mánadagur 28. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BERGUR DEBES JOENSEN
Á
einum steðgiplássi í Norður–
týsklandi, har vit settu húsvognin,
kendi eg ein so undarligan royk.
Hugsaði ikki stórvegis um tað,
fyrr enn eg hoyrdi hvin frá einum treylara
nærindis. Bilurin var í trimum hæddum fyltur
við grísum. Óróligir teir og ørkymlaðir. Summir
royndu at koma sær uppá aðrar, eins og vistu
teir ikki, hvagar teir vildu; aðrir hugdu kykir við
forvitnum eygum út gjøgnum opini á síðuni á
bilinum. Seinast, eg var so nær livandi grísum,
var í Kambodia, summarið 2009.
Vit hildu ferðini víðari suður gjøgnum
Týskland. Á einum øðrum steðgiplássi, vit
steðgaðu at fylla á bilin og eta eina máltíð, komu
vit at standa beint áraka einum bili, haðani
vit hoyrdu goyggj. Eg fór yvir at hyggja. Nærri
eg kom búrinum, harðari goyðu hundarnir
og meira ófriðarligir gjørdust teir. Stórir og
vakrir hundar við síðum brúnum hári og
hvítprikkutum blettum. Hetta vóru upprunaliga
veiðihundar úr Sveis. Ánarin kunnaði meg um,
at hesir vóru nakað serligt: Teir høvdu vunnið
fleiri týðandi kappingar bæði í Týsklandi og
uttanlands. Teir fingu eisini serliga umsorgan
og røkt. Í mun til grísarnar, høvdu hesir hundar
navn og vóru kosnir heimsmeistarar.
Auschwitz
Vit komu so í sól og hita, sum vit høvdu droymt
um við vatnið Bodensee, sum er mark millum
Týskland, Eysturríki og Sveis. Á hinari síðu sóu
vit týska býin Konstanz, har böhmiski (tjekkiski)
trúbótarmaðurin, Johan Hus, fyri 600 árum
síðan varð brendur livandi á báli. Hetta hendi 6.
juli 1415. Veðrið lovaði væl í Póllandi, so vit fóru
ein umveg fyri at síggja Listenstein og koyrdu
gjøgnum stórbæra Eysturríki móti Wien,
áðrenn leiðin gekk gjøgnum Kekkia til Póllands.
Málið var KZ- og týningarlegan Auschwitz. Í ár
eru 70 ár liðin, síðan ræðuleikararnir steðgaðu
har. Legan liggur í býnum Oswiecim í kendum
ídnaðarøki í Suðurpóllandi. Nazistarnir góðu
býnum og týningarleguni navnið, Auschwitz.
Sum legan vaks, vóru aðrar legur bygdar
nærindis, sum vóru tengdar at Auschwitz. Ein
teirra var Auschwitz II Birkenau.
Tá ið vit komu á staðið, spurdi eg ein
vaktarmann, hvussu nógv høvdu vitja Ausch–
witz. Í summar var talið komið upp um
milliónina, svaraði hann. Ein millión ferðafólk?
Fór so talið á vitjandi ikki at nærkast teimum,
sum vóru týnd á hesum staði?
Serliga jødar
Nær inngongdina til Auschwitz við bann–
aranum »Arbeit mach Frei«, spurdi frásøgu–
maður okkara, hvaðani vit vóru. Vit vóru úr
fleiri evropeiskum londum. Ein ógvuliga áhugað
kvinna var úr USA av pólskari ætt. Hetta var
fyrsta møti vit ræðuleikararnar í upprunalandi
hennara. Ferðaliðið hjá okkum umboðaði fleiri
av londunum, Hitler hevði hertikið, hagani
menniskju komu til arbeiðs- og týningarleguna
Auschwitz. Eisini úr Noregi.
Auschwitz var valt út, júst tí tað var eitt
vegamót, haðani toksamband var út um alt
Evropa. Í fyrstuni vóru tað póllendingar, sum
vórðu sendir á leguna. Intellektuell, lærd og
politisk virkin, sum kundu hugsast at geva
nazistunum mótstøðu, vóru send higar. Læknar
og prestar eisini. Seinni vóru tað fólk úr øðrum
londum, sum vóru beind higar, serliga jødar.
1,1 mill. jødar mistu lívið í Auschwitz. Av
teimum vóru 430.000 vóru úr Ungarn, 300.000
úr Póllandi og restin úr øðrum evropeiskum
londum, – m.a. 690 úr Noregi. Men tað vóru
eisini onnur fólkasløg, sum vóru fyribeind í
Auschwitz: 140.000-150.000 vóru póllendingar,
23.000 romanar (sigoynarar), 15.000 russiskir
krígsfangar og 25.000 aðrir krígsfangar. Íalt 1,3
milliónir mistu lívið á leguni. Serliga hereindin
hjá Hitleri, SS, umsat Auschwitz og 13 aðrar
fangalegur – summar eisini í Týsklandi.
Hitler
»Hitler var ein sera orðkringur og karismatiskur
persónur«, segði frásøgumaðurin, »um hann
hevði komið sær fram í øðrum londum, so
hevði hann megnað tað sama, sum hann gjørdi
í Týsklandi at fáa fólk við sær.« Hitler avdúkaði,
at hann hevði vilja til makt og vildi nýta makt, tá
ið hann gjørdi uppreistur longu í 20-unum. Mein
Kampf greinar hansara ideologi. Sum Führer av
Týsklandi og londunum, herurin vann honum,
framdi hann tað, hann hevði skrivað. Í øllum var
hann »trúgvur sær sjálvum« at fáa vald og at
kúga jødarnar og onnur fólkasløg fyri at vinna
yvirmenniskjanum, arariarunum, fyrimunir
og rúmd. Nazistarnir hugsaðu, at norðbúgvar
taldust uppí hetta upphugsaða fólkaslagið av
upprunaevroperaum, sum skuldu fáa loyvi at
ráða í londunum fyri eystan, har slavararnir
skuldu vera trælir.
Lutirnir tala
Frásøgumaðurin fer við okkum gjøgnum
bygningar, har ræðuleikarnir hjá SS, serligu
herdeild Hitlers, verða avdúkaðir stig fyri stig.
Tú sært eitt stórt rúm gjøgnum glasveggir,
fylt við kvinnuhári. Kvinnurnar vórðu kliptar,
áðrenn tær vórðu leiddar innar í gasskamarið.
Hárið var nýtt í nazistiska tekstilídnaðinum og
okkurt hárteppið stóð frammi.
Tú kemur til rúm við øðrum lutum: Eitt við
konufólkaskóm; eitt við mannfólkaskóm; eitt
við høkjum og protesum; eitt við kannum og
føtum, og eitt við kuffertum. Hvør vaksin jødi
fekk loyvi at hava eitt kuffert við – ikki størri
enn eitt vist, og ikki tyngri enn eitt vist. Tey
skuldi bara taka tað týdningarmesta við til dag
og vegin. Nøvn standa á kuffertinum, tí annars
kundu ánararnir ikki finna tey aftur, tá ið teir
komu aftur undan »brúsuni«. Ein montra við
jødiskum bønarskjalum lógu eisini í einum
sýningarskápi, og barnaklæði og barnaskógvar
í øðrum sýningarskápi.
Eftirspælið
Við størsta ídni og bestu evnum arbeiddu SS-
arnir, undir leiðslu Heinrich Himmlers, sum
stóð beint undir Hitleri. Undir Himmler stóð
Adolf Eichmann, sum stóð fyri at flyta jødarnar
úr øllum Evropa til týningarlegurnar. Og undir
Eichmann ráddi m.a. Rudolf Höss, tann fyrsti
av tveimum kommandantum í Auschwitz.
Himmler náddi undir avhoyringunum eftir
kríggið í Nürnberg at taka seg sjálvan av døgum.
Höss varð dømdur og hongdur í 1947 í Póllandi.
Gálgi var reistur til endamálið nær húsi
hansara í Auschwitz. Eichmann var dømdur
og avrættaður í Ísrael í 1962. Men tey nógvu,
sum framdu illgerðirnar, komu ongantíð fyri
nakran dómstól.
Tey vóru eitt tal
Tey, sum vóru førd til Auschwitz, fingu tal,
men vóru annars skrásett við eftirnavni og
fornavni, føðidegi, føðistaði og starvsheiti.
Mynd var somuleiðis tikin. Teir jødar, sum
Auschwitz – 70 ár seinni
Bannarin yvir inngongdina til Auschwitz
Samtíðarmynd tikin av nazistunum í Auschwitz II – Birkenau. Kvinnur og menn og børn eru júst
komin og skipað í tvær rekkjur, áðrenn tey verða vald út at arbeiða ella at verða týnd
Auschwitz II – Birkenau. Høvuðsinngongdin