Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 16 6 Eyðfinn Reyðberg Waag & Co. P/f hevur havt stóra fram­gongd seinastu árini, og marknaðar­parturin hjá felagnum á føroyska bil­marknaðinum er tí vaksin og styrktur munandi seinastu árini. Í 2006 átti Waag & Co. P/f 13 pro­sent av søluni av nýggjum bilum í Føroyum, men síðan hevur felagið tikið seg fram og seinastu árini hev­ ur marknaðarparturin hjá felag­num verið 25 prosent av søluni av nýggj­ um bilum. Tað vil siga at fjóðri hvør nýggi bilur í Føroyum, er ein bilur frá Waag & Co. P/f. Felagið hevur sostatt tví­ faldað sín marknaðarpart eftir bert fáum árum síðani 2006. Tá nógvir bilar verða seldir, so tryggjar ein bilasøla sær eisini ein størri eftirmarknað. Tað er søla av eyka­lutum, eykaútgerð og aðrar tænastu­veitingar av ymiskum slagi. Hetta er við til at skapa størri trygg­ leika hjá bilasøluni, tá vøksturin av nýggj­um bilum einaferð fer at minka aftur. Keyptu Ivan Johansen Bilar Tað var í juni mánað 2006, at Joen Pauli Waag, saman við øðrum, keypti Ivan Johansen Bilar, og nýtt felag varð stovnað til endamálið. Øll tey fyrstu árini var virk­ semið rikið undir navninum Ivan Johansen Bilar, men hetta navn varð skift út til Waag & Co. fyri trimum árum síð­ani, í sam­band við at nýggjur bygn­ ingur varð tikin í nýtslu, og nýggj­ur samleiki hjá bilasøluni varð av­dúk­aður. Tá eitt vinnuvirki verður keypt, so krevur tað vanliga betri rakstur, enn fyritøkan hevði frammanundan, til tess at gjalda tann keypspening, fíggj­að­ur er. At felagið hevur nátt tí mál­setn­ ingi settur var, og hevur tvífaldað sín marknaðarlut, hevur verið nógv við­ virkandi til, at Waag & Co. hevur verið tann føroyska bilasølan, ið hevur havt best fíggjarlig úrslit seinastu árini. 2014 gjørdist metár Árið 2014 gjørdist metár hjá Waag & Co. Úrslitið áðrenn skatt var eitt av­lop uppá 8 milljónir krónur, og tá skattur var goldin, var endaliga árs­ úrslitið 6,6 milljónir krónur. Endaliga ársúrslitið eftir skatt í 2014 var 40 prosent betri enn í 2013, sum annars eisini var besta ár­ið hiðartil hjá Waag & Co. Leggja vit úrslitini hjá Waag & Co. saman síðan felagið byrjaði í 2006, so hevur felagið havt avlop á hvørjum ári, og samanlagt er vinn­ing­urin áðrenn skatt kom­ in uppá 35,6 milljónir krón­ur, sum svarar til eitt meðal­avlop uppá 4 milljónir krón­ur áðrenn skatt. Tá skattur er goldin er saml­aða avlopið í tíðar­skeið­ inum frá 2006 til 2014 komið uppá 29,3 milljónir krón­ur. Rentuberandi skuldin hjá fel­ag­num í dag er góðar 15 milljónir krón­ur, sum er 1,6 ferðir EBITDA. Citroen selur best Waag & Co. selur bilmerkini Citroen, Mitsubishi og Mercedes Benz, og her er tað serliga Citroen, ið stendur fyri størsta partinum av søluni hjá bila­søluni. Taka vit allar átta føroysku bila­ søl­urnar, so var tað Waag & Co., ið var tann einstaka bilasølan, ið seldi flestar bilar. Av teimum 1629 bil­ unum, ið vóru seldir í Føroyum í 2014, seldi bilasølan hjá Waag & Co. 419. Hetta svarar til 25,8 prosent av saml­aðu bilasøluni í 2014. 61 prosent av seldu bilunum hjá Waag & Co. vóru av slagnum Citroen. 254 nýggir Citroen bilar koma á føroysku vegirnar í 2014. Hetta gjørdi eisini, at Citroen gjørdist næst best selda bilmerki í 2014 eftir Toyota, ið seldi 302 bilar. Afturat hesum seldi Waag & Co. 97 bilar av Mitsubishi og 68 Mercedes Benz bilar. Vitanartilfeingi týdningarmikið Eitt av kappingarøkjunum í dag er at hava góða tænastu og gott verkstað. Hesa avbjóðing er Waag & Co. greiðir yvir, tí felagið upplýsir í roknskapi sínum, at felagið leggur stóran dent á, at starvsfólkini fylgja væl við í út­ búgv­ingum og skeiðsætlanum hjá veit­arum felagsins, til tess at tryggja at starvs­fólkini eru væl fyri fakliga. post@sosialurin.fo Waag & Co. Bilasølan við bestu úrslitunum Waag & Co. P/f, er einasta føroyska bilasølan, ið hevur megnað at havt avlop av rakstrinum øll árini síðan 2006. Bilasølan hevur havt best úrslit í meðal hvørt ár og hevur vunnið stóran marknaðarpart. Waag hevur havt stóra framgongd seinastu árini Waag & Co. P/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 18.370 15.552 18% Starvsfólkakostnaður 8.943 7.935 13% EBITDA 9.427 7.617 24% Avskrivingar 746 721 3% Fíggjarpostar netto -668 -1.156 -42% Úrslit áðrenn skatt 8.013 5.740 40% Skattur 1.442 1.037 39% Ársúrslit 6.571 4.703 40% Støðisogn 14.746 16.106 -8% Ogn í umferð 31.452 26.545 18% Ogn tilsamans 46.198 42.651 8% Eginpeningur 22.077 16.456 34% Skuld 24.121 26.194 -8% Skyldur tilsamans 46.198 42.650 8% Rentuberandi skuld 15.388 19.134 -20% Rentuberandi skuld/EBITDA 1,6 2,5 -35% Starvsfólk 24 23 1 Siðan Joen Pauli Waag saman við øðrum keypti bilasøluna í 2006, og setti seg í stjórasessin, hevur gingið støðugt framá hjá felagnum. Mynd: Álvur Haraldsen Waag & Co. P/f selur trý ymisk bilsløg. Av hesum stóð Citroen fyri 61 prosent av seldu bilunum í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz Høvuðstølini hjá Waag & Co. P/f seinastu tvey árini. Ársúrslitið var 40 prosent betri í 2014 enn í 2013. 16 % 23 % 61 % Citroen Mitsubishi Mercedes-Benz Søla av bilum hjá Waag & Co. P/f í 2014 býtt á bilsløg: