Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 22 6 Eyðfinn Reyðberg Kappingareftirlitið góðkendi á fundi 10. apríl 2015, at Gunnar Justinussen sam­an við Rúna Lindberg keyp­tu Bilasøluna frá Schumann Hjalta­lin og Øssur Johannesen. Tá Kapp­ingar­ eftirlitið kunngjørdi, at tað var í lagi, at somu eigarar vóru hjá bæði Bila­ sølu­ni og Wenzel, leggur ráðið sum grund, at ein marknaðarpartur uppá 25 prosent ikki er nóg mikið, til tess at forða fyri einari samanlegging. Tá bilasølurnar hjá Wenzel og Bilasølan tilsamans hava 19,7 pro­sent av føroysku bilasøluni í 2014, so metti Kappingarráðið ikki, at nakar vandi var fyri einari dominerandi kapp­ing­arstøðu á marknaðinum. Á henda hátt hava vit í dag tríggjar bila­sølur, ið liggja um markið, og sum tí ikki longur hava møguleika at vaksa um virksemið, við at yvirtaka eina aðra bilasølu. Talan er um Reyni – Service og Auto Service, sum hava mark­nað­ ar­part uppá 32,8 prosent, Waag & Co. sum hava ein marknaðarpart uppá 25,8 prosent og nú eisini Wenzel og Bila­sølan, ið hava ein marknaðarpart uppá 19,7 prosent. Tilsamans hava hesir tríggir eigar­arnir ein marknaðarpart uppá 78,3 pro­sent. Nú eiga Gunnar Justinussen og Rúni Lindberg so Bilasøluna í lutfalli­num 80 og 20 prosent. Trupul rakstur Tað er eingin ivi um, at fyrsta upp­ gávan hjá nýggju eigaru­num verður at fáa størri avlop í raksturin á Bilasøluni, tí hóast brutto­vinningurin hækkaði við 5 prosent í 2014 samanborið við 2013, so var úrslitið á leið tað sama, við einum avlopi uppá 105.000 krónur í 2014. Síðan kreppan rakti í 2008, hevur Bilasølan ikki tjent pengar, og saml­ aða úrslitið áðrenn skatt fyri hesi seinastu sjey árini frá 2008 til og við 2014, hevur verið eitt hall uppá eina milljón krónur. Bilasølan er tó væl fyri fíggjarliga, og hevur verið tað øll árini, eginognin er 8 milljónir krónur, og soliditeturin er 42 prosent, og grundarlagið er gott hjá nýggju eigarunum at virka útfrá. Fleiri bilmerki Bilasølan hevur fýra ymisk bilmerki á mark­naðinum. Tey eru Wolkswagen, Mazda, Audi og Seat, so úrvalið av bilsløgum er gott. Í 2014 var tað Wolkswagen, ið var best seljandi merkið hjá Bilasøluni, og stóð fyri næstan helminginum av søluni ella 47 prosent. Mazda og Audi seldu eisini væl, með­an Seat ikki rættuliga kom uppí part. Tilsamans seldi Bilasølan 106 bilar í 2014. Starvsfólkakostnaður Ein av orsøkunum til laku úrslitini er, at starvs­fólka­kost­nað­ur er ov høgur í mun til tann bruttovinning, sum Bila­sølan hevur. Bæði í 2013 og 2014 var starvs­fólka­kostnaðurin 76 prosent av brutto­vinninginum. Tá sæð verður í mun til hina bilasøluna í samtakinum Wenzel, sum bert hevði ein lønar­kost­nað uppá 48 prosent av brutto­vinn­ingi­ num, so eru møguleikar fyri at bøta um hetta lyklatal. post@sosialurin.fo Bilasølan P/f Gomlu eigararnir valdu at selja alt virksemið Eftir sjey ár við ikki nøktandi úrslitum, valdu eigararnir av Bilasøluni at selja fyritøkuna til Gunnar Justinussen, sum frammanundan átti bilasøluna hjá Wenzel. Bæði í 2013 og 2014 var starvs­fólka­kostnaðurin 76 prosent av brutto­ vinninginum Bilasølan P/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 6.790 6.461 5% Starvsfólkakostnaður 5.192 4.956 5% EBITDA 1.598 1.505 6% Avskrivingar 604 572 6% Fíggjarpostar netto -889 -1.044 -15% Úrslit áðrenn skatt 105 -111 -195% Skattur 73 -20 -465% Ársúrslit 32 -91 -135% Støðisogn 8.132 8.224 -1% Ogn í umferð 10.271 11.953 -14% Ogn tilsamans 18.403 20.177 -9% Eginpeningur 7.797 7.765 0% Skuld 10.606 12.412 -15% Skyldur tilsamans 18.403 20.177 -9% Rentuberandi skuld 9.585 11.440 -16% Rentuberandi skuld/EBITDA 6,0 7,6 -21% Starvsfólk 15 15 - Bilasølan P/f selur fýra bilsløg. Av hesum stóð Wolkswagen fyri 45 prosent av seldu bilunum í 2014, og Mazda fyri 32 prosent. Kelda: vinnuvitan.biz Høvuðstølini hjá Bilasølan P/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 5 prosent, og endaliga úrslitið var á sama støði, sum í 2013 50 ; 47% 34 ; 32% 19 ; 18% 3 ; 3% WOLSWAGEN MAZDA AUDI SEAT Søla av bilum hjá Bilasølan P/f í 2014 býtt á bilsløg: