hósdagur 24. september 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
12
6
Danjal av Rana
– Vinnandi uppskotið rakti okkum
beint í hjartað. Tað er einfalt og fer
heilt víst at lætta um dagligdagin hjá
brúkaranum, segði Marita Rasmus
sen, tá hon kunngjørdi vinnaran av
Creative Business Cup Føroyar, sum
varð hildið í Vinnuframa í farnu viku.
Vinnandi verkætlanin gjørdist
forritið ClearComm, ið er eitt forrit,
sum veitir tænastur til fólk við
autismu. Skipanin er ein talgild
dagsskrá og eitt samskiftisamboð, ið
kann nýtast á stovnum og í heimum.
Við at brúka eina myndaskrá kunnu
foreldur og hjálparfólk leggja dagin til
rættis hjá einum brúkara og lættliga
leggja fleiri dagar ella vikur til rættis
í senn. ClearComm byggir á board
makerskipanina, sum verður nógv
nýtt í arbeiðinum við autismu. Men
heldur enn at nýta pappírsmyndir,
hevur ClearComm ment skipanina til
telduøldina. Allar pappírsmyndirnar
eru talgildar og nú kann snildfonin
ella teldilin nýtast.
Ein stovnur í Føroyum hevur nýtt
forritið í menningini av verkætlanini,
og tey líta væl at. Afturmeldingarnar
frá stovninum eru, at skipanin er
mennandi fyri brúkaran, sum verður
stimbraður at hugsa um aðrar møgu
leikar, enn pappírsmyndirnar vístu
og tískil oftari tekur sjálvstøðugar
avgerðir.
ClearComm
hevur
verið
á
marknaðinum síðani januar í ár, men
enn er talan í stóran mun um eina
royndarvøru.
– Vit hava havt eina longri roynd
artíð við vøruni, og hon er enn í
menning, men øll kunnu keypa
forritið. Útgávan vit hava er tann, sum
stovnar nýta, men í løtuni menna vit
eina útgávu til privatar kundar eisini,
sigur Pól Andrias Larsen, ið er ein av
mennarunum handan ClearComm.
Mennararnir, fyritøkan Beak, sigur,
at stórur áhugi er fyri forritinum.
– Vit hava júst luttikið á autismu
ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
og har vóru fleiri, sum vístu forritinum
stóran áhuga, bæði privatpersónar
og umboð fyri almennar stovnar,
greiðir Pól Andrias Larsen frá.
Fleiri tílík forrit eru á marknað
inum, men kortini skilir ClearComm
seg greitt út. Tað, sum serliga eyð
kennir ClearComm í mun til kapp
ingarneytarnar,
er
møguleikin,
ClearComm gevur brúkaranum at
samskifta við onnur.
Slóðbrótandi
samskiftis
amboð
ClearComm gevur
teimum, ið hava
autismu, møguleikan
at samskifta við tey,
ið varða av teimum.
Nú er skjótt klárt at
taka forritið út í heim
Veita.fo
Veita.fo virkar sum bindilið millum
veitara og útbjóðara. Hetta verður
gjørt við, at útbjóðarin stovnar eina
uppgávu, ið veitarar kunnu bjóða
uppá. Veita.fo byrjaði sítt virksemi
í mai 2015 og hevur í dag út við
240 útbjóðarar og 200 veitarar.
280 uppgávur eru stovnaðar.
Endamálið er, at útbjóðarin skal
koma í beinleiðis samband við
fleiri veitarar, samanbera tilboð
og velja tann veitaran, ið hóskar
útbjóðaranum best. Torkil Jonsson,
stovnari av veita.fo, sigur, at útbjóð
ararnir hava tikið væl ímóti nýggju
tænastuni, men tað tykist, sum
veitarar hava ov mikið at gera, og
tí ikki eru líka grammir eftir at geva
tilboð. – Væntandi vera veitararnir
ídnari brúkarar av tænastuni, tá teir
hava minni at gera annars, sigur
Torkil Jonsson.
Green IQ
GreenArc Aqua er ein avlúsingar
loysn, sum Green IQ hevur ment
saman við Bakkafrost. Lúsin er ein
støðug hóttan móti laksavinnuni
og tað er greitt, at fyri at framhald
andi hava eina góða laksavøru,
má lúsin basast. GreenArc Aqua
er ein skipan, sum skimmar lús av
yvirflatuni, eftir at vatnið er viðgjørt
við brint yvir iltu. Eftir at aliringurin
er viðgjørdur við brint yvir iltu svíma
lýsnar í umleið ein tíma og flotna.
Tá er tað, at GreenArc Aqua samlar
lýsnar, so tær kunnu beinast
burtur. Skipanin, sum er framleidd
í Føroyum, er seld til Noregs,
Skotlands, Hetlands og Írlands.
Skipanin, sum minkar um tørvin
á brint yvir iltu, kostar einans 4
promillu av tí, sum alifeløg nýttu á
brint yvir iltu í fjør. Avbjóðingin hjá
Green IQ er tó, at alivinnan er um at
gevast við at nýta brint yvir iltu, og
tí má ein onnur loysn finnast at fáa
lýsnar at flotna.
Leif Sørensen
Leif Sørensen hevur seinasta árið
arbeitt við at framleiða kips úr
røstum fiski. Leif Sørensen sigur, at
hann fekk hugskotið, meðan hann
arbeiddi á Koks. Ræsti fiskurin
gevur smakkin, meðan hann nýtir
korn at binda við. Fiskurin og
kornið verða kókað til greyt í eini
grýtu. Síðani verður tað rullað flatt
og turkað. Hann hevur higartil
nýtt tosk, men umhugsar at skifta
yvir til lodnu, sum er helvtar
prísur samanborið við toskin.
Leif Sørensen sigur, at hann má
seljast 102.000 pakkar fyri at tað
skal løna seg. Møguleikarnir fyri
marknaðarføring eru stórir. Tað
kann marknaðarførast bæði sum
eksotisk víkingavøra, sum øko
logisk vøra ella sum snack. Eisini
vónar hann at selja smærri pakkar
til hotellir, flogfeløg og barrir.
Ætlanin er, at kipsini úr røstum fiski
skulu vera á marknaðinum einnan
eitt ár.Øverst på formularen
Jobkit
Jobkit er ein tímaskipan, ið er
serliga tillagað smærri fyritøkum.
Vanligt er, at smærri fyritøkur van
røkja skrivstovuarbeiðið, so sum
at skriva niður tímar. Jobkit er eitt
forrit á fartelefonini, sum ger tað
einfaldari at halda skil á arbeiðs
tímum, at taka myndir av arbeiði og
at dokumentera ymiskt annað.
Skipanin er løtt at brúka og sparir
fyritøkunum bæði tíð og pening,
siga mennararnir, sum tó leggja
dent á, at talan er um eina skipan
til tímastýring og ikki bókhald
og fakturering. Miðað verður
móti at fáa roynt skipanina í
arbeiðsumhvørvinum áðrenn jól.
WaterFreez
WaterFreez skal hjálpa okkum at
drekka meiri vatn. Lykilin er at seta
smakk til vatnið, við at koyra eitt
hylki av frukt niður í vatnið. Soleiðis
seyra vitaminir og mineralir frá
fruktini út í vatnið. Fyrsta vøran
hjá WaterFreez er ein brisk, sum
er 1,5 litur. Í briskini er eitt hylki,
har fruktin verður løgd í. – Royndir
okkara vísa, at tað er skjótari at
taka tvey gløs, tá vatnið smakkar
væl, sigur Hans Fróði Hansen,
sum stendur handan fyritøkuna.
Umframt ymiskar briskir, tað vil
siga, vatnfløskur, veitir WaterFreez
eisini ymiskar uppskriftir, uppskot
til samanseting av fruktum, alt eftir
tínum tørvi. – Onkur vil kanska
hava eitt forfrískandi glas av vatni
heldur enn kaffi um morgunin.
Onkur annar hevur kanska tørv á
detox eftir eitt hart vikuskifti. Vit
hava uppskriftirnar, sigur Hans
Fróði Hansen.
– Útgávan vit hava er tann, sum stovnar nýta, men í løtuni
menna vit eina útgávu til privatar kundar eisini,
sigur Pól Andrias Larsen, ið er ein av mennarunum
handan ClearComm. Mynd: Vinnuframi
Mynd: Vinnuframi