Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 vóru týndir beinan vegin, vórðu ikki skrásettir. Vart tú fangi, vart tú eitt tal, meðan navn títt og myndin varð goymd. Men allir fangar, sum sluppu undan gasskømrunum, fingu ikki nakra hugaliga tíð í leguni. Í miðal livdi hvør maður og hvør kona tríggjar mánaðir. Matskráin varð stýrd soleiðis, at fangar doyðu burturav, sum nýggir fangar komu. Og støðugur hugur gjørdi fangarnar upptiknar av mati heldur enn at gera uppreistur ella at flýggja. Maximilian Kolbe At gera uppreistur ella at flýggja gav deyða– revsing. Men áðrenn dómur fall, skuldi ein fyri ein dómstól. Summir fangar doyðu undir torturi, meðan aðrir vóru skotnir. Teir, sum sótu eftir, vóru eisini revsaðir, tá ið onkur fann uppá at flýggja. SS-arar kundu taka tilvildarliga valdar fangar og enntá døma teir til deyða við hungri. Hvørki vátt ella turt! 12 dagar kundi tað taka – og longri. Ein kend søga er um Maximilian Kolbe, sum var katólskur prestur, tengdur at fransiskanarunum. Undir vegarbeiði eydnaðist einum fanga at flýggja. 10 tilvildarliga valdir póllendingar vórðu tiknir og dømdir til deyða við hungri. Ein teirra æt Franciszek Gajowniczek. Hesin gjørdist frá sær sjálvum og rópti: »Kona mín! Børn míni!« Tá er tað, at Maximilian Kolbe bjóðar seg at fara í deyðan fyri henda. »Eg biði um at sleppa at ganga í hansara stað«, segði hann. Maximilian nýtti tíðina, hann fekk, at troysta hinar, og tá ið bara hann sat eftir á lívi, tóku hermenn hann 14. dagin á »sjúkrahúsið« at fáa deyðssproytuna. Av virðing fyri hesum 10 fangunum varð okkum sýtt at taka myndir av fangaklivum teirra. Auschwitz II – Birkenau Við bussi koyrdu vit til grannaleguna, Auschwitz II - Birkenau. Vit gingu fyrst upp í kenda tornið, sum er bygt oman á høvuðsinngongdina, har útsýnið er yvir ta størstu týningarleguna hjá SS. Tokskinnarar liggja mitt fyri, og fangablokkum í stórum tali standa báðumegin við, sum fyri tað mesta eru restirnar av blokkum, sum hava staðið. Tá ið tú stendur við inngongdina til leguna, búðu menninir til høgru, og kvinnurnar til vinstru. Um 90.000 fangar vóru savnaðir har, tá ið talið var mest. 45.000 kvinnur og 45.000 menn. Stóri skilnaðurin Tá ið tú tú gongur út á tokskinnararnar í Birkenau, sært tú bara ein vogn standa har. Hesin vognur umboðar allar teir mongu, sum komu og fóru. Ikki vóru tað ferðamannvognar, sum vóru nýttir, men góðsvognar. Tá ið eg sá Barnaklæði og barnaskógvar í Auschwitz Einasta gass– kamarið, sum nazistarnir ikki náddu at oyðileggja. Hetta stendur í Auscwitz. Holið í loftinum, hagani giftin kom Kuffert í Auschwitz við navni, føðingardegi og nummari Í »deyðsblokkinum« Auschwitz II – Birkenau. Á hesum hillum lógu kvinnur kroystar saman sínar seinastu tímar uttan mat ella drekka Ein kvinnuligur fangi í Auschwitz 1942 Ein mannligur fangi í Auschwitz 1941-42 Góðsvognur í Birkenau Framhald á næstu síðu