týsdagur 3. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2004
21
Fótbóltsskúli
í Klaksvík
Í dag verður farið
undir áhugaverda
Football 04 fót-
bóltsskúlan í
Klaksvík undir
leiðslu av Andy
Williams úr enska
stórfelagnum
Liverpool FC
FÓTBÓLTSSKÚLI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er ein sera áhuga-
verdur fótbóltsskúli, ið
klaksvíkingar skipa fyri.
Høvuðsvenjari á skúlan-
um verður Andy Willi-
ams, sum til dagligt er
ungdómsvenjari í enska
Liverpool FC. Afturat
Andy Williams
fara
fleiri av ungdómsvenj-
arunum hjá KÍ at taka
sær av venjingini á fót-
bóltsskúlanum.
150 ungdómar
tilmeldaðir
Tað eru ikki einans
klaksvíkingar, ið verða
við á fótbóltsskúlanum,
tí opið hevur verið fyri
tilmelding hjá øllum,
sum hava havt áhuga
fyri tí. Ikki færri enn
150
ungdómar
hava
boðað frá luttøku, og tey
leggja til brots klokkan
10 í morgun.
Skúlin heldur áfram til
og við hósdegnum, og
hvønn dag verður byrjað
klokkan 10 á morgni, og
seinastu
venjingarnar
enda klokkan gott og
væl fýra seinnapartin.
Til ber at fylgja við í,
hvussu tað gongur á fót-
bóltsskúlanum á heima-
síðuni,
www.finneverton.com,
har frásagnir og myndir
frá venjingini verða at
síggja.
Trav:
Nr. Navn:
Reiðmaður:
Eigari:
Tíð:
1.
Gletta
Marner Joensen
Jógvan Páll Egholm 57,6
2.
Drotning
Knút Lützen
sjálvur
61,5
3.
Stígandi
Heri Dahl
Kristian Debes
61,8
Tvíspor ung:
1.
Faldur
Joan Hansen
Kalmar Lindenskov
36,6
2.
Skenkur
Sólrun Andreasen
Gunnar Grækarisson
37,5
3.
Huðin
Hildur á Plógv
Gudmund Hansen
37,7
Tvíspor II flokkur:
1.
Marengo
Øssur Andreasen
Petur Nolsøe
37,9
2.
Geysa
Ann Michell
Sjálv
38,2
3.
Sitting Bull
Svenning Reinert
Johan á Plógv
38,7
Tvíspor I flokkur:
1.
Sólvindur
Hans Pauli Poulsen
Sjálvur
34,0
2.
Fram
Kristfríð Jacobsen
Júst Rubeksen
34,1
3.
Lokkur
Gunrid á Plógv
Rólant Reinert
35,3
Í dag fer føroyska U-
17 landsliðið í fót-
bólti undir NM-
kapping í Finlandi,
har sterk mótstøðulið
bíða
U-17 LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í hesum døgum er NM-
kapping fyri U-17 landslið
í fótbólti í finska býnum
Vaasa. Føroyingar eru eis-
ini farnir til Finlands at
kappast, og fýra dystir eru á
skránni hjá teimum.
Sterk mótstøðulið
Í dag verður farið undir
kappingina, og í sínum
fyrsta dysti skal føroyska
U-17 landsliðið taka dystin
upp við danir. Dysturin
verður
leiktur
klokkan
hálvgum sjey í kvøld lokala
tíð.
Næsti dysturin hjá før-
oyska liðnum verður longu
í morgin, og tá er tað eingin
minni enn Ongland, ið er
mótstøðuliðið, so tá fáa
føroysku unglingarnir av
álvara roynt seg. Seinasti
dysturin hjá føroyska lið-
num í sjálvum bólkaspæl-
inum verður leiktur fríggja-
dagin, tá ið mótstøðuliðið
er Svøríki.
Sunnudagin skulu føroy-
ingarnir so leika plaser-
ingsdyst, alt eftir hvussu
teir hava staðið seg í bólka-
spælinum. Føroyska ferða-
lagið fór úr Føroyum
sunnudagin, og tey verða
aftur á klettunum komandi
mánadag.
Átta feløg hava
umboð á liðnum
Teir báðir landsliðsvenjar-
arnir, Heðin Askham og
Bill McLeod Jacobsen,
hava úttikið 18 leikarar til
kappingina, og hesir leik-
arar umboða átta ymisk
feløg. Best umboðaði á lið-
num eru tey bæði havnar-
feløgini, sum hvør hava
fýra leikarar í hópinum.
Teir 18 leikararnir eru
hesir: Rógvi Rygshamar
LÍF, Tonny Kruse og Brian
Hansen
EB/Streymur,
Jóhan
Davidsen,
Einar
Hansen og Bogi Løkin NSÍ,
Sigtór A. Petersen FS
Vágar, Kristoffur Jacobsen
og Mathias Samuelsen KÍ,
Ólavur í Ólavstovu, Pætur
T. Jørgensen, Christian R.
Mouritsen og Torkil Koll-
sker HB, Levi Hansen,
John Hansen, Rói Mohr
Danielsen og Johan Ell-
ingsgaard B36, Jón Kross-
lág VB. Ferðaleiðari á
túrinum er Rúni Heinesen,
meðan Thom Jakobsen er
liðleiðari. Fanny Kruse er
við sum fysioterapeutur, og
Páll Augustinussen skal
royna seg sum dómara í
kappingini.
Sosialurin fer at fylgja
við, hvussu tað gongur hjá
føroysku fótbóltsungdóm-
unum í kappingini.
U-17 dreingirnir í eldin
Spennandi kappríðing
á ólavsøku
Hóast nógvur mjørki var, so fingu áskoðararnir til
ólavsøkukappríðingina eina spennandi kapping
Bill McLeud Jacobsen
er annar av
venjarunum hjá
føroyska U17 lands-
liðnum
Mynd: Álvur Haraldssen
21
20
Nr. 144 - 3. august 2004
Um B68 skal gera sær
nakrar vónir um at
bjarga sær sessin í
bestu deildini, er
neyðugt, at teir fáa
eitt gott úrslit, nú
farið verður undir
seinnu hálvu
B68-KÍ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
B68 er á aftasta plássi í
landskappingini, og liðið
hevur bert ognað sær tað
eina stigið higartil í ár. Í
summar hava teir so eisini
roynt seg í UEFA, og heldur
ikki har var talan um nakra
serliga úrtøku, tí samanlagt
vóru teir bastir 11-0 av
lettiska Ventspils, sum í
næstu umfari av europeisku
kappingini skal dystast við
danska Brøndby.
Tveir brasiliumenn
við
Leiðslan í B68 hevur ikki
ligið á tí løtu síðuni í
summar, og felagið hevur
útvegað sær ikki færri enn
tríggjar brasilumenn sein-
astu fimm vikurnar, og
spennandi verður at síggja,
hvussu hesir fara at standa
seg í føroysku landskapp-
ingini.
Í kvøld verða bert tveir
av brasilumonnunum, And-
erson og Fabricio, at síggja
á vøllinum, tí tann nýggj-
asti maðurin úr stóra land-
inum í suðurameriku, Luis,
enn ikki hevur fingið
pappírini hjá sær í rættlag.
Tí noyðast toftamenn at
bíða eina tíð enn, áðrenn
teir síggja hann á vøllinum.
Hinvegin harmast teir í
B68 um, at Herbert í Lon
Jacobsen ikki verður at
síggja á liðnum fyribils, og
eisini at Mikkjal Thomas-
sen heldur ikki verður við í
kvøld, tí at hann hevur
trupulleikar við hælsinuni.
Á plussíðuni kann hinvegin
staðfestast, at Bogi Peter-
sen,
sum
hevur
verið
skaddur, allarhelst er tøkur
aftur til dystin í kvøld.
Ein av royndastu leikar-
unum hjá B68, Oleif Joen-
sen, sigur, at dysturin móti
KÍ í kvøld er av stórum
týdningi fyri B68. Oleif
sigur, at um B68 ætlar sær
lív lagað í 1. deild, so er tað
eitt krav, at teir vinna dystin
á klaksvíkingum. Somu-
leiðis heldur Oleif eisini, at
tað hevur sæð betur út
undir venjing hjá B68 sein-
astu tíðina, og tí eru vón-
irnar ikki sørar undan dyst-
inum í kvøld á Svanga-
skarði.
Klaksvíkingar væl fyri
Hjá klaksvíkingum hevur
tað sæð gott út seinastu tíð-
ina. Í tveimum venjingar-
dystum
móti
donskum
superligafeløgum, Esbjerg
og FC Keypmannahavn,
hava klaksvíkingar fingið
fulla úrtøku, og harafturat
vunnu teir seinasta lands-
kappingardystin
undan
steðginum sannførandi 6-1
á ÍF í Fuglafirði. Hinvegin
gekk tað minni gott, tá ið
KÍ royndi seg á ólavsøku
móti Skála, tí har fingu teir
ein ordans umgang og taptu
1-5.
Jákup Mikkelsen, mál-
verji hjá KÍ, sigur, at teir
hava góðar vónir, nú farið
verður undir seinnu hálvu
av landskappingini. Lands-
liðsmálverjin sigur, at allir
mans hjá KÍ eru klárir til
dystin í kvøld uttan vága-
maðurin Elfinn Ørvarodd,
ið fekk ein snudd í venj-
ingardysti móti leirvíking-
um í farnu viku. Veteranur-
in Jan Andreasen fekk eis-
ini ein skaða í sama dysti,
men roknað verður við
vissu við, at hann verður
við á Svangaskarði í kvøld.
Jákup Mikkelsen sigur, at
tað hevur gingið væl betur í
seinastuni, og eftir hansara
tykki eru klaksvíkingar
leikliga við at verða har,
sum teir eiga at verða.
Hann heldur eisini, at tapið
móti Skála á ólavsøku var
ein góð ávaring um, at
hóast tað hevur gingið væl í
venjingardystunum, so fær
man einki forerandi.
KÍ hevur tað trupult á
Svangaskarði
Verður hugt at hagtølunum,
so hevur KÍ tað trupult á
Svangaskarði.
Seinastu
fýra ferðirnar, at klaksvík-
ingar hava vitjað B68, eru
teir farnir tómhentir um
Leirvíksfjørð aftur. Ikki
síðani 1999, tá ið KÍ vann
greipuna, hevur tað eydnast
KÍ at vinna á Toftum. Tá
vunnu klaksvíkngar tepurt
3-2, meðan teir árið eftir
blivu avsmurdir 6-1. Í 2001
vann B68 4-0, í 2002 2-0
og í fjør vunnu toftamenn
3-1.
Sundalagsmenn hava gott tak á B36
Tað er ongantíð lætt
hjá útiliðunum, sum
vitja EB/Streym á
Mølini, og í kvøld
verður neyvan nakað
undantak, tá ið eitt
skert B36-lið kemur
norð á vitjan.
EB/STREYMUR-B36
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
B36 hevur tað mangan
trupult móti sundalags-
monnum. Ikki tí, tá ið liðini
bæði hittust í Gundadali í
fyrsta dystinum í hesum
kappingarárinum, var havn-
arfelagið greitt omaná og
vann ein tryggan 4-0 sigur.
Men verður hugt bara eitt
vet longur aftur í søgu-
bøkurnar, so sæst, at í fjør
vann EB/Streymur báðar
dystirnar móti árstalsfelag-
num úr Havn við trimum
málum móti einum!
Skert B36-lið
Tað verður uttan iva eitt
skert B36-lið, sum fer
norður til Eiðis - spurning-
urin er bara, hvussu skert
tað verður? Málverjin hjá
B36, Tróndur Vatnhamar,
sigur, at teir báðir, Arn-
bjørn Danielsen og Bárður
Mortansson, neyvan verða
at síggja á vøllinum í kvøld,
og harafturat er eisini stórur
ivi um landsliðsleikararnar
Johannus Joensen og Pól
Thorsteinsson.
Tróndur Vatnahamar sig-
ur, at talan er um ein
truplan dyst á Eiði, og hann
ásannir eisini, at B36 ikki
altíð hevur havt bestu úr-
tøkuna móti EB/Streymi.
Hann sigur, at teir mangan
hava havt lyndi til at undir-
meta sundalagsmenn, og tí
krevur tað, at hugburðurin
er í lagi í kvøld, tá ið farið
verður á vøllin, tí at annars
gongur galið, heldur Trónd-
ur Vatnhamar.
Spurdur um tað hevur
nakra ávirkan, at B36 hós-
dagin var fyri stórtapi á úti-
vølli í Letlandi í UEFA-
Cup, sigur Tróndur Vatn-
hamar, at tað hevur tað ikki,
tí teir allatíðina væntaðu at
tapa, og tað var ein heilt
annar dystur, sum einki
hevur við dystin í kvøld at
gera.
Sundalagsmenn hava
tikið sær av løttum
Liðskiparin
hjá
EB/
Streymi,
Jákup
Martin
Joensen, hevur góðar vónir
undan dystinum í kvøld.
Hann sigur, at tað sær
hampuligt út hjá felagslið-
num, hvat viðvíkur skað-
um. Einasti spælari, sum
við vissu ikki fær spælt, er
Fróði Clementsen, tí hann
hevur fingið ein fipur-
skaða. Onkrir aðrir hava
smásnuddir at dragast við,
men Jákup Martin heldur
ikki, at tað fer at forða
nøkrum av teimum í at
spæla dystin í kvøld.
Ikki hevur verið gjørt tað
stóra við venjingina norðuri
á Eiði í summar. EB/
Streymur var ein túr á venj-
ingarlegu í Italia, men tann
túrurin var meiri ein sosial-
ur túrur heldur enn ein
venjingarlega, og vit sluppu
veruliga at taka okkum av
løttum, greiðir Jákup Mart-
in Joensen frá.
Eftir ólavsøka hava teir
hjá EB/Streymi tó vant sera
hart tríggjar ferðir, men
Jákup Martin heldur ikki, at
tað ger nakar, at teir hava
fingið loyvi til at taka sær
av løttum í summar, tí so
eru teir ikki troyttir av
fótbólti, sum onkur annar
kanska er tað.
Kravið hjá toftamonnum er ein sigur
Ove Nysted er hægstur í dysti á Svangaskarði, og klaksvíkingar vóna eisini, at
teir verða omaná í dystinum í kvøld.
Ronnie Samuelsen er
her avmyndaður í
EB/Streyma búna,
men í kvøld verður
hann við á vitjandi
liðnum, tá ið B36
kemur til norður til
Eiðis
C
M
Y
K
20