Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 144 - 3. august 2004 Amnesty fekk yvir 25.000 í kassan Fleiri enn 600 áskoðarar vóru til dystin millum sam- gonguna og andstøðuna, sum Amnesty International skipaði fyri í Gundadali fríggjadagin. Forkvinnan í Amnesty í Føroyum, Annika Sølvará, sigur, at tey eru sera væl nøgd við tiltakið. Stóra áskoðarafjøldin gav oman fyri 25.000 krónur í kassan, og tað eru tey í Amnesty sera fegin um. Annika Sølvará sigur, at tiltakið eydnaðist væl, og tað var heppið, at veðrið var teimum til vildar. Felagskapurin hevur eisini ætlanir um at selja dystarbóltin til hægstbjóðandi. Tað er so, at allir leik- ararnir í dystinum umframt dómarin skrivaðu sítt navn á bóltin, og nú er ætlanin, at hann skal seljast á heimasíðuni hjá Amnesty International Føroyadeild til hægstbjóðandi. tn C M Y K 22 Nr. 144 - 3. august 2004 23 UTTAN ÚR HEIMI Ein krígsavbjóðing Herurin í Sudan er alt annað enn fegin um kravið frá ST-trygdarráðnum, sum vil hava sudansku stjórnina at steðga áganginum ímóti fólkinum í landspartinum Darfur innan 30 dagar. – Samtyktin hjá trygdarráðnum er einki minni enn ein krígsavbjóðing ímóti Sudan og sudanska fólkin- um, segði talsmaðurin hjá herinum, Mohamed Silei- man, við eitt blað í Sudan í gjár. Hann legði afturat, at landsins hermegi er til reiðar at møta fíggindanum, sama um tað er á jørðini, í luftini ella á sjónum. Men hann segði einki um, hvør fíggindin er. ST-trygdarráðið kravdi í síðstu viku, at sudansku myndugleikarnir skulu avvápna tey arabisku dráps- mannaliðini, sum teir seinastu mánaðarnar hava herjað í Darfur. Álopini hava kostað umleið 30.000 mannalív, og fleiri hundraðtúsund eru flýdd. Tey eru nú hótt av hungri og sjúkum. Grimdarregn í Norðurkorea Ógvusligt avfall hevur noytt myndugleikarnar í Norð- urkorea at flyta umleið túsund húski heiman. Regnið hevur oyðilagt grøðina nógvastaðni, og vegir og jarn- breytir hava fingið stóran skaða. Almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skrivaði í gjár, at umleið 100.000 hektarar av land- búnaðarjørð standa undir í vatni, og tí rokna myndug- leikarnir við, at hendan jørðin fer at geva umleið 30 prosent minni av sær enn onnur ár. Tað er annars ikki vanligt, at Norðurkorea ber tíð- indi frá náttúruvanlukkum. Í 1995 varð landið rakt av einari álvarssamari vatnflóð. Hildið verður, at vatn- flóðin elvdi til umfatandi hungursneyð, og útlendskir serfrøðingar halda, at meiri enn ein millión fólk doyðu í hungri tá. Men teir norðurkoreansku mynd- ugleikarnir vístu metingunum aftur. 15 ára gamal skal í fongsul Myndugleikarnir í Turkalandi hava dømt ein 15 ára gamlan drong at sita 22 ár í fongsli. Hann varð dømd- ur fyri stuldur og fyri at hava hótt fólk við knívi. Sambært ákæruvaldinum høvdu tann 15 ára gamli og fimm javnaldrar hansara stolið frá tveimum floks- feløgum, og teir høvdu hótt teir báðar dreingirnar við knívi. Sambært dóminum hevði tað, sum dreingirnir stjólu, lítið og einki virði, men dómstólurin var náði- leysur. Tann elsti er 15 ára gamal og skal sita 22 ár í fongsli. Tann yngsti, sum er 11 ára gamal, fekk 10 ára fongsulsrevsing. Sambært blaðnum Daily Times legði rætturin dent á, at sjálvt um dreingirnir eru ungir, eru teir nóg gamlir til at vita, at teir brutu lógina, og at teir tí eisini vistu, at stuldurin kundi fáa avleiðingar. Verjin hjá teimum seks dømdu dreingjunum hevur skotið málið inn fyri turkiska hægstarætt. Givin at fanga høsnarungar Fyri einum hálvum ári síðani setti býráðið í amerik- anska býnum Key West ein mann at taka sær av høsn- arungum, sum gingu leysir í býnum. Hann skuldi fáa 130 krónur fyri hvønn høsnarunga, sum hann tók. Men nú hevur Armando Paarra sagt upp. Tað sein- asta hálva árið hevur hann fangað 542 høsnarungar, men hann sigur, at í seinastuni hevur hann fingið mótstøðu frá politikarunum í býráðnum. Eitt nú hava teir noktað honum at leita eftir leysum høsnarungum í summum býarpørtum, og harafturat hevur tað víst seg, at fólk eru heldur ikki so fegin um arbeiði hans- ara longur. Tí hevur hann nú sagt upp, skrivar Reuter. Nú er Armando Parra farin úr Key West. Í býráðn- um siga tey, at tað er ikki vist, at nakar verður settur í hansara stað. Tey ásanna, at Armando Parra var arbeiðssamur, tí eftir seks mánaðum eydnaðist tað honum at fanga ein fjórðing av teimum nógvu høsn- arungunum, sum hava verið ein plága í Key West. Løgreglan í New York vil vera við, at Al- Qaeda hevur ætlanir um at søkja at altjóða fíggjarstovnum og øðrum málum har og í Washington YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Sunnudagin kunngjørdi løgreglan í New York, at hon hevur fingið frænir av, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda kann hava lagt ætlanir um at søkja at fleiri kendum fíggjarstovnum har í býnum og í høvuðsstaðn- um Washington. Í New York snýr tað seg um tann kenda Citicorp-bygningin og tann ikki minni kenda børsin í býnum, og í Was- hington er vandi fyri, at al- Qaeda fer at søkja at bygn- ingunum hjá Heims-bank- anum og Altjóða Gjald- oyragrunninum, IMF. Sunnukvøldið váttaði amerikanska stjórnin, at illgruni er um, at al-Qaeda hevur lagt ætlanir um fleiri atsóknir at málum í USA. Tom Ridge, sum er ráðharri í trygdarmálum, segði, at sambært upplýsingunum, sum myndugleikarnir hava, ætlar al-Qaeda at fremja álopini við bilbimbum. Tal- an kann bæði verða um persónbilar og lastbilar, segði hann. New York Times skrivaði í gjár, at myndugleikarnir høvdu mælt fleiri fyritøk- um til at økja trygdareftir- litið, og at bæði trygdar- menn og løgreglan høvdu fingið boð um at halda eitt vakið eyga við allari ferðslu nærhendis teimum kendu bygningunum. Sam- bært New York Times komu boðini frá myndugleikun- um aftan á ein fund ímillum løgregluovastan í New York, Raymond Kally, og Pasquale Damuro, sum er stjóri á FBI-deildini í býn- um. Kvinna tikin Sjónvarpið ABS segði sunnukvøldið, at løgreglan í Rexas hevði tikið eina kvinnu, sum var komin um markið úr Meksiko. Kvinn- an, sum er av pakistanskum uppruna, hevði suðurafrik- anskt pass, men fleiri síður vóru skræddar úr passin- um. Sambært ABC hevði kvinnan 7.000 dollarar og ein flogferðaseðil úr Texas til New York uppi á sær. Løgreglan í New York hevur illagruna um, at yvir- gangsmenn kunnu hava sent kvinnuna til USA við onkrum boðum til teirra, sum skulu søkja at málum í New York og Washington. Tað er eisini hugsandi, at kvinnan er við í einum bólki, sum skal fremja at- sóknirnar. Í døgunum frá 30. august til 2. september fer tann republikanski flokkurin at halda landsfund í New York. Millum luttakararnar verður George W. Bush, forseti, og myndugleikarnir hava leingi stúrt fyri, at al- Qaeda fyrireikar álop í New York í sambandi við fundin. Í Danmark hava myndugleikarnir gjørt av at fara rætti- liga í hernað ímóti svørtum arbeiði DANMARK Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Vit fara at tátta í við lógarborytingum. Danmark verður ikki ein løgreglu- statur, men svart arbeiði er ein samfelagstrupulleiki, sum vit mugu gera okkurt við, segði Svend Erik Hov- mand, skattamálaráðharri, við danska útvarpið í gjár. Kanningar, sum myndug- leikarnir gjørdu í vár, av- dúkaðu, at nógvar smáar fyritøkur skáka sær undan reglunum um skatt og meir- virðisgjald. Eitt nú vísti tað seg, at nógvar kioskir seldu sodavatn og annað, sum tær ikki høvdu rindað meir- virðisgjald av, og at í fleiri kioskum arbeiddu fólk, sum sambært teimum al- mennu upplýsingunum vóru arbeiðsleys. Skattamálaráðið hevur boðað frá, at tað fer at leggja fleiri lógarbroytingar fyri Fólkatingið í heyst. Eitt uppskot fer at snúgva seg um tryggingarfeløgini, sum eftir ætlanini skulu hava eftirlit við, at pengar, sum verða útgoldnir fyri skaðar, ikki verða nýttir til svart ar- beiði. Donsku tryggingar- feløgini rinda á hvørjum ári fleiri milliardir krónur í skaðagjøldum. Vænta sjálvmorðsatsóknir í New York og Washington Danir í hernað ímóti svørtum arbeiði Børsurin í Wall Street í New York verður hildin at vera eitt av álopsmálunum hjá al-Qaeda 23