Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 23 6 Eyðfinn Reyðberg Bilasølurnar Norðbil við Oyggjarvegin og Nordcar í Smiðjugerði, hava í dag ein marknaðarpart uppá 10 pro­sent av samlaðu føroysku bila­søluni. Hesin marknaðarpartur verð­ur náddur við sølu av heili sjey ymisk­ um bilmerkjum. At møguleikar eru fyri at gera tað enn betri er eyðvitað, og fyritreytirnar eru góðar á tí fíggjarliga økinum. Felagið eigur bygningin við Oyggjar­vegin, ið Norðbil heldur til í, og tá alt verður tikið undir einum, Ognar­felagið Norðbil, Norðbil og Nord­car, so er talan um feløg, ið til­ samans onga nettoskuld hava. Har­ um­framt eiga feløgini fyri 15 milljónir krón­ur í bilum á goymslu og hava saman­lagt eitt útistandandi uppá 4 milljónir krónur. Samlaði bruttuvinningurin hjá Norð­bil og Nordcar var 5,2 milljónir krón­ur í 2014 móti 5,7 milljónir krón­ ur í 2013. Talan er um eitt fall í saml­ aða bruttovinninginum uppá 9 pro­ sent. Minni avlop Avlopið hjá bilasølunum var saman­ lagt 253.000 krónur í 2014. Hetta er væl minni enn í 2013, tá avlopið var 2 milljónir krónur. Orsøkin til stóru broytingina er ser­stakliga, at bruttovinningurin hjá Norðbil er minkaður við 2,6 milljón­ir krónur í 2014, meðan brutto­vinn­ing­ ur­in hjá Nordcar er hækkaður við 2 milljónum krónum. Somuleiðis er samlaði starvs­ fólka­kostnaðurin hækkaður við einari milljón úr 3,7 milljónir krónum í 2013 upp í 4,7 milljónir krónur í 2014. Tá bruttovinningurin var 5,2 milljón­ir krónur og lønarkostnaðurn 4,7 milljónir krónur, er samlaða rakstrar­avlopið EBITDA bert hálv milljón krónur í 2014. Roknast kann tí við, at brutto­ vinningurin hjá bilasølunum báðum í 2015, verður munandi betri enn hann var seinasta ár. Fleiri bilmerki Bilasølurnar báðar hava tilsamans sjey ymisk bilmerki á marknaðinum. Av teimum var Honda tað best seljandi við 48 seldum bilum í 2014. Síðan kom Hyundai við 35 bilum og BMW við 22 bilum. Samlaða bilsølan var 150 bilar hjá sam­takinum í 2014. Einki av teimum sjey bil­merkjun­ um kom uppá topp 10 listan yvir mest seld bilsløg í Føroyum í 2014. Nýggjur stjóri Fyri tveimum árum síðani tók Gordon Rajani við sum stjóri í Nordcar. Sam­ stundis keypti hann seg inn í felagið. Hann kom tá úr einum starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Birgir Dam Jacobsen er stjóri í Norð­bil og Ognarfelagið Norðbil. Tað hevur hann verið í langt áramál. Feløgini eru sera væl fyri fíggjar­liga. Norðbil hevur ein soliditet uppá heili 90 prosent, og Nordcar hev­ur ein so­lidi­tet uppá 51 prosent. Ognar­felag­ið Norðbil hevur ein soliditet uppá 89 pro­ sent. Harvið liggur Norð­bil hægst mill­um bilasølurnar, tá talan er um soliditet. Norðbil/Nordcar Marknaðarparturin liggur um 10 prosent Bilasamtøkan Norðbil og Nordcar hava heili sjey bilmerki á føroyska marknaðinum og hava í dag ein marknaðarpart uppá 10 prosent. Við ongari rentuberandi skuld, eru góðir møguleikar at vaksa um marknaðarpartin. Marknaðarpart uppá 10 pro­sent av samlaðu føroysku bila­søluni Nordcar Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 3.241 1.216 167% Starvsfólkakostnaður 2.193 1.171 87% EBITDA 1.048 45 2229% Avskrivingar 54 30 80% Fíggjarpostar netto -94 -72 31% Úrslit áðrenn skatt 900 -57 -1679% Skattur 162 -10 -1720% Ársúrslit 738 -47 -1670% Støðisogn 100 115 -13% Ogn í umferð 6.148 4.378 40% Ogn tilsamans 6.248 4.493 39% Eginpeningur 3.276 2.521 30% Skuld 2.972 1.972 51% Skyldur tilsamans 6.248 4.493 39% Rentuberandi skuld 1.638 1.420 15% Rentuberandi skuld/EBITDA 1,6 31,6 -95% Starvsfólk - - - Norðbil Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 1.919 4.515 -57% Starvsfólkakostnaður 2.542 2.539 0% EBITDA -623 1.976 -132% Avskrivingar 92 38 142% Fíggjarpostar netto 68 101 -33% Úrslit áðrenn skatt -647 2.039 -132% Skattur -115 406 -128% Ársúrslit -532 1.633 -133% Støðisogn 18.657 3.149 492% Ogn í umferð 16.408 15.675 5% Ogn tilsamans 35.065 18.824 86% Eginpeningur 14.299 14.831 -4% Skuld 20.766 3.993 420% Skyldur tilsamans 35.065 18.824 86% Rentuberandi skuld 1.774 - - Rentuberandi skuld/EBITDA - - - Starvsfólk - - - Nordcar Sp/f umboðar fýra bilsløg. Av hesum stóð BMW fyri 48 prosent av seldu bilunum í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz Norðbil Sp/f trý bilsløg. Av hesum stóð Honda fyri 46 prosent av seldu bilunum í 2014. Kelda: vinnuvitan.biz Høvuðstølini hjá Nordcar Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði 167 prosent, og hetta gav felagnum gott úrslit í 2014. Høvuðstølini hjá Norðbil Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin lækkaði 57 prosent, og hetta hevði týðandi ávirkan á endaliga úrslitið. 22 ; 48% 21 ; 46% 3 ; 6% - ; 0% BMW FIAT MINI ALFA 48 ; 46% 35 ; 34% 21 ; 20% HONDA HYNDAI SKODA Søla av bilum hjá Nordcar Sp/f í 2014 býtt á bilsløg Søla av bilum hjá Norðbil Sp/f í 2014 býtt á bilsløg