hósdagur 24. september 2015síða 53
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015 21
6
Eyðfinn Reyðberg
Tá Gunnar Justinussen keypti Wen
zel á heysti 2006, mundi hann ikki
hugsa, at stór niðurgongd í føroysku
bilasøluni skuldi gera seg galdandi
stutt eftir. Wenzel hevði árini undan
2006 ikki havt nøktandi úrslit og
einki avlop.
Hetta broyttist beinanvegin í
2007, tá P/f Wenzel hevði eitt avlop
áðrenn skatt uppá 4,1 milljón krónur,
men so minkaði bilasølan niður í lítið
og einki árini 2008 og 2009, og
hetta merkti gongdina hjá Wenzel.
Í fimm ár tjenti P/f Wenzel ongar
pengar, og samlaða úrslitið fyri árini
frá 2008 til og við 2012 var eitt hall
uppá 4,6 milljónir krónur.
Hetta hallið er nú vunnið væl og
virðiliga inn aftur, tí í 2013 og 2014
var samlaða avlopið hjá P/f Wenzel
9 milljónir krónur áðrenn skatt.
Sølan av bilunum, sum Wenzel
umboðar, er eisini farin upp. Ford
liggur nú á einum triðjaplássi yvir
best seldu bilsløg í Føroyum í 2014,
og hitt bilmerkið hjá Wenzel Volvo,
liggur á einum áttandaplássi.
Tilsamans seldi Wenzel 213 bilar í
2014, 138 Ford bilar og 75 Volvo bilar.
Wenzel stendur nú fyri einum
marknaðarparti av nýseldum bilum
uppá 13,1 prosent í 2014.
Millum bestu úrslitini
Hóast marknaðarparturin hjá Wenzel
var 13,1 prosent í 2014 av nýseldum
bilum, so er úrslitið so mikið gott, at
avlopið uppá 5,1 milljón krónur áðr
enn skatt, stendur fyri 22,2 prosent
av samlaða úrslitinum hjá teimum
átta føroysku bilasølunum.
Tað var eisini framgongd í 2014, tá
sæð verður í mun til 2013, tí brutto
vinningurin hækkaði við 11 prosent,
og endaliga ársúrslitið gjørdist heili
29 prosent betri í 2014 enn undan
farna árið.
Eginognin hjá Wenzel er nú kom
in uppá góðar 10 milljónir krónur, og
svarar hetta til ein soliditet uppá 27
prosent.
Rentuberandi skuldin er í dag
20,5 milljónir krónur. Tá hon var
hægst var hon 24,7 milljón krónur
í 2011, so hesi seinastu trý árini, er
skuldin niðurgoldin við góðum 4
milljónum krónur.
Lágur lønarkostnaður
Hørðu árini frá 2008 hava gjørt, at
lønarkostnaðurin er hildin stramt
niðri, og er hetta ein av frágreiðing
unum til góða úrslitið hjá Wenzel.
Lønarkostnaðurin í 2014 var 6,8
milljónir krónur, og er hetta bert
48 prosent av bruttovinninginum.
Saman við Waag & Co. er Wenzel
einasta bilasølan, ið megnar at hava
ein lønarkostnað, ið er minni enn 50
prosent av bruttovinninginum. Hesar
báðar bilasølurnar liggja báðar við
einum lønarkostnaði sum liggur á
48-49 prosent.
Saman við Bilasøluni
Nú somu eigarar í stóran mun eru
millum Wenzel og Bilasøluna, gevur
hetta eisini nakrar møguleikar at fáa
ein enn betri rakstur í felagið. Sum
tað sæst við øðrum bilasølum, ið
eru undir sama eigaraskapi, so ber
til at nýta somu ressoursir á fleiri
økjum, sum á leiðslu- fíggjar og
rakstrarøkinum. Tá innkeyp verða
gjørd, kann hetta samankoyrast,
og møguleikar eru fyri at hava færri
pengar bundnar í goymslu og áogn.
Jógvan Debes Højgaard er stjóri á
Wenzel, tað hevur hann verið øll árini
síðan 2006, tá Gunnar Justinussen
keypti
bilasøluna.
Gunnar
er
nevndarformaður, meðan Jógvan
Emil Nielsen og Rúni Jákupsson
Lindberg eru nevndarlimir.
post@sosialurin.fo
Wenzel P/f:
Hart tiltrongt við góðum
úrslitum seinastu tvey árini
Síðan nýggir eigarar yvirtóku P/f Wenzel á heysti 2006 hevur fyritøkan havt trupult við
at náa nøktandi úrslit, men seinastu tvey árini hava broytt alt, har Wenzel hevur ligið
á einum triðjaplássi millum bilasølurnar tá talan er um bestu inntjening
Wenzel P/f
2014
2013 Broyting
Bruttovinningur
14.159
12.754
11%
Starvsfólkakostnaður
6.799
6.387
6%
EBITDA
7.360
6.367
16%
Avskrivingar
1.075
848
27%
Fíggjarpostar netto
-1.220
-1.582
-23%
Úrslit áðrenn skatt
5.065
3.937
29%
Skattur
914
719
27%
Ársúrslit
4.151
3.218
29%
Støðisogn
18.303
18.270
0%
Ogn í umferð
19.057
19.493
-2%
Ogn tilsamans
37.360
37.763
-1%
Eginpeningur
10.187
7.035
45%
Skuld
27.173
30.728
-12%
Skyldur tilsamans
37.360
37.763
-1%
Rentuberandi skuld
20.500
21.677
-5%
Rentuberandi skuld/EBITDA
2,8
3,4
-18%
Starvsfólk
16
16
-
Auto Service P/f selur trý ymisk bilsløg. Av hesum stóð Nissan fyri
58 prosent av seldu bilunum í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz
Høvuðstølini hjá Wenzel P/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði
við 11 prosent, og endaliga úrslitið gjørdist ein vøkstur uppá 29 prosent.
138 ; 65%
75 ; 35%
FORD
VOLVO
Søla av bilum hjá Wenzel P/f í 2014 býtt á bilsløg