hósdagur 24. september 2015síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015 29
6
vinnutíðargrein
Tað ER alneyðugt at seta stóra
orku og fokus á at fáa eina nýggja
og betri handilsavtalu við ES, um
framt at fáa fríhandilsavtalu við Kina
og Rusland – og um møguligt eisini
eina TIFA avtalu við USA, so at vit
kunnu útflyta lidnar fiskavørur heldur
enn rávørur og hálvfabrikata, tí harvið
kunnu vit fáa økt útflutningsvirðið
munandi, ja kanska tvífaldað tað.
Eg ivist ikki í, at nýggi vinnu- og
uttanríkisráðharrin fer at hava stórt
fokus á just hetta økið. Og min vón
er eisini, at hann ikki fer at ganga í ov
smáum nationalum skóm og einans
nýta okkara egnu sendistovur, men
gagnnýta sendistovurnar í ríkinum
til gagns fyri útflutning okkara og
vinnumøguleikar generelt. Tað fer at
gagna Føroyum og hevði givið hon
um ein eyka fjøður í hattin.
Sendistovurnar eiga at verða
nýttar nógv meira aktivt at skapa
sambond og formidla, og tí haldi
eg, at ein kunningar- og marknaðar
føringsátaksætlan í útheimi fyri før
oyskt vinnulív eigur at verða sett á
skrá saman við vinnuni sum skjót
ast, og tí er tað eisini gott, at man nú
hevur samanlagt uttanrikis/handils
liga partin saman við Vinnumálum,
tí harvið ivist eg ikki í, at vit fáa betur
gagnnýtslu og nyttu.
Her má eg eisini nevna, at Heilsu
frøðisliga Starvsstovan spælir ein
vitalan leiklut í samband við útflutn
ing okkara og er við til at tryggja,
at allar veterinerar forðingar verða
handfarnar og avtalaðar, og tað hava
tey verið fyrimyndarlig til í farnum ár
um og fara eisini framyvir at verða
ein týdningarmikil viðspælari fyri
vinnuna mótvegis útlandinum.
Kappast við restina
av heiminum
Og tí er tað umráðandi alla tiðina at
hava fyri eygað at varðveita kapp
ingarførið fyri útflutningsvinnu okk
ara. Tað er eisini umráðandi, áðrenn
stórar broytingar verða gjørdar ella
drastisk stig verða tikin viðvíkj
andi kørmum at virka undir, sum
til dømis gjøldum av ymsum slag
ella broytingum í partafelags- og
kapitalvinningsskattalógum okkara.
At hugt verður eftir, hvussu okk
ara kappingarneytar eru reguleraðir
bæði við gjøldum og skattum,
áðrenn nakað verður framt hjá
okkum, sum kann skeikla kapp
ingarstøðuna hjá okkara egnu fram
leiðarum til vansa – heldur enn fyri
munar fyri okkara vinnu.
Fiskivinnunýskipanin
2018 eitt must
Tá alt omanfyri er sagt, so má eg eis
ini gera vart við, at tað sum sett er út
í samgonguskjalið viðvíkjandi fiski
vinnunýskipan er umráðandi at fáa
semju um sum skjótast, so vinnan
veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg
til eftir 1. januar 2018.
Tað er umráðandi at fáa eina
breiða semju, sum øll politiska
skipanin kann standa inni fyri, so
skipanin ikki verður broytt, tá onnur
samgonga kemur framat aftur. Her
er eisini umráðandi, at man endaliga
liðugtgerð og effektuerar umsitingar-
og endurreisingarætlana, sum skjøtil
bleiv settur á av minnilutasamgong
uni í 2011 – so ein greið ætlan er
gjørd; hvussu farast skal fram fyri
teir fiskastovnanar sum eru Í vanda.
Orkupolitikkurin er vitalur
Orkupolitikkurin er vitalur, og vóni
eg eisini, at hesin framyvir fær høga
raðfesting – tí orkorkuveiting um
framt at verða sjálvt hjarta í sam
felagnum, eisini sær út til at kunna
blíva ein framtiðar vinna við stórum
møguleikum. Tí er eisini neyð
ugt
framhaldandi
samsvarandi
elvetingarlógini, politiskt at tryggja –
at ikki bert ein aktørur fær møguleika
at verða el/orkuveitari og hava fram
haldandi monopol. Nýhugsan skal
fáa pláss, og arðir aktørar skulu eisini
fáa møguleikan at veita elorku til
samfelag okkara. Upp á sikt kunnu
vit eisini fara at útflyta orku, um ein
kaðal til meginlandið verður veruleiki
einaferð i næstu framtið – hvat hann
ivaleyst verður. Tí má eisini hugsast
langsiktað innan hetta økið.
Samskiftisvinnan
sera spennandi
Innan samskiftisøkið hevur Føroyar
ein gyltan møguleika eisini at verða
eitt samfelag, sum verður í fremstu
tøkniligu røð at gagnýta nýggjastu
tøknina, sum áhaldandi mennist
og harvið verða eitt av fremstu
samfeløgum innan gagnnýtslu av
teimum møguleikum, sum verða at
koma við framtíðar tøkinini til enda
brúkaran.
Just tað at vit eru eitt lítið sam
felag ger hetta gjørligt, at vit hava
møguleikan at nýta nýggjastu tøkn
ina frá veitarunum.
Hetta kunnaði forstjórin í Føroya
Tele m.a. eisini um var við í nýggju
avtaluni, sum gjørd um nýtt mobilnet
hjá teimum.
At enda vil eg meta, at vinnu
politikkurin sum seinast bleiv gjørd
ur fyri um 10 árum síðani eigur at
dagførast, tí alt broytist skjótt kring
okkum og nýggjar vinnur og vinnu
møguleikar er dagligur kostur, sum
vit eisini mugu verða við í og partur
av, har vit meta tað møguligt.
So havandi allir hesar skaptu
møguleikar í huga, so er min vón, at
nýggja samgongan leggur í vaðið
og dregur flundruna – vit í seinastu
samgongu engdu fyri og fingu á –
inn um stokkin í hesum valskeið
num.
post@sosialurin.fo
Vinnupolitikkurin
eigur at dagførast
Johan Dahl, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum,
áveg úr Tinganesi. Mynd: Álvur Haraldsen