Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nikkil Heinesen skrivari, Føroya Pedagogfelag Nú, vit hoyra nógv um happing og kanska vantandi trivnað í skúlunum, er sjálvsagt at vit vísa á eina loysn, sum enn ikki er brúkt í Føroyum, hóast tað í nógv ár hevur verið brúkt í londum rundan um okkum. Fólkaskúlin hevur ymiskan tørv, tørvir sum í dag tykjast órógva ein vanligan gerandisdag. Tað eru børn, ið hava tørv á at fáa hjálp - børn, ið av einari ella aðrari orsøk ikki vera »fangað«, og tí kunnu virka órógvandi fyri tí vanligu undir­ vísingini. Vit hoyra ganda orð sum in­ klusjón (at øll skulu vera við) í fólka­skúlan, men søgurnar og roynd­irnar siga okkum, at tað er torført at gjøgnumføra, tí um­ støður, skipanir og játtanir ikki loyva tí. Álit um happing eru skriv­ aði, men torført er at síggja, at al­ mennu myndugleikarnir veruliga taka støðuna í álvara. Hevði tað ikki verið fyri eldsálir runt í skúlunum, hevði støðan óivað verið nógv verri. Børn, sum ikki feila nakað ann­að, enn at lívið, av og á, hevur sínar avbjóðingar, koma illa fyri. Tað eigur skúlin í størri mun at megna at rúma. Hesi børn verða rópt »børn við serligum tørvi« og fáa í ávísan mun játtaðar ser- ella námsfrøðiligar tímar, fyri betur at megna skúlan. Pedagogfelagið hevur áður víst á, at hetta er ikki ein haldbar støða. Vit hava eina fakligheit, ið spennir víða og tað er í okkara huga púra náttúrligt at ein endurskoðar áskoðanina til námsfrøðingar í føroyska fólka­ skúlanum. Tað eru í øllum skúlum børn sum hava trupult við at klára gerandisdagin. Ein av okk­ara fremstu førleikum sum náms­frøð­ ingar er at stuðla barninum í per­ sónligari menning við amboðum til at koma ígjøgnum tær avbjóðingar, ið barnið, ella barnabólkurin, kann koma í - bæði við umsorgan, ak­ tivering og hjálp til sosialisering. Skulu vit koma trupulleikanum við happing til lívs, er neyðugt, at allir partar í arbeiðinum vita hvat teir skulu gera. Hesi mugu hava røttu útbúgving í arbeiðinum, um­ framt hava neyðugu tíð, fígging og umstøður annars. Námsfrøðingar kunnu brúk­ ast aðrastaðni. Okkara limir eru um børn frá 0 ára aldri í vøggu­ stovum. Frá 3 ára aldri á dag­stovn­ um. Frá 6 ára aldri í for­skúlum og frítíðarskúlum/heim­um. Eftir skúlatíð kunnu størri børnini fara í virkis- og ung­dóms­hús, har okkara limir gera eitt stórt fyribyrgingarvirksemi. Onkurs­ vegna tykist áskoðanin tó enn at vera tann, at teir førleikar ið náms­ frøðingar hava, ikki kunnu brúkast í fólkaskúlanum. Frá Pedagogfelagnum fer nú aftur ein útrøtt hond til avvarðandi myndug­leikar. Latið okkum fara í gongd við eina tilgongd at fáa námsfrøðingatoymir inn í føroyska fólkaskúlan. Eitt stig á leiðini at fáa bøtt um trivnaðin. Setið eitt toymi av námsfrøðingum at arbeiða við trivnaðinum í skúlunum KJAK Tóra við Keldu forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek Mánadagin varð Borg­aragluggin, sum er nýggj sjálv­ greiðsla hjá TAKS á netinum, latin upp. Í Borgaraglugganum ber til hjá borgarum talgilt at av­ greiða fleiri viðurskifti við stovnin lætt og tíðarhóskandi. Hóast enn nakrar avbjóðingar, so er gott at síggja, at TAKS í stóru verkætlanini hugsar um allar borgarar frá byrjan. Trygdin í hásæti Við nýggju tænastuni Borgara­ glugg­in ber til hjá borgarum talgilt at avgreiða viðurskifti við stovnin lætt og tíðarhóskandi, sigur TAKS. Borgaragluggin gevur eisini innlit í upplýsingar annars millum borg­ arar og TAKS, har eitt nú síggjast kunnu ognir og yvirlit yvir løn og frítíðarløn, og hvussu nógvur skattur er goldin undanfarin ár og so framvegis. Lætt og tíðarhóskandi eru góð orð, sum tó geva orsøk til spurn­ ingar. Við fleiri persónligum upp­ lýsingum á einum stað kann, um illa vil til, eisini verða lættari hjá óviðkomandi at fáa atgongd til persónligar upplýsingar hjá øðrum. Tí skal samstundis, sum tað gerst lættari og tíðarhóskandi, tryggj­ ast, at óviðkomandi ikki kunnu misnýta skipanina. Tí vigar tað nógv, tá ið Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS sigur, at í Borgaraglugganum er trygdin í hásæti, og fyri at rita inn skal ein hava Mínlykil, sum er felags inn­ ritingarskipan til Mínaboks og aðrar tænastur hjá virkjum og stovnum. Víðari sigur hann, at upp­ lýsingarnar um hvønn einstakan borgara tí eru væl vardar og kunnu ikki síggjast av óviðkomandi. Skipanin fevna øllum borgarum Føroyar, og harvið eisini TAKS, eiga í hesum at liva upp til niður­ støðurnar frá ST nevndini um at skipa so fyri, at fólk, ið bera brek fáa atgongd á jøvnum føti við onnur til kunning, samskifti og tænastur, sum eru opin fyri ella gjørd til almenningin. Eisini hevur tað týdning, at atkoma verður tryggjað soleiðis, at fólk, ið bera kognitivt brek, hava niðursettan førleika í armum og hondum, eru blind, deyv ella lesi­ veik verða javnsett. Arbeiðið ikki liðugt Í summar var MBF boðið á fund við TAKS, har Borgaragluggin varð lagdur fram og tosað varð um møguligar avbjóðingar út frá tí sann­roynd, at borgarar hava ym­ iskan førleika, og júst hetta setir stór krøv til skipanina. Tað er gott, at TAKS vísir vilja at fáa Borgaragluggan at virka fyri allar borgarar. T.d. virkar Readspeaker til tað vanliga í Borg­ ara­glugganum, men virkar enn ikki til ymisk skjøl. Orsøkin til hetta er, at heimasíðan er nakað gomul og broytingar mugu tí gerast fyri at fáa hetta at virka. Enn eru avbjóðingar í Borg­ara­ glugganum, og enn er Borg­ara­ gluggin ikki, sum sjónvarpslýsingin annars vísir á, fyri allar borgarar. Tí sær MBF álvarsemi í lyftinum frá TAKS um, at tey alsamt arbeiða fyri at betra um tænasturnar og at finna nýggjar loysnir, so øll kunnu vera við. Borgaragluggin fyri allar borgarar Fríðálvur A. Jensen Eg setti meg við útgávuni og kom at hugsa um, at tað er nú heilt fantastiskt at kunna leggja ikki færri enn tvær útgávur úr hondum í ár. Á konsertini í Fuglafirði 30. aug­ ust nevndi hon, at hon kom út við enn einari útgávu í ár og fingu vit ein lítlan forsmakk. Tá eg ummælti Bridges fyrr í ár, kom eg nýta vendingina »stór, størri, størst – verður hon størri«. Eg seti framvegis spurningin, tí Slør er onki minni enn eitt meist­ araverk, tí tá eg royni at finna okkurt at seta fingurin á, er av­ bjóðingin nógv størri enn sjálvt avrikið. Onkur heldur kanska, at sjangr­ urnar eru í so blandaðar, men her dugir Eivør hegnisliga at tvinna alt upp í eina hægri eind. So skal eg ummæla hetta sein­ asta verkið, eri eg aftur bilsin av fantastisku evnunum at fáa øll løgini latin í ein hóskandi búna. Meðan Bridges er meira ljós við longsli, er Slør meira rá og søkjandi, so her hevur Eivør aftur dugað at tvinna tvær útgávur saman. Hon nevnir eisini, at talan er um tvær systirútgávur. Tað er eisini flott gjørt, at Briges bara er við enskum løgum og at Slør er komin út við føroyskum. Á útgávuni eru 10 løg: Silvitni, Brotin, Salt, Mjørkaflókar, Petti Fyri Petti, Røttu Skógvarnar, Í Tokuni, Verð Mín, Slør og Trøllabundin. Fyri at koma til tað ráa, so er tann ofta huldisliga kenslan eisini komin inn í nøkur av løgunum, sum fær okkum at kenna hetta við tí søkjandi. Eg havi altíð bundið Eivør við hesa leitanina eftir nýggjum, sum henda útgavan sanniliga eisini ber boð um. Eivør hevur eina so kraftiga rødd, at ein fær hesa kensluna av, at tað ofta ikki er brúk fyri fleiri instrumentum. Hon endar við lagnum Trøll­ abundin, sum hon hevur frískað upp, men her stendur hon júst við síni reinu kláru rødd og fær tað at kennast kalt oman eftir rygginum. Frá mær fær hon 5 bjartar stjørnum av 6 – fyri frálíka avrikið! Eivør Pálsdóttir – Slør er »avslørandi« – tí her hevur Eivør enn einaferð lagt ein perlu úr hondum og leggur okkum við sínar føtur