Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2004 19 Fremad Amager tapti, meðan øll hini feløgini, sum hava føroyingar á liðnum, vunnu í fyrsta umfarinum DNMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Í vikuskiftinum fór fótbólt- urin á rull aftur í næstbestu donsku deildini. Í nýggju kappingini eru fleiri før- oyskir fótbóltsspælarar uppií, enn tað áður hava verið í 1. deild í Danmark. Samlaða talið er sjey. Teir eru tríggir í Fremad Ama- ger - Hjalgrím Elttør, And- rew av Fløtum og Jann Ingi Petersen – tveir í Frem – Jón Rói Jacobsen og Gunn- ar Nielsen, Christian Høgni Jacobsen í Vejle (hann er framvegis knæskaddur) og Johan Byrial Hansen í Hor- sens. Í vikuskiftinum fingu øll feløgini, sum hava føroy- ingar í hópinum, fult uttan Fremad Amager, sum leyg- ardagin tapti 1-0 á Eystur- brúgv ímóti Skjold. Hjalgrím Elttør var ein- asti føroyski spælarin mill- um teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Skjold fekk málið, tá ið ein min- uttir restaði av fyrra umfar- inum. Í 68. minutti loysti Andrew av Fløtum av á miðvøllinum, og sjey min- uttir undan leikloki kom Jann Ingi Petersen á vøllin. Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, tá ið Frem á heimavøllinum í Valby tók fyrsta stigið á leiðini ímóti superliguni, sum teir ógvu- liga fegnir ynskja at flyta upp aftur í beinanvegin. Málini bíðaði inntil í 2. hálvleiki, men Frem vann 2-0. Sagt verður, at Jón Rói Jacobsen var ógvuliga stinnur, og millum við- haldsfólkini hjá Frem verð- ur hann nevndur sum dags- ins maður. Horsens vann 3-0 í Øl- stykke. Eisini har vórðu øll málini skotin eftir steðgin. Á liðnum hjá Horsens vóru fýra spælarar, sum ikki áður hava umboðað felagið. Síðsta kappingarár var tað stórt vónbrot fyri Horsens, at tað kiksaði við uppflyt- ingini. Síðsta kappingarár var tað um reppið, at Vejle flutti niður í 2. deild. Eftir fyrsta umfarið er Vejle omanfyri røttu strikuna. Við øðrum orðum eru teir á uppflytingarplássi. Fimm nýggir spælarar vóru á liðnum, tá ið Vejle vann 4-1 í Næstved, sum júst er flutt upp í næstbestu deildina. Øll Vejle málini vórðu skorað, tá ið ein hálvur tími var farin. Ulrik Balling, sum var í NSÍ í fyrraárið, varð bein- anvegin eftir steðgin settur inn á Vejle liðið. Størsta sigurin vann Fredericia á heimavølli ímóti Brønshøj. Úrslitið var 7-0. Brønshøj flutti niður síðsta kappingarár. Tá ið FC Nordjylland varð upp- loyst varð aftur pláss fyri Brønshøj í næstbestu deild- ini. Úrslitið í fyrsta umfar- inum kundi boðað frá, at Brønshøj ikki er rættuliga girað til hesa deildina. Flest mál vórðu skorað í Køge, har B93 vitjaði. Úr- slitið var 4-4. Niðurflytar- arnir í AB vitjaðu í Hader- slev, har teir vunnu 4-2 ímóti SønderjyskE. Úrslitið á gamla Gentofte stadion millum HIK og NFA var 1- 1. Ólavsøkuaftan vunnu teir á Heimey sannførandi sigur móti Akureyri og tóku seg harvið fram á næstfremsta plássið ÍSLAND Jóannes Hansen Íslendska fótbólts lands- kappingin hevði summarfrí síðsta vikuskifti. Trettanda umfarið verður á skránni sunnudagin og mánadagin. Ólavsøkuaftan varð síðsti dysturin í tólvta umfarinum spældur. Tá hevði ÍBV á Heymey í Vestmannaoyggj- unum vitjan av KA av Akureyri. Heimaliðið vann tryggan 4-0 sigur. Harvið flutti ÍBV fram á næst- fremsta plássið. Teir hava 21 stig og eru tvey aftanfyri FH, sum er einsamalt odda- lið. Fylkir er besta høvuðs- staðarliðið á triðja plássin- um við 20 stigum. KA tapið hevði við sær, at teir framvegis eru næst- aftast við ellivu stigum. Eitt frammanfyri Fram og eitt aftanfyri Grindavík. Sunnudagin eru fýra dystir á skránni: KR-ÍBV, FH-Víkingur, KA-ÍA og Keflavík-Fylkir. Í botninum er rættuliga avgerandi upp- gerð á skránni mána-kvøld- ið. Tá fer Fram við Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen í hópinum at fáa vitjan av Grindavík. Tann dysturin verður spældur á heimavøllinum hjá Fram, sum er Laugar- dalsvøllurin. Góð úrtøka hjá teimum flestu ÍBV næstovast Nýggja felagið hjá Jón Róa Jacobsen, BK Frem, fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið, tá ið teir vunnu 2-0 á Dalum Hans Fróði Hansen skal saman við Fróða Benjaminsen og hinum í Fram royna at fáa Fram upp um niðurflytingar strikuna Hjalgrím Elttør var tann einasti av teimum trimum føroyingunum í Fremad Amager, sum var við frá byrjan, tá ið Fremad Amager tapti 0-1 fyri Skjold 19 18 Nr. 144 - 3. august 2004 Hesa ferð eydnaðist tað akkurát at fáa eitt stig á heimavølli ímóti Esbjerg, sum eina løtu var frammanfyri við tveimum málum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum hevði Todi Jónsson sunnudagin fingið pláss millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Todi var á vøllinum í 52 minutt- ir. So varð hann skiftur út. Tølini siga, at tað gekk væl betur hjá FCK, eftir at føroyski álopsspælarin var farin av vøllinum, enn tað hevði gjørt frammanundan. Í góðverðrinum vóru 22.227 í Parkini. Tey vóru vitni til, at Esbjerg var meiri sannførandi og legði seg framum bæði 1-0 og 2- 0. Fyrra málið fingu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir horna. Fimm minuttir eftir steðgin økti Esbjerg eftir fínt innlegg úr høgru og til handara stólpan til 2-0. So avgjørdi FCK venjarin, Hans Backe, sum framm- anundan av starvsfeløgum sínum var kosin ársins venjari, at Todi og Thomas Røll skuldu skiftast út. Á vøllin komu Peter Møller og Jesper Bech, og serliga hesin seinni var við til at seta ferð á FCK spælið. Hjalte Nørregaard stútaði ímóti málinum, bólturin rakti í mótstøðumann og snýtti Esbjerg málverjan. So var eitt mál á muni og síðsta hálva tíman var FCK greitt omaná. Miðverjin Ole Tobiasen javnaði, tá ið sekundvísarin var síðstu ferð á veg runt. Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur FCK spælt tvær ferðir 2-2. Hans Backe segði seg hesa ferð vera nøgdan við avrikið síðsta hálva tíman, og hann legði afturat, at hann sá tað sum íløgu í framtíðina, at Thomas Røll og Todi Jóns- son, sum báðir vóru nógv skaddir fyrr á árinum, fingu spælitíð. Í Danmark verður mett, at teir í FCK hugsa so mikið um Europa Cup, at tað gongur eitt sindur út yvir avrikini í landskapp- ingini. FCK venjarin undir- strikar, at tað, sum ræður um, er at hava flest stig eftir øll 33 umførini, og tað sig- ur hann seg framvegis hava gott mót um, at hansara lið fer at hava. FCM oddalið Í Brøndby eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 2-0 á Viborg. Málini komu ikki fyrrenn síðsta korterið. Tal- an var um gott undirhald, og bæði liðini høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar. Hjá Brøndby, sum í fyrsta umfarinum tapti á heima- vølli ímóti OB, var sigurin sera kærkomin. Oddalið eftir tvey tey fyrstu umførini er FCM. Leygardagin vunnu teir í fínari uppgerð 2-1 á heima- vølli ímóti OB. Hetta var sjeyndi heimadysturin á rað á nýggja og framvegis navnleysa stadion, at teir fingu fult. Enn eina ferð eydnaðist tað Mohammed Zidan at skora. Hann javn- aði til 1-1 við brotssparki, sum varð dømt, tá ið hesin sami spælarin varð feldur. Mest umrødda støðan yvirhøvur hetta vikuskiftið var tað, tá ið OB í 1. hálv- leiki skoraði til 1-0. Steffen Højer pilkaði bóltin frá FCM málverjanum, sum skuldi sparka út. Áskoðan- irnar eru ymiskar. Dómarin metti eftir lokið stríð, at hann hevði gjørt eitt mis- tak, tí hann ikki hevði bríkslað fyri vandamiklum spæli. Ikki øll, sum halda seg hava skil fyri fótbólti, vóru samd við honum í tí sjónarmiðnum. AaB vann 2-0 á heima- vølli ímóti FCN, og Silke- borg vann á heimavølli 3-1 á AGF. Nýggjasta stjørnu- skotið í superliguni er Rajko Lekic í Silkeborg, sum hesa ferð skoraði tvey mál og er toppskjútti í superliguni. Í fyrstu royndini í bestu deildini í mong ár hevði Randers vitjan av Herfølge, sum vann 1-0. Støðan 1 FC Midtjylland 2 2 0 0 4-2 6 2 Silkeborg (O) 2 1 1 0 5-3 4 3 Herfølge 2 1 1 0 1-0 4 4 AaB 2 1 0 1 3-2 3 5 Brøndby 2 1 0 1 3-2 3 6 OB 2 1 0 1 3-3 3 7 FC København (MP) 2 0 2 0 4-4 2 8 Esbjerg 1 0 1 0 2-2 1 9 AGF 2 0 1 1 3-5 1 10 FC Nordsjælland 2 0 1 1 2-4 1 11 Viborg 2 0 1 1 0-2 1 12 Randers FC (O) 1 0 0 1 0-1 0 Todi Jónsson var sunnudagin millum teir fyrstu ellivu hjá FC Keypmannahavn, sum í evstu løtu fekk ein 2-2 javnleik móti Esbjerg í Parkini FCK framvegis ikki fingið fult Tyson tapti enn einaferð Fyrrverandi heimsmeistarin í tungvektsboksing, Mike Tyson, noyddist leygarkvøldið enn einaferð at lúta í einum boksiringi. 38 ára gamli Mike Tyson dystaðist við bretan Danny Williams. Tyson byrjaði dystin betur, men so líðandi kom bretin fyri seg. Í fjórða umfari fekk Williams 16 sløg á rað, sum raktu Tyson, og tað var nóg mikið til at taka beinini undan fyrrverandi heimsmeistarunum. Hetta var fimti ósigurin hjá Mike Tyson, og alt bendir á, at hansara dagar í boksielituni eru taldir. Rumbul í enska fótbóltssambandinum Stjórin í enska fótbóltssambandinum segði seg sunnudagin úr starvinum í sambandi við eina gølu, har Sven Gøran Eriksson eisini er í vanda fyri at fáa fótin. Mark Palios, sum stjórin í FA kallast, segði seg úr starvi í gjár, tí at hann hevur innblandaður í gøluna. Gølan snýr seg um, at Sven Gøran Eriksson hevur havt eitt kærleiksævintýr við ein skrivara í FA, sum Palios eisini hevur havt kynsligt samband við. Støðan í FA er nú so mikið spent, at fleiri enskir miðlar vilja verða við, at Eriksson seinni í vikuni fer at fáa sekkkin. Prinsurin vann kappkoyring Prins Joakim vann sunnudagin Copenhagen Historic Grand Prix í hjartanum av Keypmannahavn. Kappkoyringin við gomlum søguligum bilum hevði luttøku av fleiri royndum kappkoyrarum, ið hava koyringina sum sítt livibreyð, men hóast hetta, eydnaðist tað danska prinsinum at vinna kappingina. Koyrt varð á einari avmarkari breyt í Fælledparkini í hjartanum av Keypmannahavn. Troyggjan hjá Armstrong seld fyri 45.000 Ein av gulu leiðslutroyggjunum hjá Lance Armstrong bleiv í gjár seld fyri 45.000 krónur. Troyggjan bleiv seld á uppboðssølu í París, og hægsta boðið var 45.000 krónur. Allur peningurin, ið kom inn í sambandi við søluna av gulu føraratroyggjuni, fer óskerdur til ein krabba- meinsstovn í kekkiska høvuðsstaðnum Prag. Lance Armstrong hevur sjálvur verið raktur av krabbamein, men er tíbetur blivin frískur. Smicer skaddur í hálvt ár Kekkiski landsliðsleikarin hjá Liverpool, Vladimir Smicer, verður ikki at síggja á vøllinum næsta hálva árið. Í venjingardysti móti FC Porto í gjár meiddi Smicer seg so illa, at læknarnir siga, at hann ikki verður at síggja á vøllinum aftur næsta hálva árið. Uppihaldið hjá Smicer í Liverpool hevur verið nógv darvað av skaða, men seinastu mánaðirnar hev- ur tað staðið væl til. Nú noyðist Smicer so aftur at sita langa tíð á áskoðaraplássunum. Dystir í dag: kl. 19.00 B68-KÍ Toftir Dómari: Oddmar Andreasen kl. 19.00 EB/Streymur-B36 Eiði: Dómari: Dagfinn Olsen C M Y K 18