mánadagur 28. september 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
Barbara Holm
Tað byrjaði sum ein góður
dagur og ein stuttlig nátt.
Leygardagurin hjá Jórunn
og vinfólkunum var merktur
av, at nú skuldu tey ein túr
í býin. Tey fóru sær ein túr
til Havnar og í Rex, har tey
javnan halda til. Tá dansi
støðini lótu aftur, fóru tey
ungu vinfólkini út í náttina
gjøgnum dyrnar aftan fyri
náttarstaðið Rex og spákaðu
sær síðani rundan um bygn
ingin og oman ímóti Klubba
garðinum.
Brádliga hoyrdi Jórunn
ein illan mann aftan fyri seg.
– Hann rópti og bannaði,
og eg vendi mær á fyri at
vita, hvat var áfatt, sigur
Jórunn.
Hon og vinmaður henn
ara fylgdust omaneftir, men
har var rættiliga fitt av fólki,
tí øll dansistøðini vóru júst
latin aftur.
– Eg náddi bert at venda
mær hálvan vegin; tá eg fekk
nevan frammaná, greiðIr
Jórunn frá.
Og so sortnaði fyri ungu
kvinnuni.
– Eg minnist ikki meira
enn kensluna; eg fekk júst
tá nevin rakti andlitið. Tað
kendist ófatiliga hart. Akku
rát sum at verða rakt av ein
um bili, sigur Jórunn.
Nakrar løtur seinni vakn
aði hon aftur. Tá lá hon á
vegnum; og tvey tilkomin
fólk vóru komin henni til
hjálpar. Vinmaðurin var ikki
í nánd. Tað vísti seg seinni,
at vinmaðurin eisini varð
álopin av brotsmanninum,
sparkaður í høvdið fleiri
ferðir. Vinmaðurin tók sær
til rýmingar og fór til hús,
men visti ikki, at Jórunn lá
afturá fyrr enn dagin eftir.
Men hjálp var í nánd. Onkur
ringdi eftir løgregluni, og
hon setti beina kós móti
Landssjúkrahúsinum.
– Eg bløddi so illa, at eg
mátti hava pentur, sigur
Jórunn.
Jórun fekk nevan í høgra
eyga. Eygnabrúgvin varð illa
meiðslað, og sjálvt eygnalok
ið skrædnaði. Jórunn fekk
heilaskjálvta, fimm pentur
í eygnalokið og fýra und
ir eyganum. Og í dag fær
Jórunn ikki latið høgra eyga
upp.
Hendan
mánamorgun,
Sosialurin hittir Jórunna til
eitt prát, eru hon og mamma
hennara Jessie ávegis av
húsum. Nú gongur leiðin
til eygnalækna fyri at fáa
staðfest júst, hvussu stórur
skaðin er.
– Helst skal eg seymast
aftur inni í eyganum ella okk
urt líknandi, sigur Jórunn,
sum ikki er vís í hvussu stór
ur skaðin er. Men eingin ivi
er um, at hon er bangin.
– Júst nú siti eg við ein
ari kenslu av angist. Eg eri
bart út bangin. Bangin fyri
at fara í býin, bangin fyri
at ongantíð aftur síggja við
høgra eyga, og bangin fyri,
at hetta fer at merkja meg í
langa tíð, sigur unga kvinn
an.
Hóast Jórunn ikki náddi
at bera eyga við brots
mannin, so vóru onnur í
nánd, sum kendist við mann
in. Hann er nú meldaður fyri
sínar gerðir.
Mugu varpa ljós
á óprovokeraðan
harðskap
Jessie
Gleðisheygg
legði
sunnukvøldið út eina Face
book viðmerking, har hon
greiddi frá tí, sum dóttir
hennara hevði verið fyri.
Jórunn og Jessie høvdu
báðar eina trongd til at
greiða frá hendingini alment,
tí slíkt skal ikki koma fyri í
Føroyum.
– Blindur harðskapurin er
ikki nakað, sum vit eru von
við í Føroyum. Og stendur
tað til mín, so skulu vit ong
antíð góðtaka slíkt. Tað skal
sláast hart niðurá, sigur
Jessie. Og í hesum er Jórunn
samd.
– Eg veit, at slíkt hendir í
Føroyum, men vit tosa ikki
um tað. Fyri at fáa tað at
steðga, mugu vit rópa upp
um tað og siga, at tað er ikki í
lagi, sigur Jórunn.
Síðani Jessie valdi at
skriva um hetta á Facebook –
og samstundis leggja myndir
út av dóttrini, hava fleiri
vent sær til hennara. Ung
sum eldri standa spyrjandi
um hví slíkt hendir.
–
Náttarlívið
í
Havn
er vorðið ov vandamikið.
Tey ungu mugu sleppa at
stuttleika sær uttan ræðslu
fyri óprovokeraðum harð
skapi, sigur Jessie.
Hon vísir á, at fleiri hava
víst takksemi fyri teirra dirvi
at siga frá.
– Fleiri, sum hava upp
livað slíkt, hava skrivað til
okkum og takkað fyri at vit
rópa varskó, sigur Jessie.
Fyri Jórunna hevur hetta
serstaka
leygarkvøldið
í
Havn sett síni spor. Enn er
ikki vist, um Jórunn fær
varandi kropsligt mein av
hendingini, men ivaleyst fær
hon varandi sálarligt mein,
óansæð hvussu víkur og
vendur.
– Eg kann í øllum førum
siga, at eg dugi ikki at síggja
meg sjálva aftur í býnum
í nærmastu framtíð, sigur
Jórunn Vik Gleðisheygg.
Tó vóna hon og familja
hennara, at teirra almenna
umrøða kann viðføra, at
meira ljós verður varpað á
óprovokeraðan
harðskap,
og at hesin formur fyri
harðskapi heldur uppat í
náttarlívinum kring landið.
barbara@sosialurin.fo
18 ára gamla Jórunn Vik Gleðisheygg varð álopin uttan fyri Klubbagarðin í Havn sunnunáttina. – Tað kendist
sum ein bilur rendi á meg, sigur unga kvinnan, sum møguliga hevur fingið varandi mein í høgra eyga. Nú
rópa hon og mamma hennara varskó. Óprovokeraði harðskapurin í náttarlívinum má halda uppat
ÁLOPIN Í HAVN
– KENDIST SUM EIN
BILUR RENDI Á MEG
HARÐSKAPUR
Jórunn Vik Gleðisheygg er í dag farin til
kanningar hjá eygnalækna fyri at fáa staðfest,
um hon hevur fingið varandi mein í eygað