Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 14 6 Eyðfinn Reyðberg Tað gongur væl hjá teimum føroysku bilasølunum, hetta kann staðfestast, nú allir roknskapirnir fyri 2014 hjá bila­sølunum eru tøkir. Fyrr vóru fleiri bilasølur, enn tað eru í dag, nú talið av føroyskum bila­sølum er komið niður á átta. Av hesum átta bilasølunum eru bert tvær, ið standa einsa­mallar, meðan hinar seks eru saman við ein­ari aðrari bila­sølu, og hava somu høvuðs­eigarar. Sostatt er í verul­eik­anum talan um fimm høvuðs­eigarar av teimum átta før­oysku bila­ søl­unum. Waag & Co P/f og Berg Motors Sp/f eru undir hvør sínum eigara, meðan Reyni – Service P/f og Auto Service P/f eru dóttir­feløg hjá sama eigara, Wenzel P/f og Bila­ sølan P/f hava sama høvuðs­ eig­ara og Norðbil Sp/f og Nordcar Sp/f hava sama høvuðs­eigara. Gongd í bilasøluni At tað er gongd í bila­søl­uni í løtuni sæst eisini aftur hjá teimum fimm høvuðs­eig­arunum av føroysku bila­ søl­unum. Av­lopið áðr­enn skatt hjá øllum bila­søl­un­um gjørd­ist í 2014 23 milljónir krón­ur saman­lagt, og øll bila­sam­tøkini høvdu eitt positivt úrs­ lit áðr­enn skatt í 2014. Samlaða úrslitið áðr­enn skatt, var í 2014 15 prosent betri enn árið framm­an­und­an í 2013, tá úrs­litið var 20 milljónir krónur áðrenn skatt. Hyggja vit eftir úrs­lit­unum fyri eitt longri tíðar­skeið síggja vit, at føroysku bila­søl­ur­nar hava havt eitt upp­túr í avlopinum sein­astu fimm árini, har avlopið er vorið betri ár undan ári. Konjukturur og bilasøla tætt knýtt Tað er ein sannroynd, at bila­søla og konjukturur fylgjast rættuliga tætt. Her tala tølini sítt tíðuliga mál. Í 2008 høvdu føroysku bila­ søl­ur­nar eitt hall uppá tilsamans 7 milljónir krónur áðrenn skatt, har fimm av átta bilasølum høvdu hall á rokn­skap­inum. Í 2009 var støðan enn verri, har bert tann eina bila­sølan megnaði at fáa eitt líkinda roknskaparúrslit, og saml­aða hallið hjá bila­søl­unum hækkaði til 14 milljónir krónur. Síðan 2009, tá lág­markið varð nátt, hvat bæði bilasølu og úrsliti við­víkir, er gingið støðugt framá hjá bilasøluvinnuni, har úrs­litið er bøtt ár undan ári, sam­stundis sum talið av seld­um bilum eisini er hækk­að ár undan ári. Langt upp til hægsta støði Hóast tað hevur verið stór fram­ gongd í saml­aða av­lop­inum hjá bila­ søl­unum, so er tað framvegis langt upp til hægsta støði, ið bila­søl­urnar náddu há­konjuk­tur­árini 2006 og 2007. Í 2006 setti før­oysku bila­sølurnar met við einum avlopi uppá 39 milljónir krónur áðrenn skatt. Eisini árið eftir gekk væl hjá bila­søl­unum, tó at avlopið gjørdist heldur minni og kom niður á 32 milljónir krónur. Vit kunnu tí staðfesta, at hóast tað hevur gingið framá hjá teimum føroysku bilasølunum tey seinastu fimm árini, so er góða úrslitið í 2014 16 milljónir krónur verri enn besta árið nakrantíð í 2006. Umskiftiligar tíðir krevja sítt Sum talvan yvir gongdina hjá bilasølunum vísir, so skal ein góð hond til at stýra, tá búskaparlig bakk­ ast koma, sum tey Føroyar stóðu í árini 2008 og 2009. Av teimum átta bila­søl­unum, er tað bert ein, ið hevur megnað av havt avlop á rakstrinum øll árini frá 2006 til 2014, meðan allar hinar sjey hava havt hall av rakstrinum eitt ár ella meir. Tvær bilasølur skara framúr Tað eru serstakliga tvær bila­sølur, ið hava staðið fyri stóra partinum av vinn­ing­inum hjá teimum føroysku bilasølunum. Verður avlopið áðrenn skatt seinastu fimm árini lagt saman so sæst, at tað serliga eru tvær bilasølur, ið hava staðið fyri størra part­inum av avlopinum. Samlaða avlopið áðr­enn skatt hevur soleiðis ver­ið samanlagt 65 milljón­ir krónur hjá teimum átta før­oysku bilasølunum tey fimm árini frá 2010 til 2014. Av hesum hevur Waag & Co. P/f staðið fyri góðar 25 milljónir krónur og Reyni – Service P/f hevur stað­ið fyri góðar 19 milljónir krónur, með­ an hinar seks bila­sølurnar til­samans havt eitt avlop uppá 20 milljónir krón­ur. Waag & Co P/f og Reyni – Service P/f hava so­statt staðið fyri 69 pro­sent av samlaða avlop­inum hjá teimum føroysku bila­søl­unum sein­astu fimm ár­ini, meðan restin av bila­søl­unum hava staðið fyri 31 pro­ sent av avlopinum. Waag & Co. P/f er sam­stundis einasta bilasølan, ið hevur havt avlop av rakstr­inum øll árini frá 2006 til 2014. post@sosialurin.fo Bilasølur Framgongd yvir alla linjuna hjá føroysku bilasølunum Besta avlopið síðan 2007 og avlop hjá øllum fimm høvuðseigarum av føroysku bilasølunum, er úrslitið fyri 2014. Stórur munur er tó á bæði inntjening og seldum bilum. Tað er ein sannroynd, at bilasøla og konjukturur fylgjast rættuliga tætt Tað gongur væl hjá teimum føroysku bilasølunum. Myndir: Álvur Haraldsen