hósdagur 24. september 2015síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015 17
6
Eyðfinn Reyðberg
Úrslitið áðrenn skatt var 19 prosent
betri í 2014, enn tað var í 2013.
Hetta er status hjá bilasøluni Auto
Service P/f, sum felagið RS47 P/f
eigur. Tað er Reyni familjan, ið eigur
íløgufelagið RS47, sum umframt
bilasøluna Auto Service eisini eigur
bilasøluna Reyni Service, sum selur
Toyota í Føroyum.
Taka vit hesar báðar bilasølurnar,
ið eru í sama samtaki, so vóru tær
samanlagt størsti føroyski bilseljarin
í 2014.
526 bilar seldu Auto Service og
Reyni Service samanlagt, og hetta
er 33 prosent av samlaðu føroysku
bilasøluni. Tað vil siga at triðji hvør
nýggi bilur á føroysku vegunum í
2014 var ein bilur frá samtakinum
RS47.
Tá Waag & Co. seldi 25,8 prosent
av nýggju bilunum, merkir hetta at
tveir eigarar umboða 59 prosent av
øllum seldum bilum í Føroyum, með
an hinir tríggir eigararnir umboða 41
prosent av seldum bilunum.
Keyptu Auto Service
Tað var við árslok 2005, at Reyni
Service keypti Auto Service. Ognar
parturin var seinni lagdur í móðir
felagið RS47, sum nu eigur báðar
bilasølurnar.
Tað gekk væl fyrstu tvey árini í
2006 og 2007 við góðum úrslitum,
men eins og fyri flestu bilasølurnar,
so rakti kreppan, og árini 2008,
2009 og 2010 hevði bilasølan
hall.
Í 2011 kom vend í, og síðan hevur
felagið havt betri úrslit ár undan ári.
Í 2014 hevði Auto Service eitt
avlop áðrenn skatt uppá 3,3 milljónir
krónur móti 2,8 milljónir krónur í
2013.
Samanlagt hevur Auto Service
havt eitt avlop eftir skatt seinastu trý
árini uppá 7 milljónir krónur.
Óbroytt starvsfólkatal
Starvsfólkatalið hjá Auto Service
hevur øll hesi seinastu árini ligið um
25 starvsfólk og haruppímóti.
Starvsfólkakostnaðurin var í 2014
9 milljónir krónur, sum var ein hálv
milljón krónur meir enn í 2013. Hetta
gevur eina meðal ársløn til tey 24
starvsfólkini uppá 376.000 krónur.
Rentuberandi
skuldin
hjá
felagnum
í
dag
er
góðar
41
milljónir krónur, sum er 8,0 ferðir
EBITDA.
Nissan selur best
Eins og hjá hinum bilasølunum,
ið hava fleiri bilmerki at selja, so er
tað serstakliga eitt bilmerki, ið togar
størra helmingin av søluni inn.
Hjá Auto Service er tað bilmerkið
Nissan, sum bilasølan seldi 131 av í
2014. Nissan stóð soleiðis fyri 58
prosent av seldu bilunum hjá Auto
Service.
Nissan
gjørdist
sostatt
tað
bilmerki, sum fjórðflest bilar vóru
seldir av í 2014, næst eftir Toyota,
Citroen og Ford.
Harumframt seldi Auto Service 51
bilar av slagnum Peugeot og 42 av
slagnum Opel.
Nýggjur stjóri
Stjóri á bilasøluni Auto Service er
Pól Jákup Poulsen, sum tók við sum
stjóri í felagnum í apríl 2013. Hann
tók við eftir Árna Tór Rasmussen,
sum tá fór í starv sum stjóri hjá
íløgufelagnum Tjaldur. Árni hevur tó
varðveitt sambandið við gamla ar
beiðspláss sítt, har hann var stjóri hjá
bæði Reyni Service og Auto Service,
hann er í dag nevndarformaður í
bæði Reyni Service og Auto Service
umframt at hann eisini er nevndar
formaður í ognarfelagnum RS47,
sum eigur báðar bilasølunar.
Ein av marknaðarfyrimununum
hjá Auto Service er Gullpakkin, ið
er avtala, ið bilkeypari ger við bila
søluna, har bileigarin við at keypa
Gullpakkan sleppur undan øllum út
reiðslum av bilinum fyrstu trý árini,
ella til bilurin hevur koyrt 90.000
km.
Hetta umfatar at skifta olju,
perur, viskarabløð o.a., arbeiðsløn av
hesum og annars annað viðlíkahald
av bilinum tey fyrstu trý árini.
post@sosialurin.fo
Auto Service
Úrslitini góð seinastu árini
Vaksandi avlop og betri rakstur eru lyklaorð, tá hugt verður eftir roknskaparliga úrslitinum hjá Auto
Service P/f. Bilasølan hevur í dag 14 prosent av marknaðinum av nýggjum bilum, ið verður seldir í Føroyum.
Reyni Service keypti Auto
Service við árslok 2005
Auto Service P/f
2014
2013 Broyting
Bruttovinningur
14.133
12.810
10%
Starvsfólkakostnaður
9.033
8.495
6%
EBITDA
5.100
4.315
18%
Avskrivingar
1.707
1.408
21%
Fíggjarpostar netto
-69
-113
-39%
Úrslit áðrenn skatt
3.324
2.794
19%
Skattur
764
503
52%
Ársúrslit
2.560
2.291
12%
Støðisogn
36.047
30.917
17%
Ogn í umferð
27.005
25.285
7%
Ogn tilsamans
63.052
56.202
12%
Eginpeningur
6.196
7.636
-19%
Skuld
56.856
48.566
17%
Skyldur tilsamans
63.052
56.202
12%
Rentuberandi skuld
40.914
33.804
21%
Rentuberandi skuld/EBITDA
8,0
7,8
2%
Starvsfólk
-
-
-
Poul Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, kann gleðast um hækkandi úrslit síðan hann tók við sum stjóri í
bilasøluni í apríl 2013.. Mynd: Álvur Haraldsen
Auto Service P/f selur trý ymisk bilsløg. Av hesum stóð Nissan fyri
58 prosent av seldu bilunum í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz
Høvuðstølini hjá Auto Service P/f seinastu tvey árini. Ársúrslitið var
19 prosent betri í 2014 enn í 2013.
131 ; 58%
51 ; 23%
42 ; 19%
Nissan
Peugeot
Opel
Søla av bilum hjá Auto Service P/f í 2014 býtt á bilsløg