Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 Áki Bertholdsen – Hetta er søtur musikkur í mínum oyrum Tað staðfestur Jón Sigurds­son, stjóri í Articon Og tað, hann sipar til, eru orðini í samgonguskjalinum, har tað stendur, at føroyskar loysnir og førleikar skulu mennast. – Hatta kundi eg havt skrivað sjálvur, segði hann á vinnudegnum fríggjadagin. Hann sigur, at hann er takksamur fyri, at nýggja samgongan leggur dent á hesi viðurskiftini, tí hann sigur, at tað er nettupp kjarn­ an í øllum, at vit fáa ment føroyskar førleikar – Tað snýr seg nettupp um at menna føroyskar førleikar og føroyskar loysnir, eisini fyri at vit fáa fólk heimaftur til Føroya at búsetast. Saknar ein sunnari hugburð Tað er kanska ongin vinna so opin sum byggivinnan, har Jón Sigurdsson hevur sítt dagliga yrki. Har er frítt hjá øllum at bjóða seg fram og tað hev­ ur hann einki ímóti. Men við­hvørt saknar hann ein sunnari hugburð til at vit skulu fáa meiri burtur úr byggi­vinnuni, enn bara at loysa einstakar uppgávur sum at bora ein tunnil, ella byggja ein bygning. – Vit áttu átti at fingið meiri samfelagsnyttu burtur úr byggivinnuni, heldur hann. – Rávøran, vit hava, er tey fólk, vit hava í starvi og henda rávøra er minst líka dýrabar sum fiskurin, ið svimur í sjónum. – Og tað eru stórir møgu­ leikar at menna tey, sum arbeiða í byggivinnuni, so at vit kunnu bjóða okkum fram av álvara, sigur stjórin í Articon. Hinvegin heldur hann, at nógv dømi eru um, at vit gera tað beint øvugta. Her sipar hann til, at nógvar uppgávur í byggivinnuni eru farnar av landinum. – Vit mugu taka okkum saman og gera nakað við tað. Tí heldur hann, at vit eiga at verja okkara egnu byggi­ vinnu. Hinvegin ásannar hann, at tað eru vandar við at verja sína framleiðslu við lóg. Tað kann eisini avlaga vinn­una, og tí skal tað skal gerast við varsemi. – Men vit mugu tryggja okkum, at vit fáa meiri burturúr, enn at vit bara sleppa at betonga ein bygn­ ing, ella bora ein tunnil. Mugu taka av møguleikanum Jón Sigurdsson sigur, at undir­sjóvartunlarnir eru eitt gott dømi. Tað er størsta sam­felagsútbygging í søguni og hana eiga vit at brúka til eina samfelagsmenning. – Tað eiga vit tora at siga, og tað gera vit við at lata føroyskar fyritøkur, og einstaklingar, fáa minst javn­ bjóðis rætt at sleppa framat sum útlendskar fyritøkur Hann hevur ikki gjørt sær greitt um tað skal ásetast við lóg. Men hann heldur, at tað er ikki politiska skipanin einsamøll, sum hevur skyld­ ina. – Í sambandi við undir­ sjóvartunlarnar, gjørdi polit­ iska skipanin púra greitt, at tað skuldi vera føroyingar, sum skuldu gera arbeiðini, men av onkrari orsøk ger tunla­felagið tað beint øv­ ugta, og tískil krevst ein hug­ burðsbroyting. – Vit kundu skapt nógv fleiri arbeiðspláss, sigur Jón Sigurdsson. – Skulu vit menna før­ oyska vinnu, mugu vit sjálvi ganga á odda. Eg veit ikki, hvussu føroyskar fyritøkur skulu kunna bjóða seg fram uttanlands, tá ið vit ikki sjálvi vilja brúka tær. Hann heldur, at vit skulu ikki bara meta um støðuna eftir stuttskygdum íløgum, hóast onkur útlendsk fyri­ tøka kanska er bíligari í ein­ støkum verkætlanum. Men vit skulu hyggja at, hvat gagn­ar samfelagnum í longd­ ini. Fyri nøkrum árum síðani vóru tað útlendsk byggivirki, sum áttu allar marknaðin í Føroyum, men síðani hava føroysk byggivirki ment seg munandi og eru nú kapp­ ingarførar. – Men hvussu skulu vit taka tað stóra lopið út í heim, tá ið føroyskir byggi­mynd­ ugleikar ikki vilja brúka okk­ um. – Tað snýr seg um, at vit, øll somul, seta okkum greið mál, og trúgva upp á okkum sjálvi, ístaðin fyri at pakka saman. Skulu vit taka Føroyar eftir stødd, er ómøguligt at hava eitt symfoniorkestur í Føroyum og tað er ómøguligt at hava eitt landslið, sum kann spæla ímóti teimum størstu. Men tað ber til, tí vit seta okkum fyri, at tað skal bera til, sigur Jón Sigurdsson. Søtur musikkur í mínum oyrum VINNUDAGURIN Tað er alirisin, Bakka­frost, sum er ársins virki í ár. Tað avdúkaði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­ húsinum á ársins vinnu­ degi fríggjadagin. Dómsnevndin leggur serliga dent á fíggjarliga úr­slitið og tær íløgur, fyri­ tøkan hevur gjørt Hugsað verður um brunnbátin og virkið á landið, sum savnað virki og geva enn betri úr­ slit. Bakkafrost var eisini ársins virki í 2009. Samstundis var Tað fyritøkan, Defined Energy, sum er ársins átak í ár. Tað er Heri Schwartz Jacobsen úr Gøtu, sum hevur ment ein hita­veksl­ ara, sum endurnýtir hitan úr spillvatni, og sum eisini er nógv effektivari enn aðrir líknandi vekslarar. Hugskotið til vekslaran fekk hann fyri nøkrum árum síðani, tá hann var undir brúsu og mamman ilsk­aðist inn á, at hann brúkti so nógv heitt vatn, tí oljan var so dýr. Síðani hevur hann ment ein hitavekslara, sum end­ ur­nýtir spillvatn og góðu úrslitini ger, at áhugi eisini er fyri honum uttan­lands, tí hann sparir fitt í olju. HESI HAVA GINGIÐ Á ODDA VIT MUGU TORA Eftir støddini er tað ómøguligt at havt symfoniorkestur í Føroyum, og eitt landslið, sum kann spæla ímóti teimum bestu. Men tað ber til, tí vit hava sett okkum fyri, at tað skal bera til – Vit mugu tryggja okkum, at vit fáa meiri burturúr, enn tað, at vit bara sleppa at betonga ein bygning, ella bora ein tunnil, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon