mánadagur 28. september 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
UMMÆLI
Gulla Øregaard
Havi í kvøld verið til veitslu í
Norðurlandahúsinum.
Veitslan
hevði eitt hóttalag, sum gav áskoð
aranum óteljandi løtur til látur,
kenslurok og djúphugsan.
Mentali vesaldómurin hjá føð
ingardagsbarninum Helga Dýrindal
Joensen á hansara 65 ára degi verður
borin fram á ein originalan og ikki sørt
øsandi máta í brotum og sett saman, so
áðrenn tú varnast fær tú eina familju
søgu um hvussu ein familja átekur sær
ábyrgd, ella flýggjar, tá ótamd kynslig
megi er oyðandi fyri álitisviðurskiftini
millum børn og foreldur.
Leikurin »Veitslan« í føroyskari
týðing og av føroyingi leikstýrd rakar
inn í sál og sinn og noyðir ein at síggja
veruleikan, har flest øll verða glatað, tá
umsorganarsvikið er størst.
Thomas Vinterberg og Mogens
Rukov hava gjørt leikritið við støði í
filminum »Festen«.
Gjøgnum sálarfrøðisligar lýsingar
fata vit, at her er ein dysfunktionel
familja, har ørskapur, undirskot og
yvirdrivið huglag renna saman, tá ið
elsti sonurin Kristian heldur taluna
um kynsliga misnýtslu á hátíðar
degnum hjá pápanum. Pápin Helgi
hevur útsett børn síni fyri kynsligum
ágangi í barnaárum, og týðiliga skatt
tey. Hjá eina barninum Lindu, sum er
tvíburðasystir Kristian kostaði mis
brúkið lívið, sum hon sjálv tók.
Hesin sorgarleikur verður grund
støðið at skilja, hvat slíkt kostar, sum
tað er, at svíkja síni børn.
Undirritaða hevur sæð danska
filmin »Festen« , so eg hevði kunnleika
til innihaldið.
Sjónleikur og filmur eru tvær
ymiskar greinar at fortelja eina søgu,
og her verður so føroyska útgávan
av »veitsluni« nakað serstakt, tí hon
er beint framman fyri tær við livandi
leikarum og avrikum. Sum áskoðari
kanst tú ikki rýma.
Myndirnar koma, sum perlur á
snóri, bæði tær, sum tú ikki brýggjar
teg um, og so hinar hjartanemandi.
Hetta er eins og í veruliga lívinum,
at tú má taka ábyrgd og støðu til, hvat
eitt menniskja kann bjóða sær sjálvum,
og tað er her, at tvíburðabeiggin Kristi
an ger allan munin.
Leikurin vísir okkum sínámillum
sambondini í familjuni, eisini tey van
skeplaðu, og tú fær gásahold at síggja
neyðini hjá Kristiani í stóru upp
gerðini. Eisini hjá systrini Helenu, sum
Beinta Clothier spælir væl.
Søgan hjá Vinterberg gerst so
ágangandi, at tá alt tað ytra bráðnar
burtur og sálarneyðin gerst lýsandi
sjónlig, tá verða vit førd inn í ein heim,
har øll atferðin hjá pápanum kemur til
sjóndar, og vit hoyra, síggja og sansa,
hvussu hann hevur oyðulagt grund
støðið hjá børnunum. Leikurin vísir
samstundis eitt rørandi samband
millum børnini, sum er sjáldsama væl
lýst, og henda tulking ger søguna so
inniliga .
Føroyska pallútsetingin er listarliga
væl frágingin. Pallurin er nýmótans.
Hann er ráður. Hann er spennandi
og hann er veruliga uppbygdur á ein
nýggjan og heilt annnarleiðis hátt, enn
tað, sum vit eru von við. Her eru fleiri
spælistøð, og tað krevur av okkum
áskoðarum, at vit samstundis skulu
fyrihalda okkum til fleiri samkoyrandi
støður og søgur í leikinum. Tað ger, at
uppgerðin við pápan verður tikin inn
og fatað í kompleksa (samansetta)
samspælinum millum rúm og menn
iskja. – Her er talan um veruligt nýbrot
í føroyskum teatri.
Ljóssetingin er nakað fyri seg og
verður meistarliga brúkt. Tónleikurin,
sum Joachim Holbæk, danskur tóna
smiður hevur skapað til leikin var sum
ein veruligur undirliggjandi linni til
ørskapin, ruðuleikan og uppskrúvaða
kensluspælið. Dramaturgisk meistar
liga væl brúktur.
Leikaraavrikini eru mong og
sera góð, men bjartast lýsir Hjálmar
Dam, sum spælir Kristian. Hansara
presisión, hansara diktión, hansara
totala nærvera á pallinum er framúr
skarandi. Karakterurin gerst ljósur,
sjálvt í myrkri.
Eg havi saman við áskoðarum
verið til veitslu, har Marita Dalsgaard,
leikstjóri saman við hjálparleikstjóra
Gunhild V. Michelsen og einum stórum
dugnaligum (kompetentum) liði av
fakfólki hava gjørt eitt samfelagsmál
sjónligt fyri hvørjum einasta áskoðara,
at har sum vaksin fólk svíkja sínar
eftirkomarar, har býðir ikki bøtir.
At talan er um eitt stórt saman
sett lið av listafólki frá norðurlond
um ger uppsetingina so mikið meira
spennandi, at stríðið, sum henda
uppseting má hava verið, er loyst fyri
myndarliga frá framleiðslustjóranum
Kristiannu Winther Poulsen til smá
dreingirnar í leikinum, sum enn eru
óskrivaði bløð.
Hjartaliga til lukku til tykkum øll,
sum hava givið okkum hesa listarligu
uppliving.
At Marita Dalsgaard, leikstjóri við
dirvi, vitan og hugflogi hevur ríkað
føroyska pallin, kunnu vit fegnast um.
»Veitslan« – Ágangandi
søgan fær tað ytra
at bráðna burtur
Søgan hjá Vitherberg gerst so ágangandi, at tá alt tað ytra
bráðnar burtur og sálarneyðin gerst lýsandi sjónlig