hósdagur 24. september 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
28
6
Johan Dahl
Fyrrverandi landsstýrismaður
í vinnumálum
Tað er altið trupult at koma við
góðum ráðum til sín eftirmann á
postinum sum lansstýrismaður, men
eg kenni Poul Michelsen gjøgnum
nógv ár og veit, at hann er ein
skilamaður.
Eg fari at tríva í nøkur av
stóru málunum, sum eg vóni,
at hann fer at raðfesta høgt.
Men eg fari at leggja fyri við
at vísa á m. a. tað, sum undan
farna samgonga legði stóran
dent á, nevniliga at tryggja,
at okkara vinna áhaldandi
fær bestu karmar, umframt at
skapa nýggjar vinnumøguleik
ar, øktar veiðumøguleikar og
mongdir, marknaðaratgongd
ir/handilsavtalur, og at gera fram
árættaðar strategiir.
Her hugsi eg eitt nú um ferða
vinnuna, ein komandi filmsvinnu
politikk, sum vónandi eisini kann
nørast, um at størri atgongd er skapt
fyri iverksetum at fáa stuðul og
fígging og nokk mest ambitiøsu KT
verkætlan nakrantíð, nevniliga »Tal
gilding av Føroyum«, ið vónandi eis
ini verður førd víðari og gjøgnumførd
av nýggju samgonguni – og harvið
verða fleiri størv skapt í KT vinnuni.
Ferðavinnan
Tað eigur at verða hildið áfram at
stuðla undir og menna marknaðar
føringina av Føroyum sum ferða
vinnuland. Tí her liggur eitt sera stórt
potentiali fyri einari nýggjari stór
vinnu.
Umframt ígongdverandi ætlan,
so má gerast ein skipað ætlan eis
ini fyri økisferðavinnuna saman við
aktørum kring landið og komm
unum, sum eiga sín leiklut eisini
at verða við – við fasilitetum og til
boðum av ymsum slag – so verður
hendan vinnan at vaksa munandi
komandi árini, eins og strategiin eis
ini leggur upp til.
Soleiðis kann hendan vinnan
lættliga bliva ein heilársvinna við
vanligum
ferðafókum
umframt
sonevndu
MICE
vinnuni,
sum
stendur fyri (Meetings, Incentives,
Conferences og Exhibitions/Events)
– altso feløg, sum velja at hava ráð
stevnur her, útlendsk virkir sum
skipa fyri starvsfólkaátøkum og
fundum her og so víðari.
Harumframt er tað frøast yvir, at
stóra og einastandandi menningin
seinastu 10-15 árini innan matstovu-
og matgerðsøkið (gourmet vinnan)
við sera dugnaligum og visioner
um kokkum, hevur sett Føroyar á
heimskortið og er við at draga fólk
hendanvegin. Tí er tað eisini um
ráðandi, at menning og gransking og
innovatiónin verður stuðlað og t. d. at
Inova verður nýtt til gjørda endamálið
m.a. við matvørugransking og menn
ing.
Alivinnan
Hyggja vit at alivinnuni, so hevur
tað, sum tað sum mangan er sagt
fyrr, eydnast at skapa eina vinnu
i heimsklassa, sum stendur fyri
helminginum av okkara útflutngingi
í skrivandi løtu, just tí at politiski
myndugleikin, eftirlitið og vinnuligu
aktørarnir saman hava megnað at
tryggja eina á øllum økjum burðar
dygga vinnu við góðum kørmum, har
øll relavant atlit verða tikin til sjúku
fyribyrging og trygd, umhvørvið og
figgjarligu burðardygdini.
Vónandi heldur hendan nýggja
samgongan fram i sama anda og
tryggjar, at henda vinnan áhaldandi
hevur optimal kor, samstundis sum
strangt eftirlit og krøv verða sett
vinnuni.
Her skulu gerast iløgur fyri mun
andi upphæddir i milliardaklassanum
komandi árini, ið koma at skapa eitt
enn tryggari og betri grundarlag fyri
vøkstri og menning. Tí er eisini um
ráðandi ikki at skapa ótryggleika,
men heldur viðvirka til mennininga
við greiðum kørmum og lógarverkið,
sum skapar neyðuga stabilitetin
eisini fyri tey, sum eru íleggjarar,
tí veksur vinnan, so skapast fleiri
arbeiðspláss bæði beinleiðis og
óbeinleiðis og harvið størri inntøkur
av skattum og avgjøldum.
Sjóvinna
Framhaldandi menningin av
hesi vinnu við reiðaríum í FAS
skipanini og Vinnuháskúl
anum og privatum veitarum
annars
sum
flaggberarar,
eigur at skapa grundarlag fyri
atvinnum á landi og nýggjum
førleikakrevjandi
arbeiðs
plássum. Her er stórt vakstrar
potentiali, og vit hava sæð
seinastu árini eina áhaldandi
menning og øking av aktiviteti
innan økið.
Men neyðugt er at gera ein
nýggjan sjóvinnupolitikk, og er tað
mín vón, at vit megna at tryggja eina
burðardygga vinnu, og at ferð verður
sett á hetta í næstum.
Tilfeingi og neyðugar
handilsavtalur
Tað er at frøast um ta tilgongd av
pelagiskum fiskasløgum, sum vit
hava fingið atgongd til seinastu árini
og sum er við til at tryggja nógv ar
beiðspláss bæði á sjógvi og landið.
Men skal hendan vinnan blíva til
eina munandi størri inntøkukeldu
fyri Føroyar saman við alivinnuni og
restini av fiskaframleiðsluvinnu okk
ara, so er alneyðugt við betri handils
avtalum og harvið marknaðarat
gongd fyri virðisøktar vørur enn
higartil.
Vónandi dregur
samgongan
flundruna inn
um stokkin
– Tryggir, greiðir karmar og frí marknaðaratgongd fyri framleiddu vørur
okkara eru avgerandi fyri, at framleiðsluvinnan mennir seg her heima, so
bæði hon og samfelagið fáa neyðuga virðis- og búskaparvøksturin komandi
árini, sigur Johan Dahl, fyrrverandi vinnumálaráðharri í tíðargrein
Min vón er, at hann ikki fer at
ganga í ov smáum national
um skóm og einans nýta
okkara egnu sendistovur
vinnutíðargrein