Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo LIKVIDATIÓN Sambært avgerð tann 21. september 2015 frá Føroya skiftirætti er Sp/f ABC Flutningur, skrás. nr. 4945, 100 Tórshavn, farið í likvidatión við undirritaða sum likvidatori. Vísandi til § 227, stk. 3, jfr. § 221, stk. 1, í vinnufelagslógini verða kreditorar felagsins bidnir um innan tríggjar mánaðir frá hesi lýsing at boða frá krøvum sínum og samstundis prógva krøvini við fráboðan til undirritaða. Tórshavn, tann 25. september 2015 Óla Jákup Kristoffersen, adv. AdvOkATskrivsTOvAn Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum. Talan er um eitt fast starv á 22 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og eitt tíðaravmarkað starv á 35 tímar um vikuna, frá 1. november 2015 til 30. juni 2016, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi. Søkt verður eisini eftir tveimum hjálparfólkum í tíðaravmarkað starv, frá 5. oktober 2015 til 30. juni 2016. Talan er um eitt starv á 25 tímar um vikuna og eitt starv á 18 tímar vikuna. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna, Kulibakki 8, 520 Leirvík. ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 2. oktober 2015 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhonnu Vest, leiðara á telefon 73 00 41 Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin. Námsfrøðingur og hjálparfólk til Brúsa PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Irena Ebba Hentze, C. Pløyensgøta 9, 100 Tórshavn, fødd tann 25. september 1929, deyð tann 20. mai 2015, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast advokati Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 175/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR TAnn 15. SEPTEmbER 2015 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Halbjørg Vest Poulsen, Úti á Bø 2, 360 Sandavágur, fødd tann 09.04.1970, deyð tann 28.08.2015, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 279/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 24. SePTemBeR 2015. TroTabúgv Við avgerð tann 24. september 2015, er Sp/f 91, N. Finsensgøta 43, 100 Tórshavn, skrás.nr. 3424, sks. nr. 3-95/2015, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 1. september 2015. Sum fyribils bústjóri er settur advokat Annfinn Vitalis Hansen, Hansen & Thomassen, Bryggjubakki 22, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 15. oktober 2015, kl. 10.00. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 24. SePTemBeR 2015. Ruskinnsavnari til IRF IRF søkir við hesum eftir einum ruskinnsavnara til bilin Royðuber at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum. Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 5. oktober 2015. IRF Víkarvegur 107 520 Leirvík irf@irf.fo IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning í meginøkinum: Rósa, Royðuber og Reinfann.