hósdagur 24. september 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
20
6
Eyðfinn Reyðberg
Waag & Co. P/f hevur havt stóra
framgongd
seinastu
árini,
og
marknaðarparturin hjá felagnum
á føroyska bilmarknaðinum er tí
vaksin og styrktur munandi seinastu
árini.
Í 2006 átti Waag & Co. P/f 13
prosent av søluni av nýggjum bilum
í Føroyum, men síðan hevur felagið
tikið seg fram og seinastu árini hev
ur marknaðarparturin hjá felagnum
verið 25 prosent av søluni av nýggj
um bilum.
Tað vil siga at fjóðri hvør nýggi
bilur í Føroyum, er ein bilur frá Waag
& Co. P/f. Felagið hevur sostatt tví
faldað sín marknaðarpart eftir bert
fáum árum síðani 2006.
Tá nógvir bilar verða seldir, so
tryggjar ein bilasøla sær eisini ein
størri eftirmarknað. Tað er søla av
eykalutum, eykaútgerð og aðrar
tænastuveitingar av ymiskum slagi.
Hetta er við til at skapa størri trygg
leika hjá bilasøluni, tá vøksturin av
nýggjum bilum einaferð fer at minka
aftur.
Keyptu Ivan Johansen Bilar
Tað var í juni mánað 2006, at Joen
Pauli Waag, saman við øðrum, keypti
Ivan Johansen Bilar, og nýtt felag
varð stovnað til endamálið.
Øll tey fyrstu árini var virksemið
rikið undir navninum Ivan Johansen
Bilar, men hetta navn varð skift út til
Waag & Co. fyri trimum árum síðani,
í samband við at nýggjur bygningur
varð tikin í nýtslu, og nýggjur samleiki
hjá bilasøluni varð avdúkaður.
Tá eitt vinnuvirki verður keypt,
so krevur tað vanliga betri rakstur,
enn fyritøkan hevði frammanundan,
til tess at gjalda tann keypspening,
fíggjaður er.
At felagið hevur nátt tí málsetn
ingi settur var, og hevur tvífaldað sín
marknaðarlut, hevur verið nógv við
virkandi til, at Waag & Co. hevur verið
tann føroyska bilasølan, ið hevur
havt best fíggjarlig úrslit seinastu
árini.
2014 gjørdist metár
Árið 2014 gjørdist metár hjá Waag
& Co. Úrslitið áðrenn skatt var eitt
avlop uppá 8 milljónir krónur, og tá
skattur var goldin, var endaliga árs
úrslitið 6,6 milljónir krónur.
Endaliga ársúrslitið eftir skatt
í 2014 var 40 prosent betri enn í
2013, sum annars eisini var besta
árið hiðartil hjá Waag & Co.
Leggja vit úrslitini hjá Waag &
Co. saman síðan felagið byrjaði í
2006, so hevur felagið havt avlop
á hvørjum ári, og samanlagt er vinn
ingurin áðrenn skatt komin uppá
35,6 milljónir krónur, sum svarar
til eitt meðalavlop uppá 4 milljónir
krónur áðrenn skatt.
Tá skattur er goldin er samlaða
avlopið í tíðarskeiðinum frá 2006
til 2014 komið uppá 29,3 milljónir
krónur.
Rentuberandi skuldin hjá felag
num í dag er góðar 15 milljónir krón
ur, sum er 1,6 ferðir EBITDA.
Citroen selur best
Waag & Co. selur bilmerkini Citroen,
Mitsubishi og Mercedes Benz, og
her er tað serliga Citroen, ið stendur
fyri størsta partinum av søluni hjá
bilasøluni.
Taka vit allar átta føroysku bila
sølurnar, so var tað Waag & Co., ið
var tann einstaka bilasølan, ið seldi
flestar bilar. Av teimum 1629 bil
unum, ið vóru seldir í Føroyum í
2014, seldi bilasølan hjá Waag & Co.
419. Hetta svarar til 25,8 prosent av
samlaðu bilasøluni í 2014.
61 prosent av seldu bilunum hjá
Waag & Co. vóru av slagnum Citroen.
254 nýggir Citroen bilar koma á
føroysku vegirnar í 2014. Hetta gjørdi
eisini, at Citroen gjørdist næst best
selda bilmerki í 2014 eftir Toyota, ið
seldi 302 bilar. Afturat hesum seldi
Waag & Co. 97 bilar av Mitsubishi og
68 Mercedes Benz bilar.
Vitanartilfeingi
týdningarmikið
Eitt av kappingarøkjunum í dag er at
hava góða tænastu og gott verkstað.
Hesa avbjóðing er Waag & Co. greiðir
yvir, tí felagið upplýsir í roknskapi
sínum, at felagið leggur stóran dent
á, at starvsfólkini fylgja væl við í út
búgvingum og skeiðsætlanum hjá
veitarum felagsins, til tess at tryggja
at starvsfólkini eru væl fyri fakliga.
post@sosialurin.fo
Berg Motors Sp/f
Flest bilmerki og bestu
fíggjarligu umstøðurnar
Berg Motors P/f hevur heili fimm ymisk bilmerk at selja føroyingum, og er harvið tann bilasølan,
ið hevur størst úrvæl av bilmerkjum. Fyritøkan hevur sera góðar fíggjarligar umstøður,
hevur onga rentuberandi skuld og 9 milljónir krónur í rakstrarpeningi á konto
Berg Motors Sp/f
2014
2013 Broyting
Bruttovinningur
12.320
11.085
11%
Starvsfólkakostnaður
10.213
8.946
14%
EBITDA
2.107
2.139
-1%
Avskrivingar
1.875
1.815
3%
Fíggjarpostar netto
133
127
5%
Úrslit áðrenn skatt
365
451
-19%
Skattur
70
137
-49%
Ársúrslit
295
314
-6%
Støðisogn
38.684
35.716
8%
Ogn í umferð
34.569
40.560
-15%
Ogn tilsamans
73.253
76.276
-4%
Eginpeningur
55.230
56.899
-3%
Skuld
18.023
19.377
-7%
Skyldur tilsamans
73.253
76.276
-4%
Rentuberandi skuld
Eingin
Eingin
-
Rentuberandi skuld/EBITDA
-
-
-
Starvsfólk
34
30
4
Berg Motors Sp/f selur heili fimm ymisk bilsløg. Av hesum stóð Zuzuki
fyri 45 prosent av seldu bilunum í 2014, og gjørdist nummar seks á
listanum yvir Føroya best seljandi bilmerki í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz
Høvuðstølini hjá Berg Motors Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin
hækkaði við 11 prosent, og felagið hevur onga rentuberandi skuld.
91 ; 45%
81 ; 40%
27 ; 14%
2 ; 1%
- ; 0%
SUZUKI
KIA
RENAULT
LAND ROVER
SUBARU
Søla av bilum hjá Berg Motors Sp/f í 2014 býtt á bilsløg: