Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óprovokeraður harðskapur – Hendir sjáldan í Føroyum Støðan hjá Jórunn Vik Gleðisheygg er heldur serstøk, tí sambært løgregluni er óprovokeraður harðskapur ikki ein fastur partur av náttarlívinum í Føroyum. – Tað kemur fyri, og tað er sera álvarsamt, tá ið tað hendir. Men vit kunnu ikki siga, at tað hendir ofta, sigur Mariann Reinert, politistur, sum vegna politii undirvísir í harðskapi Barbara Holm Sambært ST eru fimm ym­ iskir formar fyri harðskapi. Talan er um tann materiella, tann fíggjarliga, tann sál­ar­ liga, tann kynsliga og tann fysiska harðskapin. Og óansæð hvønn harð­skaps­ form vit tosa um, so skal hann takast í ramasta álvara, sambært løgregluni. Mariann Reinert kann ikki úttala seg um málið hjá Jórunn, men hon vísir á, at júst óprovokeraður harð­ skapur ikki er gerandis-kost- ur í Føroyum. – Mest vanligt er, at offri og brotsmaður kenna hvørt annað, sigur Mariann. Hon vísir á, at munurin millum óprovokeraðan harð­skap og so harðskap mill­um tvey, ið kennast er, at fyri offri í fyrru støðuni er hendingin púra óvæntað. – Í seinna førinum byrjar mangan við einari ósemju, sum síðani leiðir til rópan og skeldan og til síðst endar støðan við harðskapi. Í fyrra førinum er støðan púra óvæntað og kanska heldur skelkandi fyri offri, sigur Mariann. Hon kann tó ikki siga nakað yvirskipað um hvussu offur av ymisku støðunum merkja hendingina, tí tað er ógvuliga ymiskt. – Summi verða merkt fyri lívið eftir eina harð­skaps­ hending, meðan tað bert prellar av hjá øðrum. Fólk eru sera ymisk har, og tí er eisini umráðandi at seta seg inn í hvørja einstøku støðu, sigur Mariann. Hon er ein teirra, sum vegna politii ferðast kring landið á hvørjum ári, og und- irvísir 9. floks næm­ingum um harðskap. Hetta er liður í SSP samstarvinum millum landsmyndugleikarnar og løgregluna, og partur av heildarátakinum Sig Frá. HARÐSKAPUR Sig frá! Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Í november 2010 varð samtykt, at ein heildarætlan um harðskap skuldi gerast. Ein nevnd varð sett at arbeiða við hesum, og 8. mars 2011 varð Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum løgd fram. Í ætlanini eru 18 ítøkilig átøk, sum millum annað snúgva seg um upplýsing, undirvísing, viðgerðartilboð o.a. Í mai 2012 varð ein samskipari settur, sum síðani tá hevur arbeitt við at seta í verk átøkini. Serliga hevur verið arbeitt við upplýsing, kunning, undirvísingartilfari o.ø. Harðskaparætlanin definerar harðskap í breiðastu merking, altso eisini sum kynsligan harðskap/ágang. Harafturat hevur landsstýrið í samgonguskjalinum samtykt, at Harðskaparætlanin skal víðkast til eisini at fevna um kynsligan ágang, og hetta verður nú arbeitt við. Síðani á vári í 2012 hevur verið arbeitt ítøkiliga við at seta í verk tey átjan átøkini í Harðskaparætlanini, og stórur dentur hevur verðið lagdur á júst upplýsing og kunning. Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking. Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi. Kelda: amr.fo Hagtøl frá løgregluni: forbrydelser mod liv og legeme, bl.a. manddrab og vold mod sagesløs (kap. 25) 2008: 79 2009: 91 2010: 82 2011: 97 2012: 81 2013: 94 2014: 90 kelda: politi.fo Jórunn Vik Gleðisheygg. Sambært løgregluni er óprovokeraður harðskapur ikki ein fastur partur av náttarlívinum í Føroyum. Tað kemur fyri, og tað er sera álvarsamt, tá ið tað hendir, sigur Mariann Reinert, politistur Løgreglan hevur kannað málið um harðskapstilburðin aftan fyri Klubban í Havn sunnunáttina. Ein maður varð meldaður, og løgreglan váttar, at hon hon hevur tosað við ein mann fyrst í 20'unum, sum er skuldsettur í málinum. Ein maður skuldsettur