Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum September 2015 30 6 Forlag Sprotin hevur givið út 250 bøkur Árið í fjør royndist væl hjá djarva forlagnum í Vestmanna, sum hevði yvirskot á 480.000 krónur 20 vilja stjórna Føroya Tele Tað verður helst ein føroyingur, ið 1. november tekur við ein av teimum heilt tungu sessunum í føroyska vinnulívinum, tá Føroya Tele kunngerð hvør verður nýggjur stjóri í Føroya Tele. Nevndarformaðurin í felagnum, Ómar Svavars­son, upplýsti í vikuni fyri in.fo, at 20 um­søkj­arar eru til starvið. – Vit hava tjúgu umsøkjarar til starvið, og øll eru føroyingar. Vit eru fegin um bæði talið og fjølbroytni av umsóknum. Umsøkjararnir fevna víða, tá hugt verður eftir aldri, útbúgvingum, roynd­um og samfelagsbólkum, sigur hann. Nevndin hevur tó valt ikki at upplýsa býtið av kvinnum og monnum, ið hava søkt starvið. Tá tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyrr í summar setti nýggjan stjóra, valdi nevndin at seta ein persón, ið ikki var millum umsøkjarar­ nar. Nevndarformaðurin í Føroya Tele útilokar ikki tann møguleikan, men undirstrikar, at nevnd­in er sera glað fyri tær umsóknirnar, ið eru komnar til starvið. – Vit eru í løtuni í holt við at gjøgnumganga allar umsóknirnar. Vit hava ikki í huga at seta nakran í starv, ið ikki er millum umsøkjararnar, men man veit aldrin. Vit eru tó sera glað fyri tær um­sóknir, ið vit hava fingið, sigur hann. Føroya Tele skal hava nýggjan stjóra, tí Kristian Davidsen, sum hevur verið stjóri seinastu níggju árini, hevur fingið starv sum stjóri í Tele-Post í Grønlandi.  Fráfarandi stjórin hjá Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, fer úr stjórastarvinum í sein­ asta lagi nýggjársaftan. Hann fer til Grønlands at arbeiða hjá Tele-Post. Hjá Føroya Tele starvast sambært seinasta ársroknskapi 249 fólk. Felagið hevði 61 milliónir í yvirskoti í fjør og rindaði landskassanum 32 milliónir krónur í vinningsbýti. Føroya Tele er gott pappír hjá partaeigara­ num, sum er landskassin. Seinastu fimm ár­ini hevur felagið rindað landskassanum 116 millión­ir krónur í vinningsbýti. Bogi P. Nielsen fyribils­ stjóri á Faroe Ship Nevndin í Faroe Ship hevur sett 40 ára gamla havnarmannin Boga Petursson Nielsen sum fyribils stjóra í fyritøkuni, nú fyrrverandi stjórin, Jóhanna á Bergi, er farin í starv sum stjóri hjá Atlantic Airways. Bogi P. Nielsen hevur verið á Faroe Ship síðani í 2007, og hesi seinastu árini hevur hann verið fíggjarstjóri í fyritøkuni og mynda leiðsluna saman við stjóranum. Áðrenn Bogi P. Nielsen kom á Faroe Ship starvaðist hann hjá Effo, og frammanundan hevur hann eisini starvast hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe. Bogi P. Nielsen er útbúgvin Cand. Merc. Aud frá Copenhagen Business School. Sum áðurnevnt er hann settur fyribilsstjóri, og væntandi verður ein endalig loysn funnin á stjórastarvinum seinni í heyst. Eirikur Lindenskov Tað eru valla teir heilt stóru pengarnar í at geva út føroyska bøkur. Men forlagið Sprotin í Vestmanna man hava met í at geva bøkur út. Seinastu árini hava tey givið um 30 bøkur út um árið. Og tá vit siga »bøkur«, so meina vit við góðar gamlar prentaðar bøkur. Umframt tær prentaðu, so hevur Sprotin givið út við 50 ljóðbøkur út og 100 e-bøkur. Og árið í fjør royndist ikki so galið hjá felagnum. Ársúrslitið fyri 2014 var 480.000 krónur. Tað er munandi betri enn í 2013, tá felagið hevði hall upp á 486.000 krónur. Bruttoúrslitið hjá felagnum var nógv frægari í 2014 enn árið fyri. Tí í 2014 var brutto­úrslitið 790.000 krónur móti 109.000 krónum árið fyri. Rakstrarúrslitið var tí eisini munandi betri, 580.000 krónur í 2014 ímóti -451.000 krónur í 2013. Lønarúrtreiðslurnar hjá felagnum eru ikki stórar. Í fjør hevur felagið goldið góðar 155.000 krónur í lønum í mun til 274.000 árið fyri. Í fjør gjørdi Sprotin avtalu við Menta­mála­ ráðið og Kommunufelagið um, at allar orða­ bøkurnar á netinum, sprotin.fo, verða ókeypis hjá øllum at brúka. – Avtalan gevur forlagnum eina fasta inn­ tøku at røkja ogmenna orðabókaportalin. Við teirri tøkniligu menning, sum alsamt er, er gott at vita sær, at skipanin kann fylgja við tíðini, sigur Jonhard Mikkelsen í stuttari viðmerking. Eginpeningurin hjá Sprotanum er nú 676.795 krónur í mun til 197.000 krónur í 2013. Stjóri í Sp/F Sprotanum er Jonhard Mikkelsen. eirikur@sosialurin.fo Lyklatøl: Sprotin 2014 2013 2012 2011 2010 2009 2008 2007 2006 2005 Bruttovinningur 790 109 1.259 862 643 54 -19 461 252 9 Starvsfólkakostnaður 156 468 274 620 68 21 7 93 77 0 Eginpeningur 677 197 1.035 328 291 119 284 311 176 156 Vinningsbýti 0 0 356 0 0 0 0 0 0 0 Ársúrslit 479 -482 704 60 361 -165 -27 135 22 -121 Heimasíðan hja Sprotanum, www.sprotin.fo Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen Bogi Petursson Nielsen