Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Arbeiðið, ið Berin ger, hev­ ur stóran týdning fyri menn­ ingina og trivnaðin hjá børn­ um og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin við deyða, men eisini er tað sera týdningarmikið fyri sam­ felagið – allarhelst meira týdn­ingar­mikið, enn politik­ ar­ar geva sær far um. Soleiðis siga sálarfrøðing­ arnir Carol Symphor og Ann­ ika Due Jacobsen, sum í eitt longri tíðarskeið hava arbeitt við børnum og ungum í sorg, og herfyri lótu inn serritgerð um evnið. Tær heita nú á politik­arar um at virðismeta arbeiðið hjá Beranum við at hækka játtanina til hetta týdningarmikla arbeiðið, sam­stundis sum tær vóna, at fyri­tøkur og aðrir stuðlar minn­ast til, at møguleiki eisini er fyri at stuðla Beran­ um á sama hátt, sum tú kanst stuðla ítróttarfeløgum, ment­anar­ligum tiltøkum o.ø. Berin er ein lands­umfat­ andi felagsskapur, ið varð stovnaður í 2003 og veitir eitt nú ráðgeving til fakfólk, ið arbeiða við børnum og ung­um, sum hava mist, og eisini eru sorgarbólkar stór­ ur partur av arbeiðinum. Sorg­ar­bólkarnir virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betri før fyri at handfara sorgina yvir mist for­eldur ella systkin, soleiðis, at tey hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og inn­i­haldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við miss­inum. 10 tey fyrstu árini hjá Ber­a­num vórðu 100.000 kr. játtaðar árliga til Beran frá landinum, men hetta vísti seg ikki at vera nóg miki, og tískil stóð Berin við eitt vegamót í 2013, tá ber­andi kreftirnar ikki fingu pen­ing­ in at røkka. Sama árið varð játtanin tí hækkað til 300.000 kr. árliga, og hóast hetta ger stóran mun, er hetta ikki nóg mikið til tað stóra arbeiðið, ið Berin ger. Eitt nú er tað bert gjørligt at hava sorgarbólkarnar, tí fyritøkur, privat fólk o.o. stuðla Beranum peningaliga. Carol Symphor og Annika Due Jacobsen eru ikki í iva um, at teir skerdu fíggjarligu karmarnir eru ein forðing fyri, at Berin fær ment og víðk­að um arbeiði sítt, og tær vísa á, at hetta kann koma at kosta landinum í síðsta enda: – Kanningar av arbeið­in­ um hjá »Børn, unge og sorg« í Danmark vísa, at pro­fessio­ nel fyribyrgjandi hjálp til børn og ung, ið hava mist, sparir samfelagnum nógvar milliónur krónur í útreiðsl­ um, ið annars kunnu vera tengd­ar at avleiðingunum av at missa foreldur ella systk­ in tíðliga í lívinum, og tískil kunnu vit eisini hugsa okk­ um, at Berin, við eini hægri játtan, eisini kundi spart føroyska samfelagnum nógv­ an pening, samstundis sum, at føroysk børn og ung vóru tryggjað ta bestu hjálpina til at handfara teirra sorg. Nágreiniliga vísir tað seg, at »Børn, unge og sorg« sparir danska samfelagnum fyri áleið 250.000 krónur gfyri hvørt barn ella ungt fólk, ið luttekur í tilboðunum hjá felagsskapinum, og saman­ lagt er hetta ein sparing á áleið 350 milliónir krónur árliga. – Peningur, ið verður latin Beranum, er tískil ikki bert ein stuðul, men ein íløga, sum kemur at síggjast aftur í samfelagnum, og tí gera vit nú vart við, at arbeiðið hjá Beranum burdi verið virðismett, og harvið burdi játtanin til Beran hækkað, so Føroyar eisini kunnu tryggja, at okkara børn og ungu í sorg fáa bestu hjálpina, og koma ígjøgnum sorgina á bestan hátt, siga Carol Symphor og Annika Due Jacobsen. SPARIR NÓGVAR PENGAR AT HJÁLPA UNGUM OG BØRNUM VIÐ SORG Føroyar mugu tryggja, at okkara børn og ungu, ið missa foreldur ella systkin, fáa ta best møguligu hjálpina BERIN