mánadagur 28. september 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
Árni Gregersen
Fyrstu dagarnir hjá nýggju
landsstýriskvinnuni
við
fíggjarmálum, Kristinu Há
foss, eru brúktir til at stað
festa,
hvussu
fíggjarliga
støðan er beint nú.
Undir valstríðnum var
fleiri ferðir sagt, at hallið
er burtur næsta ár og við
hvørt segði táverandi lands
stýrismaðurin við fíggjar
málum, at tað kann verða,
at hallið er burtur longu her
í 2015.
So ljóst sær fíggjarmála
ráðið ikki uppá støðuna.
Har verður sagt, at verða
ongar broytingar gjørdar,
so fer fíggjarlógin næsta ár
at hava eitt undirskot, sum
verður millum 100 og 150
miljónir krónur.
– Vit hava hugt eftir
hvussu støðan er fyri at vita
hvørjum veruligum støði, vit
arbeiða út frá, sigur Kristina
Háfoss,
landsstýriskvinna
við fíggjarmálum.
– Tað sær kanska ikki so
gott út sum vit hava fingið
at vita, men hinvegin hava
vit als ikki slept ætlanunum
um at gera eina fíggjarlóg
fyri 2016, sum ikki hevur hall,
leggur hon afturat.
Fíggjarlógin
Eitt uppskot til fíggjarlóg
fyri næsta ár verður lagt fyri
Løgtingið mikudagin.
Hetta er eitt uppskot, sum
í veruleikanum er ein fram
skriving av fíggjarlógini, sum
er galdandi fyri 2015.
Tað vil siga, at útreiðslur
og inntøkur eru hækkaðar
við prístalshækkingum, løn
arhækkingum og so fram
vegis. Stutt sagt er tað gamla
fíggjarlógin, sum verður løgd
fram við justeringum, men
uttan politiska viðgerð.
Hetta verður gjørt – og
er ofta gjørt fyrr – tí nýggja
samgongan í veruleikanum
als ikki hevði tíð nokk at gera
eitt uppskot, sum sambært
lóg, skal latast tinginum
áðrenn 1. oktober.
Sjálvt
tað
politiska
arbeiðið at gera fíggjarlógina
verður gjørt nú og millum
viðgerðirnar í Løgtinginum.
-Tað skulu takast tung
tøk.
Bæði
inntøkur
og
útreiðslur skulu broytast og
vit skulu eisini vita um sumt
ikki kann gerast øðrvísi og
smidligari enn tað verður
gjørt nú, sigur Kristina Há
foss, Tjóðveldi.
Hon vil ikki enn siga,
hvørji tiltøk standa ovast
á raðfestingarlistanum, nú
tveir dagar undan, at fram
skrivaða fíggjarlógin verður
løgd fram.
– Men vit hava lovað
skattalætta til lág- og miðal
inntøkurnar 1. januar. Tað
verður eisini gjøgnumført,
sigur hon.
Kristina Háfoss sigur, at
tá ið samgongan á hendan
hátt vil lækka skattin, so er
tað tí, at hetta fer at geva
størri inntøkur í landskass
an. Tær lægru og miðal
inntøkurnar fara at brúka
skattalættan til nýtslu av
ymiskum slag og tað fer at
seta ferð á í samfelagnum.
Landsstýriskvinnan við
fíggjarmálum leggur afturat,
at í samgonguskjalinum og í
»Mál at fremja« stendur, at
ongi nýggj átøk verða sett
í verk – uttan so at fígging
fylgir við.
Nýggja landsstýriskvinnan
við fíggjarmálum, Kristina
Háfoss, Tjóðveldi, sigur
at tung tøk skulu takast.
Innøkurnar skulu hækka
og útreiðslurnar lækka
Krevjandi at venda
búskapinum og fáa
sett nýggj tiltøk í verk
Verða ongar broytingar gjørdar, so bendir alt á, at hallið á
fíggjarlógini næsta ár verður millum 100 og 150 milljónir krónur
iskum slag í samfelagnum
annars kunnu setast í verk.
Nýskipan av fiskivinn
uni stendur ovast á rað
festingarlistanum.
Eitt
lógaruppskot
skal
vera
klárt at leggja fram á ting á
ólavsøku.
Spurningurin er so eisini
um tilfeingisvinnan longu í
fíggjarlógini fyri 2016 kann
rokna við, at nýggj gjøld
verða áløgd.
Sigurd Poulsen var stjóri í landsbankanum.
Nú er hann stjóri á Hagstovuni
FÍGGJARMÁL