Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 18 6 Eyðfinn Reyðberg Toyota er best selda bilmerki í Føroyum. Í 2014 vóru 302 nýggir Toyota­bilar seldir, og gjørdi hetta at Toyota einn einaferð gjørdist Føroya best seljandi bilur. Hetta eru 48 bilar fleiri enn Citroen, ið kom á øðrum plássi, og eru heili 164 bilar til nummar trý á lista­num Ford við 138 seldum bilum. So mikið nógv trýr bilasølan Reyni Service P/f uppá Toyota bilar­ nar, at tey hava valt at satsa 100 pro­sent uppá hetta bilmerki saman við Lexus, ið er bilmerki í dýrara end­ anum av Toyota merkinum. Hetta er sermerkt, tí allar hinar bilasølurnar hava satsað uppá tvey, trý ella fleiri bilmerki. At tað ikki er nøkur trygd, til tess at selja nógvar bilar, at satsa uppá sølu av fleiri bilmerkjum, er Reyni Service besta dømið um, tí Toyota einsamalt seldi so mikið væl, at Reyni Service gjørdist næst best seljandi bilasølan í 2014, har fimti hvør nýggi bilur á gøtunum var ein Toyota bilur. Samanlagt hevur Reyni Service 19 prosent av føroysku bilasøluni, tá 2014 verður brúkt sum grundarlag. Bestu inntjeningina At nógvir Toyotabilar koyra í Før­oyum, sæst eisini aftur á roknskapinum hjá felagnum. Øll árini síðan 2006 er tað júst Reyni Service, ið hevur havt besta bruttovinningin tá talan er um føroyskar bila­sølur, og bruttovinningurin í 2014 hækkaði eisini við 13 pro­sent­ um úr 19,6 milljónum krónum í 2013 upp í 22,2 milljónir krón­ ur í 2014. Úrslitið áðrenn skatt gjørd­ ist eisini betur enn undanfarin ár, og hækkaði við 0,7 milljón krón­ um upp í 5,7 milljónir krónur í 2014. Hetta er samstundis besta úrslit felagsins síðan metárini í 2006 og 2007. Reyni Service hevur eisini so nógv tað størsta starvsfólkaliðið. Tað starvast í dag 52 fólk hjá fel­ag­ num. Starvsfólkatalið hevur sein­astu tíggju árini ligið javnt um 50 starvs­ fólk. Samlaði starvsfólkakostnaðurin var í 2014 knappar 17 milljónir krónur, hetta er 1,7 milljón krónur meir enn í 2013. Hetta gevur eina meðalløn fyri hvørt starvsfólk uppá 322.000 krón­ ur um árið. Góður rakstur Burtursæð frá teimum báðum ár­ unum 2008 og 2009, tá felagið hevði hall, hava úrslitini hjá Reyni Service verið millum tey allar­ bestu. Soleiðis er samlaða úrslitið áðrenn skatt hesi sein­astu fimm árini frá 2010 til 2014 19,3 milljónir krónur, hetta er sam­stundis meir enn tví­falt tað, nummar trý á inn­tøku­list­ anum hevur megnað. Tað er bert Waag & Co., ið hevur havt størri avlop seinastu fimm árini 25,5 milljónir krónur. So hóast Reyni Service í dag stend­ur fyri umleið 20 prosent av marknað­inum tá talan er um ný­ seldar bilar, so hevur bilasølan megn­að at standa fyri 30 prosent av saml­aða avlopinum hjá hesi vinnu­ grein, tá hugt verður eftir seinasta fimm ára tíðarskeiðinum. Rentuberandi skuldin hjá felag­ num í dag er 39 milljónir krónur, sum er 7,1 ferðir EBITDA. Nýtt ættarlið Øll árini frá 1973 til á sumri 2012 var tað Ejvind av Reyni, ið myndaði fyritøkuna úteftir sum stjóri. Á sumri 2012 valdi Ejvind at leggja frá sær eftir at hava verið stjóri í fyritøkuni í umleið 40 ár, og stjóri nú er Sámal av Reyni, ið hevur sitið í stjórasessinum í stívliga trý ár. Ejvind hevur tó ikki slept bil­yrk­ inum enn, men er framvegis nevnd­ ar­limur í Reyni Service. Reyni Service Toyota best selda bilmerki Reyni Service P/f eigur best selda bilmerki í Føroyum. Ígjøgnum mong ár hevur Toytota ligið á toppinum, og aftur í 2014 gjørdist Toyota best seljandi bilurin í Føroyum. Støðug úrslit og marknaðar­partur, saman við høgum tænastustigi, tykist at vera lykilin til góðu úrslitini Samanlagt hevur Reyni Service 19% av bilasøluni Reyni - Service P/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 22.237 19.613 13% Starvsfólkakostnaður 16.720 15.001 11% EBITDA 5.517 4.612 20% Avskrivingar 1.373 1.580 -13% Fíggjarpostar netto 1.515 1.893 -20% Úrslit áðrenn skatt 5.659 4.925 15% Skattur 1.005 43 2237% Ársúrslit 4.654 4.882 -5% Støðisogn 43.746 40.643 8% Ogn í umferð 41.808 38.501 9% Ogn tilsamans 85.554 79.144 8% Eginpeningur 28.800 48.145 -40% Skuld 56.754 30.999 83% Skyldur tilsamans 85.554 79.144 8% Rentuberandi skuld 39.153 15.275 156% Rentuberandi skuld/EBITDA 7,1 3,3 114% Starvsfólk 52 48 4 Reyni Service. Mynd: Álvur Haraldsen Reyni Service selur tvey ymisk bilsløg. Av hesum stóð Toyota fyri 97 prosent av seldu bilunum í 2014, og gjørdist samstundis Føroya best seljandi bilmerki í 2014. Høvuðstølini hjá Reyni - Service P/f seinastu tvey árini. Ársúrslitið var 15 prosent betri í 2014 enn í 2013. 302 ; 97% 10 ; 3% TOYOTA LEXUS Søla av bilum hjá Reyni Service P/f í 2014 býtt á bilsløg