Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 24 6 Bilrøkt úr einum upp í 17 starvs­fólk eftir átta árum Dekksentrið størri avlop enn helmingurin av bilasølunum tilsamans Feðgarnir Jákup og Heini á Borg hava hesi seinastu 10 árini rikið bilfyritøkuna Bilrøkt, sum heldur til í Stiðjagøtu í Tórshavn Dekksentrið á Hálsi í Tórshavn hevur seinastu fimm árini havt sera góð úrslit Bil og Dekkverk­ staðið hava avgreitt bilarnar hjá klaksvíksingum í meir enn 40 ár Eitt av føroysku bilverkstøðunum, ið hevur flest ár á baki, er Bil og Dekkverkstaðið í Klaks­vík. Tað byrjaði virksemi sítt fyri meir enn 40 árum síðani, tá hildið var til í nýbygdu Esso støðini í Klaksvík undir sera góðum og fram­komnum umstøðum. Tá plássið gjørdist ov lítið fyri góðum 15 árum síðani, valdu eigararnir at byggja eitt spildurnýtt og nútímans verkstað í Klingru­ garði í Klaksvík, og var Bil og Dekkverkstaðið fyrsta fyritøkan, ið bygdi og flutti inn í Klingru­ garð. Síðan er Klingrugarður fult útbygdur við virkis­bygningum. Tað var Byrger Heinesen, ið setti bilverk­ staðið á stovn saman við soninum John, og er tað í dag John Heinesen, er er stjóri og rekur bil og dekkverkstaðið. Bil og Dekkverkstaðið í Klaksvík telist millum væl riknu bilverkstøðini í landinum. Felagið hevur havt avlop av rakstrinum á hvørjum ári hesi seinastu 10 árini. Úrslitið í 2014 var eitt avlop áðrenn skatt uppá 259.000 krónur. Hetta er meir enn í 2013, tá av­lopið var 158.000 krónur. Felagið er væl fyri fíggjarliga og soliditet­ urin er 45 prosent. Rentuberandi skuldin er knappa milljón krónur, meðan tøka gjaldføri á bók er góða milljón krónur, so felagið hevur so­statt onga nettoskuld. Billutir stórt hall í 2014 Sp/f Billutir í Tórshavn hevur havt trupult við at fáa nóg stóra sølu, síðan felagið byrjaði sítt virksemi í 2010. Soleiðis hevur felagið havt hall av rakstrinum fýra av teimum fimm ár­ unum felagið hevur á baki. Samlaða hallið hesi fimm árini frá 2010 til 2014 er 2,3 milljónir krónur, og er tað serliga í 2014, at gongdin hevur verið vánalig. Sp/f Billutir hevði eitt hall uppá 1,2 milljónir krónur í 2014, og leiðslan er heldur ikki nøgd við gongdina. Sagt verður í leiðslufrágreiðingini, at orsøkin til vánaliga úrslitið í 2014 var, at niður­ gongd var í søluni, og at felagið gjørdi eina tíðandi niðurskriving uppá áogn hjá skuld­ arum. Felagið umboðar Mekonomen, ið hevur verið væl umboðað í Danmark, men við árslok 2014 boðaði svenska fyritøkan Mekonomen frá, at tey gevast við at handla í Danmark, og høvdu tikið avgerð um at lata allar 28 handlar­ nar í Danmark aftur. Leiðslan í Billutir sigur í roknskapinum fyri 2014, at broytingar eru gjørdar í rakstrinum sum gera, at leiðslan roknar við munandi betri úrs­liti í 2015. Eyðfinn Reyðberg Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum. Teir byrjaðu í tí smáa, og hava vaksið um virk­ semið so við og við, sum møguleikarnir hava víst seg. At slíkt árræði lønar seg, sæst væl í dag, nú 10 ár eru liðin, síðan fyritøkan byrjaði sítt virksemi. Bilrøkt er í dag eitt stórt privat arbeiðspláss við 17 starvsfólkum og umfatandi virksemi við øllum tænastum til bilar, herundir sølu, leigu, umvæling og aðrar tænastur til bilar. Hetta er er í dag vørumerki hjá Bilrøkt. Tað sum byrjaði við einum starvsfólki í 2005, tveimum í 2006 er vaksið á hvørjum ári síðani, og eisini í 2014 har tað nú eru 17 fólk í starvi hjá Bilrøkt. Raksturin kastar eisini meira av sær, og sæst hetta millum annað aftur í at brutto­vinn­ ing­urin hækkaði við 20 prosentum í 2014, tá samanborið verður við árið frammanundan. Í 2008, mitt meðan kreppan leikaði uppá tað harðasta, keypti Bilrøkt bygningin, har hús­ast verður. Síðan er bygningurin dag­førd­ ur og útbygdur so við og við, og meir er keypt afturat av øki rundanum. Hesi seinastu trý árini hevur Bilrøkt og Bilrøkt Fastogn, sum eigur sjálvan bygningin hús­ast verður í, havt eitt avlop áðrenn skatt uppá eina góða milljón krónur í meðal um árið. Eginognin hjá Bilrøkt og Bilrøkt Fastogn er í dag 4 milljónir krónur samanlagt.  Eginognin var við byrjan í 2005 80.000 krónur. Eyðfinn Reyðberg Avlopið áðrenn skatt hevur hesi fimm árini frá 2010 til 2014 ligið ímillum 1,5 og 2,6 milljónir krónur, har besta árið nakrantíð var í fjør. Eftir skatt lá 2,1 milljón krónur eftir á botn­ linjuni, og hetta er eitt merkisvert gott úrslit, tá hugsað verður um, at Dekksentrið bert hevur seks starvsfólk. Tað eru Gunnar Justinussen og stjórin í Dekk­sentrinum Rúni J. Lindberg, sum eiga hvør sín helming av Dekksentrinum. Rúni keypti seg inn í felagið, tá hann tók við sum stjóri í Dekksentrinum við árslok 2009. Gunnar Justinussen eigur umframt helm­ ing­in av Dekksentrinum eisini bilasøluna Wenzel, og er somuleiðis høvuðseigari á Bila­ søluni, sum var keypt í vár. Dekksentrið er væl fyri fíggjarliga, skuldin er avmarkað, og hetta gevur eisini møguleikar fyri, at felagið kann gjalda út vinningsbýti á hvørjum ári. Samlaða avlopið eftir skatt seinastu seks árini frá 2009 til 2014 hevur verið 8,8 milljónir krónur. Í hesum sama tíðarskeiði hevur felagið útgoldið 10,3 milljónir krónur í vinningsbýti. Hóast hetta, so er felagið fíggjarliga sterkt, og hevur ein soliditet uppá 32 prosent. Bilrøkt Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 5.478 4.557 20% Starvsfólkakostnaður 4.336 3.909 11% EBITDA 1.142 648 76% Avskrivingar 306 472 -35% Fíggjarpostar netto -124 -140 -11% Úrslit áðrenn skatt 712 36 1878% Skattur 128 7 1729% Ársúrslit 584 29 1914% Støðisogn 1.323 1.473 -10% Ogn í umferð 3.447 2.874 20% Ogn tilsamans 4.770 4.347 10% Eginpeningur 1.727 1.143 51% Skuld 3.043 3.204 -5% Skyldur tilsamans 4.770 4.347 10% Rentuberandi skuld 1.365 1.399 -2% Rentuberandi skuld/EBITDA 1,2 2,2 -45% Starvsfólk 17 16 1 Dekksentrið P/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 5.249 4.818 9% Starvsfólkakostnaður 2.229 2.047 9% EBITDA 3.020 2.771 9% Avskrivingar 333 319 4% Fíggjarpostar netto -73 4 -1925% Úrslit áðrenn skatt 2.614 2.456 6% Skattur 470 422 11% Ársúrslit 2.144 2.034 5% Støðisogn 1.002 1.255 -20% Ogn í umferð 6.582 6.148 7% Ogn tilsamans 7.584 7.403 2% Eginpeningur 2.427 2.383 2% Skuld 5.157 5.020 3% Skyldur tilsamans 7.584 7.403 2% Rentuberandi skuld 792 1.137 -30% Rentuberandi skuld/EBITDA 0,3 0,4 -36% Starvsfólk 6 6 - Bil og Dekkverkstaðið Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 1.808 1.637 10% Starvsfólkakostnaður 1.371 1.328 3% EBITDA 437 309 41% Avskrivingar 111 87 28% Fíggjarpostar netto -67 -64 5% Úrslit áðrenn skatt 259 158 64% Skattur 223 -1 -22400% Ársúrslit 36 159 -77% Støðisogn 3.045 2.830 8% Ogn í umferð 2.814 2.333 21% Ogn tilsamans 5.859 5.163 13% Eginpeningur 2.618 2.582 1% Skuld 3.241 2.581 26% Skyldur tilsamans 5.859 5.163 13% Rentuberandi skuld 919 1.097 -16% Rentuberandi skuld/EBITDA 2,1 3,6 -41% Starvsfólk 5 5 - Billutir Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur -189 1.010 -119% Starvsfólkakostnaður 690 896 -23% EBITDA -879 114 -871% Avskrivingar 277 92 201% Fíggjarpostar netto -66 95 -169% Úrslit áðrenn skatt -1.222 117 -1144% Skattur - - - Ársúrslit -1.222 117 -1144% Støðisogn 63 339 -81% Ogn í umferð 2.830 3.393 -17% Ogn tilsamans 2.893 3.732 -22% Eginpeningur -2.589 -1.445 79% Skuld 5.482 5.177 6% Skyldur tilsamans 2.893 3.732 -22% Rentuberandi skuld 813 764 6% Rentuberandi skuld/EBITDA N/A 6,7 - Starvsfólk 3 3 - Høvuðstølini hjá Bilrøkt Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 20 prosent í 2014 og úrslitið áðrenn skatt kom uppá 712.000 krónur í 2014. Høvuðstølini hjá Dekksentrinum P/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 9 prosent, og 2014 gjørdist besta ár felagsins nakrantíð. Høvuðstølini hjá Bil og Dekkverkstaðið Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 10 prosent í 2014, og avlopið áðrenn skatt var 259.000 krónur. Høvuðstølini hjá Bilutir Sp/f seinastu tvey árini. Bruttovinningurin gjørdist negativur í 2014, ein stór niðurgongd uppá 1,2 milljón kr..