hósdagur 24. september 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015 13
6
– Tað finnast fleiri líknandi forrit,
sum hava eina dagsskrá innibygda,
men vit hava enn onga sæð, sum
hevur bæði dagsskránna og møgu
leikan at samskifta í sama forriti,
sigur Pól Andrias Larsen. Hann
greiðir frá, at ein av funkunum í
ClearComm er, at brúkarin kann nýta
somu myndur, sum verða nýttar til
dagsskránna, at samskifta við tey, ið
eru um hann.
– Hann kennir myndirnar frá
dagsskránni, men í ClearComm
hevur hann møguleikan at trýsta
seg fram til ávísar myndir, sum hann
síðani kann vísa til dømis starvs
fólkunum á stovninum. Hann kann
trýsta á fruktirnar og síðani á eina
banan, um hann vil biðja um eina
banan. Hendan funkan sermerkir
ClearComm,
sigur
Pól
Andrias
Larsen.
Beak ætla sær eisini út um land
oddarnar við ClearComm.
– Vit hava nýtt Føroyar sum eitt
royndarstað. Tað virkar væl, tí tað er
so lætt at fáa afturmeldingar og at
koma út til brúkaran, men tá forritið
er ment víðari, fara vit at hyggja út
um landoddarnar.
Felagið hevur eisini góðar royndir
at nýta ClearComm við fólkum, ið
hava ADHD, sum ofta eisini hava
ein tørv at fáa dagin tilrættalagdan
sjónliga.
Næsta stig á leiðini er altjóða
finalan í Creative Business Cup.
– Komandi tíðina skulu vit
menna hugskot okkara saman við
Vinnuframa, Hugskotinum og Íverk
setarahúsinum og fyrireika okkum til
altjóða finaluna í Creative Business
Cup. Vit gleða okkum at vísa okkara
vøru fyri altjóða dómarunum, sum
eru væl kendir innan vinnuna, og
ikki minst fyri teimum investorum,
ið fylgja við kappingini. Hetta verður
ein góður sýnisgluggi hjá okkum,
sigur Pól Andrias Larsen.
Tað eru Pól Andrias Larsen, Levi
á Torkilsheyggi og Virgar Poulsen,
ið mynda fyritøkuna Beak, ið hava
ment ClearComm.
danjal@sosialurin.fo
Vinnandi uppskotið er
einfalt og fer heilt víst
at lætta um dagligdagin
hjá brúkaranum
Gravity Jumper
Gravity Jumper er eitt spæl til
snildfonir, teldlar og Facebook.
Í leitanini eftir einum nýggjum
heimi til Gravity Jumper sleppur
spælarin at royna atdráttarmegina
á ein annarleiðis og stuttligan
hátt, har ið, tú hoppar frá planet til
planet, og má ansa eftir ymsum
forðingum. Spælið er lætt og
skjótt at læra og stuttligt at spæla.
Málbólkurin eru fólk millum 13 og
30 ár, men spælið er barnavinarligt,
so yngri børn kunnu eisini spæla
tað. Grundkjarnin í spælinum er
atdráttarmegin. Tá tú loypir frá
planet til planet, mást tú taka
atlit at atdráttarmegini. Jú størri
planetin er, jú sterkari er atdráttar
megin. Spælið verður at fáa á bæði
android og apple.
Defined Energy
Defined Energy er felagið, sum
hevur ment hitaskipanina í svimji
høllini í Gundadali. Hitaskipanin
endurnýtir hitan frá spillvatninum
frá brúsunum til at hita nýggja
vatnið. Hugskotið kom ein
morgunin, tá mamma Hera
Schwartz Jacobsen bað hann ikki
standa so leingi undir brúsuni.
Hann byrjaði tá at hugsa um,
hvussu hann kundi endurnýta
spillvatnið. Skipanin, sum Defined
Energy hevur ment, gevur eina
munandi orkusparing, upp í 55
prosent, umframt at tað minkar um
koltvíiltuútlátið. Umframt at menna
eina skipan til svimjihøllir og aðrar
størri bygningar, ætlar Defined
Energy eisini at menna eina minni
skipan til privat húsarhald. Mett
verður, at marknaðurin fyri eini
tílíkari loysn er sera stórur, bæði í
norðurlondum og annars í Evropa.
Time Cloud
Timecloud.eu er ein sjálvvirkandi
skipan, ið skrásetir tíðar- og
arbeiðsviðurskiftini millum starvs
fólk og arbeiðsgevara. Heldur
enn at starvsfólk mugu stempla
inn og út av arbeiðsplássinum,
kunnu arbeiðsplássini fáa sær
Time Cloud skipanina, sum lesir,
um starvsfólkini eru á arbeiðs
plássinum ella ikki. Eisini ber til
at lata skipanina lesa, í hvørjum
rúmum starvsfólkini eru og so
leiðis rokna út, um tey munnu
vera á fundi, á skrivstovu síni
ella annað. Endamálið er at gera
tað lættari at hava eitt yvirlit yvir
starvsfólkini, hvørji eru til arbeiðis,
hvørji hava frí, hvørji eru sjúk og
so framvegis. Skipanin kann eisini
senda eini boð til starvsfólkið,
við eini áheitan um at boða frá,
hvar tey eru. Samstundis kunnu
starvsfólkini eisini stempla inn
umvegis fartelefon sína, um tey
eru til arbeiðis, men ikki á arbeiðs
plássinum. Skipanin er til smá sum
stór virkir, ið vilja hava eina álítandi
skipan uttan størri uppsetan.
Splay
Splay er ein sokkur mentur til
teirra, ið hava slættil. Sokkurin
hevur eitt innlegg, ið styðjar upp
undir svangboðan í fótinum hjá tí,
sum er í honum, og hjálpir viðkom
andi at ganga rætt. Hetta fyribyrgir
øðrum skaðum, so sum knæ- og
ryggskaðum. Mett verður, at millum
20 og 30 prosent av fólkunum
líða av slættil í størri og minni mun
og einasta loysnin er at ganga í
ortopediskum skóm. Eitt toymi av
ungum kvinnum metti ikki hesa
loysnina verða nóg góða, og hava tí
ment sokkin Splay. – Ortopediskir
skógvar eru ofta ikki millum teir
vakrastu, men við Splay kunnu fólk
við slættil ganga í teimum skóm,
tey hava hug.
ClearComm
ClearComm er ein talgild dagsskrá
og samskiftisamboð fyri tey, ið
hava autismu. Við at brúka eina
myndaskrá kunnu foreldur og
hjálparfólk lættliga tilrættis leggja
dagin hjá tí einstaka. Tað er sera
vanligt at nýta smáar myndir,
sokallaði piktogram, ið sam
skiftinum við fólk við autismu,
og tá dagligdagur teirra skal
skipast. Piktogrammini taka tó
nógv pláss og er til dømis sera
óhøgligt, tá farið verður í býin.
ClearComm hevur stutt sagt ment
eina talgilda útgávu av pikto
grammunum. Soleiðis er ikki neyð
ugt at ganga í býnum við einum
stórum lyklatyssi av piktogramm
um, sum onkuntíð verður gjørt, tá
fólk við autismu eru í býnum við
teirra stuðlum. Nú er nokk at hava
telefonina við sær fyri at samskifta
sínámillum.
Á Creative Business Cup Føroyar fekk hugskotið Splay eisini serliga
viðurkenning frá dómarunum. Mynd: Vinnuframi