súni, sum skoraði bæði GÍ
málini, og tað hevði í síðsta
enda alt at siga.
ÍF-GÍ 1–2 (1–0)
1–0: Magni á Lakjuni 41.
1–1: Súni Olsen 59.
1–2: Súni Olsen 84.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Karstin Joensen – Áki
Petersen, Viggo Johanne-
sen, Bartal Eliasen, Rúni
Elttør – Fritleif í Lamba-
num (Teitur Joensen, 77.),
Jan Guttesen (Høgni Mad-
sen, 86.), Høgni Zacharias-
sen, Eyðolvur R. Petersen
(Sverri Ellingsgaard, 86.) –
Hanus Eliasen, Magni á
Lakjuni
Gult kort: Jan Guttesen
Reytt kort: Rúni Elttør
GÍ: Hallur Hansen – Poul
Ennigarð, Kaj Ennigarð,
Atli
Gregersen,
Hanus
Jacobsen – Áslakur R. Pet-
ersen (Jónreid Dalheim,
60.), Símun Louis Jacobsen
(Poul Andreas Jacobsen,
70.), Poul Henning Jacob-
sen, Hans Pauli Petersen –
Súni Olsen, Krzystof Pop-
czynski
Gult kort: Áslakur R. Pet-
ersen, Súni Olsen, Atli Gre-
gersen
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
HB
9
6 -
2 -
1
22
9
13
20
2
Skála
9
5 -
2 -
2
20
10
10
17
3
B36
9
4 -
3 -
2
19
12
7
15
4
NSÍ
9
4 -
3 -
2
14
11
3
15
5
EB/Streymur
9
4 -
2 -
3
17
13
4
14
6
GÍ
10
4 -
2 -
4
15
20
-5
14
7
VB
9
3 -
4 -
2
13
10
3
13
8
KÍ
9
2 -
6 -
1
15
11
4
12
9
ÍF
10
1 -
1 -
8
14
34
-20
4
10
B68
9
0 -
1 -
8
6
25
-19
1
Nr. 144 • týsdagur • 3. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Við tveimum málum syrgdi
landsliðsleikarin hjá GÍ, Súni Olsen,
fyri, at gøtumenn fóru úr Fuglafirði
aftur við øllum trimum stigunum.
C
M
Y
K
16