Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 14 Sosialurin Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Setrið og Annie Fjallsá, lærari á Føroya Studentaskúla í Høydølum, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Annie arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Vit hava spurt tveir næmingar, sum luttóku í MÚ, hvussu tær upplivdu tiltakið í Nlh. 15. sept. Sóley Eliasdóttir og Súsanna Ludvig, 13a - Føroya Studentaskúla og HF-skeið 1. Hvussu upplivdi tú MÚ í Norðurlandahúsinum 15. sept? Súsanna: ”Eg haldi, at eitt slíkt tiltak, sum er so viðkomandi fyri okkum ungu skúla­ næm ingar, burdi havt verið fyri skipað fyri langt síðan. Fyri mítt við kom andi er tað uppá tíðina, at ein slíkur dagur varð hild in. Kanska kundi hann verið hild in hvørt ár, fyri allar næmingar.” Sóley: “Markleysar útbúgvingar ­ dagurin var sera spennandi og hevði nógv at bjóða til okkum lesandi. Eg haldi, at tað var sera áhugavert, at hoyra hvussu fólk greiddu frá, hvussu tað er, at lesa uttan­ landa. Alt var sera væl upplýst og klárt at taka ímóti okkum og okkara spurn ing­ um, tað dámdi mær sera væl. Fólkini ið hildu fyrilestrarnar dugdu væl at greiða frá, øll høvdu tey tikið alt tað við, sum eg sat og hugsaði um áðrenn. So fyri mítt viðkomandi dámdi mær sera væl, at hoyra um teir ymisku møguleikarnar eg havi, tá eg fari at fáa mær eina út búgv­ ing.” 2. Hvat fekst tú mest burturúr tann dagin? Súsanna: ”Ein var, sum opnaði míni eygu, og tað var Bogi B. Jensen. Tá hann greiddi frá, hvussu hann fór frá at vera dekkari til rektara, tonkti eg fyri meg sjálva, eg kann eisini, eg kann eisini blíva til nakað. Eisini veit eg nú hvørjar heimasíður, eg kann fara inná fyri at leita eftir nógvum ymisk um útbúgvingum. Tað er ein sera góð kensla at vita, at har eru fleiri hundr­ að møguleikar, og at allar hurðar standa opn ar fyri einum.” Sóley: “Tað sum eg fekk mest burturúr, var nokk úr fyrilestrinum um at ferðast. Eg havi sett mær fyri, at taka eitt fríár. Møgu liga ferðast ymsa staðni. Eg havi ofta hugsað um tað, men visti ikki ordi­ liga, hvussu og hvat eg skuldi gera. Men hesa hugleiðing fekk eg setta uppá pláss, til ein av fyrilestrunum, ið upplýstu um spenn andi ferðir í ymsum londum og hvussu tað mennir ein sum persón.” 3. Hvat lærdi tú? Sóley: ”Tað var eitt, ið veruliga hevur sett seg í høvdið á mær: “frá dekkara til rektara.” Tað var um sjálvan mannin ið greiddi frá, ið helt ein fyrilestur um, hvussu hann hevði lisið til alt møguligt, tik ið øll møgulig val og gjørdi tað, honum pass aði best. Tá fekk eg tað uppá pláss, at tað er líkamikið hvussu leingi tað tekur at lesa; so leingi tað riggar hjá tær, og tíðin ikki fer til spillis. At vera produktivur er altíð besti mátin at fyrihalda seg til. So eg má byrja at prioritera og hugsa um, hvat eg kann nýta í framtíðini; eg má kunna prakti sera tað, ið eg lesi til og nýta tað til full nar!” Súsanna: ”Eitt sum eg veruliga lærdi, við­ víkj andi tá mann skal velja sína út búgv­ ing ar leið, var, at mann skal lata vera við at hugsa um longdina av útbúgvingini. Longd in av lestrinum skal ikki vera tað, ið forð ar einum fyri at lesa tað, ein gjarna vil. Um viljin er sterkur, og mann dámar væl, tað mann ger, so skulu árini nokk ikki ganga so seint.” 4. Hevur MÚ verið við til at seta nakrar tankar í gongd viðvíkjandi víðari útbúgving? Súsanna: ”Ja. Faktiskt, so gav hesin dag­ urin mær eitt spark til at fara at finna út­ av, hvat eg vil. Tað var sera hugvekjandi, at fáa so nógv at vita um alt møguligt frá so nógvum sjónarhornum. Sóley: ”Eg eri heilt sikkurt farin at hugsa enn meira um, hvat eg nú ætli mær. Eg havi sett mær fyri, at taka eitt fríár og fara út í heimin, at uppliva ymiskar kult­ ur ar og menna meg meira, áðrenn eg fari at lesa víðari. Planurin hevur allatíð ver­ ið, at fara uttanlanda at lesa, so hettar hev ur styrkt mína ætlan.” 5. Hevur MÚ ávirkað tínar framtíðar karrieruætlanir? Súsanna: ”Sjálvt um dagurin var sera áhuga verdur, so haldi eg tó ikki, at eg enn kann seta fingurin á, júst hvat eg ætli mær enn. Eg veit hvat áhugar meg, og hvat ger ikki. Sóley: ”Eg vildi sagt, at tað hevur eisini ver ið ein lítil partur av tí avgerðini, ið eg havi sett mær fyri nú. So fyrilestrarnir ið eg var til, hava givið mær eitt nógv betri inn lit til, hvussu og hvat eg nú ætli mær at gera. Tað hevur heilt sikkurt beint mær á eina eitt sindur beinari leið, enn hvat eg var á, áðrenn MÚ.” 6. Hvat saknaði tú við MÚ? Súsanna: ”Um eg skal peika heilt nágreiniliga út, hvat manglaði í, so haldi eg, at alt var alt ov pressað. 10 minuttir ímill um var akkurát so, at mann líka náddi at fáa luft áðrenn næsta fyri lest­ ur in. Men 5 minuttir var alt ov lítið. Men alt í alt var tað ein frílíkur dagur. Vónandi verð ur eitt slíkt tiltak ein dagin aftur í ári num áðrenn vit standa við húgvuni.” Sóley: ”Eitt ið eg saknaði við hesum degi var, at eg ikki slapp til alt ið eg hevði um­ hugs að. Eg hevði fegin viljað hoyrt alt, um eg hevði kunnað, men eg mátti bara velja tað, ið eg helt, eg kundi fáa mest burt ur úr. Men alt í alt, haldi eg, at hettar var akkurát tað, ið eg havi saknað!” MÚ í NorðurlaNdahÚsiNuM 2015 SpurnarSíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Sp. 1. Hvat er ein IELTS roynd og nær ber til at taka royndina í Føroym? Svar: The International English Language Testing Sytem (IELTS) metir um førleikan í enskum hjá fólki, ið ynskja at lesa, ella arbeiða, har enskt er nýtt at samsikfta við. IELTS kannar allar teir fýra málførleikarnir Lurta (30 min.) Lesa (60 min.) Skriva (60 min.) Tosa (11 – 14 min.) Tosiroyndin er ein samrøða við próvhoyrara. Royndin er samvirkin, og kann samanberast við eina vanliga dagligdags samrøðu. IELTS metir um førleikarnar, sum eru neyðugir í sambandi við eina hægri akademiska útbúgving. IELTS er tann mest viðurkenda ensktmælta málroyndin. Nærri kunning á: http://www.ielts.org/ Royndin er ofta eitt krav til upptøku á ensktmæltum hægri lærustovnum, men í onkrum førum ber til at søkja um undantaksloyvi. Næsta IELTS roynd í Føroyum er leygardagin 31. Oktober 2015. Les meira á: www.edu­danmark.dk/ielts Vh Annie og Holger Sp 2 Ber tað til at fáa SU úr Danmark, tá ein er búsitandi í Føroyum, men lesur eina SU­góðkenda útbúgving í Danmark? Føroyingurin Svar: Ja, sum danskur ríkisborgari, búsitandi í Føroyum, fært tú SU, um tú ert í holt við eina SU góðkenda útbúgving í Danmark. Tað er ikki adressan, sum hevur týdning, men um tú fylgir lesiætlanini. Konaktpersónurin hjá SU fær hjálpt tær við at fáa eitt danskt cpr.nr. Um tú hevur danskt cpr. nr., kanst tú stovna eina Nem­konto í bankanum til SU inngjaldingar. Vh Annie og Holger