mánadagur 28. september 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vognin kom fram fyri meg bilarnir báðir, eg
hevði lagt til merkis við Autobahn í Týsklandi.
Líkskapurin við treylaran við grísunum var
talandi. Grísarnir vóru givnir upp til sláturs.
Teir vistu líka lítið sum hesi menniskjuni, hvat
bíðaði teimum. Og grísarnir høvdu bara eitt
tal. Líkskapurin við bilin við teimum kendu
hundunum saknaði eg. Tí hesi djór vórðu í
mun til grísarnar, vald út at liva og at fáa røkt
og umsorgan. Og hundarnir høvdu eitt navn.
Á balkongini, har vit stóðu, hendi so tann
stóri skilnaðurin seinastu krígsárini. Kvinnur
og børn til vinstru, og menn til høgru. Men
meðan tey gingu á hvør sína síðu, vórðu tey
møtt av »læknum«, sum mettu um, hvør var
»egnaður til arbeiðis«, og hvør var »egnaður til
týningar«. Umleið ein triðingur var valdur út til
jørðarbeiði og kornvelting. Eisini skuldi hesir
fangar hjálpa til í týningini av sínum egna fólki.
Hinir tveir triðingarnir vóru førdir beinleiðis til
gasskømrini.
Gasskømrini
Fólkini, sum stigu út úr tokvognunum, fingu
øll at vita, at tey skuldi leggja kuffertini frá sær
á einum staði, so tey kundu finna tey aftur. So
vóru tey førd í umklæðingarrúm. Kvinnurnar
skuldu »líka« klippast fyrst fyri at forða lúsum
gróðrarlíkindi. Og so var at fara úr klæðunum
og undir »brúsu«. Tann ótti og tann neyð,
sum hevur verið í »brúsirúminum«, kann ikki
sigast frá, tí eingin er komin livandi haðani,
og rúmið var undir jørð. Myndir finnast bara
undan og eftir »brúsubaðið«. Tá ið rúmið var
fylt, vóru hurðarnar læstar, og ljósið sløkt, og
tá var ov seint. Niður gjøgnum hol í takinum,
varð helt Zyklon B, sum, tá ið tað kemur til luft,
umbroytist til eiturgass. Eftir 20 minuttum vóru
øll deyð. So kom arbeiðið við eldovnarnar, har
fangar runnu og tuskaðu eftir boðum. Tey lík,
sum ikki vóru brend í ovnunum inni, máttu
brennast á víðavangi. Týnararnir á leguni vardu
seg á henda átt ímóti smittu og sjálvir at verða
týndir.
Tvingsilsarbeiði
Hjá teimum á leguøkinum vóru útlitini alt
annað enn lovandi. Reinførisviðurskiftini
vóru út av lagi, og áðrenn fangarnir skuldu til
arbeiðis, fingu teir onkra matartugguna. Ein
matarvognur, harav ein stendur enn kvinnu–
megin, var hálaður út til fangarnar á markini.
Fangar gjørdu matin, og fangar hálaðu vognin.
Tá ið fangarnir komu aftur um kvøldið var
vanliga onkur deyður, ella onkur kundi ikki
halda sær á fótum. Hesir fangar máttu allir
berast inn á leguna av fangum. Kvinnur og
menn høvdu sama arbeiði, og krøvini og treyt–
irnar vóru eins. Teir fangar, sum ikki orkaðu
meira, vóru leiddir av sínum hjáfangum til eini
hús at doyggja av hungri og tosta saman við
hundraðtals øðrum. Tey lógu á hillum kroyst
saman og á liðini – fyri at spara pláss. Tá ið tey
vóru lívleys, vóru boð eftir fangum at bera lík
teirra í brenniovnarnar. At standa 70 ár seinni
og hyggja inn í hesar deyðsklivarnar og hugsa
um tær neyðar kvinnur, sum lógu, er ósigiligt
og óskriviligt.
Blint lýdni
Serliga herdeild Hitlers SS, sum framdi nógvu
illgerðirnar hjá Triðja Ríkinum, sýndi ikki
farra av menniskjaligleika og miskunn. Málið
skuldi fullførast: Týska ríkið skuldi reinsast
fyri alt óynskt, sum ikki livdi upp til ta reinu
fólkaættina. Nazistaflokkurin, SS og leiðlsan
á Auschwitz vildu hava lýdnar tænarar. Og
søgan hevur prógvað fleiri ferðir, at tað er lætt
at fáa fólk at gera ógerningar – eisini at pína
og drepa ósek. Amerikonsku vísindamenninir
Stanley Milgrams og Christopher Browning
hava staðfest í gransking teirra av nazistisku
týningini hetta: At vit geva okkum undir og eru
lýðin harðrendari leiðslu, ja, og at vit eisini gera
sum vinirnir gera. Eisini vísa vit í verki, at vit eru
ikki so stýrd av viti og skili, sum vit halda, og eru
so tollynt, sum vit halda, men at vit lættliga taka
avgerðir og fremja tær vegna kenslur okkara.
Søgan eftir Auschwitz
Frásøgumaður okkara í Auschwitz endaði
framløgu sína við at siga, at hann og starvsfelagar
hansara endurtók ræðuleikarnar aftur og aftur,
fyri at søgan ikki skuldi endurtaka seg. Men
søgan hevur endurtikið seg. Onnur fólkasløg
enn týskarar undir nazistunum hava framt
somu óndu og ómenniskjansligu gerðir.
Í Kambodja fekk eg staðfest hetta á ein
óhugnaligan hátt í Phnom Pen, tá ið eg við
einum føroyskum toymi vitjaði Killing Fields.
Pol Pot og Reyðu Khmerurnar í árunum 1970-75
píndu og drupu ein triðing av landsmonnum
sínum, umleið 1,7 milliónir, tí at tey dugdu
enskt ella høvdu brillur ella bara okkurt. Og í
1994 drupu hutuarar umleið 800.000 tutsiarar
í Ruwanda, tí teir høvdu kent seg kúgaðar av
teimum, søguliga sæð. Og mín sann, um ikki
vit í 2015 uppliva Boku Haram og IS drepa frá
hond tey í Nigeria og í Miðeystri, sum ikki fylgja
somu tulking av Islam sum teir. Eitt evni, eg
ynski at fáa betur lýst, eru tær illgerðir vóru
framdar ímóti vanligum týskarum eftir kríggið,
sum prógva, at tað fellur okkum menniskjum
lætta at hevna og at fremja óndskap, og at tað
fellur okkum lætt at káva yvir og gloyma okkara
egnu veikleikar.
Ávegis Føroyar
Ávegis Hanstholm, har Norrøna bíðaði,
hoyrdu vit næstseinastu vikuna í august á
danska P1, at týskarar taka ímóti 40% av øllum
flóttafólkunum, sum streyma til Evropa á
størstu fólkaflyting síðan 2. heimsbardaga.
Hetta var ein staðfesting, at Týskland við sínum
90 milliónum er leiðandi tjóðin í Evropa í dag.
Týskarar hava roynt, síðan nazistarnir mistu
valdi, at umsitið valdið á ein demokratiskan
og munagóðan hátt. Teir viðganga fortíð sína,
og teir ávara ímóti eindutøku,– serliga tí, sum
hendi undir kanslaranum Adolfi Hitler (Der
Führer).
Núverandi kanslarin, Angela Merkel, hevur
saman við stjórn síni harðliga talað at IS og
hevur tikið stig at steðga hesi tjóð, og landið
hevur tikið ímóti sera nógvum neyðstøddum.
400.000 flóttafólk hevði Týskland tikið ímóti
seinast í august, og nú – tríggjar vikur eftir
havi eg hoyrt at talið fyri í ár kann koma uppá
milliónina! Umleið 11 millónir fremmandafólk
hevði landið tikið ímóti longu í 2014.
Tað týskarar hava gjørt síðan 2. heimsbar–
daga, gevur ikki teimum um 1,1 jødunum í
Auschwitz lívið aftur, ella hinum um 5 milli–
ónunum, sum nazistarnir beindu fyri, og øllum
hinum milliónunum, sum mistu lívið av fleiri
øðrum fólkum, men tað sigur, at eins og tað ber
til at gera ónt, ber til at gera væl.
Orð til seinast
Trúbótarmaðurin Johan Hus læt lívið fyri 600
árum síðan, og presturin Maximilian Kolbe
lat sítt lívið fyri 66 árum síðan. Hus stríddist
fyri trúarfrælsi í Evropa, Kolbe fyri miskunn,
og báðir fingu íblástur frá einum øðrum,
Meistara teirra, sum læt lív sítt fyri teir. Ein av
Jesu fyrstu eftirfylgjarum, Jóhannes, skrivaði
í einum brævi: »Av hesum kenna vit kærleikan,
at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at
lata lívið fyri brøðurnar.«
Fransiskanskir munkir úr Póllandi á veg til Auschwitz í 1939, har myndin hongur
Pólskir Romarar ella sigoynarar á veg til Auschwitz í 1943, har myndin hongur
Gálgin, har Rudolf Höss, kommandantur, var hongdur í Auschwitz í 1947
Í kjallaranum í bygninginum til høgru sat Maximilian Kolbe sínar seinastu dagar