Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 ítróttur fótbóltur landsliðið Orka ikki tveir dystir Vit orka ikki at spæla tveir dystir við bara trimum døgum hvíld í millum. Tað ásannar Lars Olsen, sum hevur úttikið 23 mans til landsdystirnir móti Ungarn og Rumenia í komandi mánaði Tróndur Arge – FSF Húsið Okkara orka ikki at spæla tveir landsdystir, tá tað bara eru tríggjir dagar í mill­um. Tað var ein av boða­ skap­unum hjá lands­liðs­ venjarnum til tíðindafundin í gjár. – Eg helt ikki tað var ein trupulleiki longur, men móti Finnlandi sóu vit, at vit klára ikki at spæla tveir heilar dystir upp á fýra dagar. Tí kunnu vit vænta fleiri broytingar frá fyrra dystinim til tann seinna, sigur Lars Olsen. Fleiri av broytingunum eru natúrligar, tí vanligi mið­ vøll­urin er leikbannaður allur sum hann er. Fróði Benjamin­ sen, Hallur Hans­son og Brandur H. Olsen hava allir fingið ov nógv gul kort, og spæla ikki fyrra dyst­in móti Ungarn. Tá er vænt­að, at teir allir spæla seinna dystin móti Rumenia á Tórs­vølli. Hevur næstan sett miðvøllin Tað merkir so, at tað skulu tríggir nýggir á miðvøllin til dystin 8. oktober í Ungarn. Lars Olsen sigur at hann hevur fleiri møguleikar til miðvøllin. Róaldur Jakobsen og Sølvi Vatnhamar spæla til dagligt á miðvøllinum. FC Fredericia brúkar Rógvi Baldvinsson á miðvøllinum, meðan Odmar Færø eisini kann spæla har, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin sigur seg hava hugsað serliga um tveir spælarar, sum koma at spæla á miðvøllinum, men vil ikki seta navn á teir. – Tað kann so nógv henda millum nú og til dystin, so tað vil eg helst ikki. Menn kunnu blíva skaddir og onkur kann vísa seg í venjing, so eg bíði við tí, sigur Lars Olsen Sonni Ragnar enn uttan felag Í verjuni er Sonni Ragnar Natte­stad aftur úttikin. Hetta hóast hann einki felag hev­ur havt síðani summar. Til landsdystirnar móti Norður­írlandi og Finnlandi var hann á markinum til ikki at sleppa við, men tók av møgu­leik­anum. Tá ljóðaði, at hann skuldi finna nýtt felag innan tvær vikur. Tær vikurnar eru farnar, men Sonni Ragnar hevur fram­vegis einki felag. – Eg veit, at støðan hjá Sonna Ragnar ikki er hald­ bar. Men eg havi valt at taka hann við aftur, tí hann tók av møguleikanum seinast. Hann spældi væl teir báðar dystir­nar. Broytist støðan hjá honum ikki skjótt, so má eg sjálvandi taka avleið­ingar­ nar av tí, sigur Lars Olsen. Mett verður, at hetta er ein máti hjá lands­liðs­venj­ara­num at halda Sonna Ragnar framat við fót­bólti, nú tá hann vegna per­són­ligar trupul­leikar er loyst­ur úr sátt­málanum í FC Midt­jyllandi. Viljormur við – Troest í kuldanum Eisini Vljormur Davidsen er við. Hann hevur verið skadd­ur í fleiri mánaðir, og hevur verið undir skurð fyri sportsbrok. Vinstri bakk­urin í Vejle er fyrsta val á lands­ lið­num. Hann er nú um at koma fyri seg. Viljormur Davidsen sat á bonkinum um vikuskiftið, og skal spæla í vikuni. Hann er úttikin, men følir hann nakað til skaðan fram til lands­dystirnir, so hava vit avrátt, at hann verður ikki við, sigur Lars Olsen, og legg­ur afturat, at Viljormur er væl fyri kropsliga, hóast hann ikki hevur spælt í fleiri mán­aðir. Í verjuni eru Hanus Jacob­sen og Erling Jacobsen ikki við hesa ferð í mun til seinast. Til tann dystin gav Jóhan Troest Davidsen av­ boð. Hann hevur spælt seinnu dystirnar hjá HB, men er ikki úttikin. Jóhan spældi mill­um annað frá byrjan, tá Føroyar seinast spældi móti Rumenia. Lava fyri Finnur Lars Olsen hevur eitt gott eyga á Andreas Lava Olsen. Tað sæst eisini á út­tøk­uni hesa­ferð, har lands­liðs­venj­ arin hevur valt kraft­mikla framherjan frammum Finn Justinussen, sum í løtuni venur við Fremad Amager. – Eg kalli hann fyri ein buldri­bassa. Hann er ein spæl­ari, sum vit kunnu skifta inn at skapa órógv. Serliga um vit skulu hava mál móti end­anum, so er hann ein øðr­vísi týpa av spælara at koyra inn. Í so máta so líkj­ ast Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen, meðan Andreas brýtur frá og gevur okkum nakað annað, sigur Lars Olsen. Ætla sær metið Til HM undankappingina í 2002 megnaði føroyska liðið at fáa sjey stig. Tað er met higartil. Tá vunnu okkara tvær ferðir á Luksemburg, og fingu ein minniligan javnleik móti Slovenia. Í løtuni hevur føroyska liðið seks stig, sum eru komin til høldar móti Grikkalandi. Ein av drúgvastu spælar­ unum á landsliðnum, Jónas Tór Næs, vónar at føroyska liðið, í teimum báðum sein­ astu dystunum í hesi undan­ kappingini, klára at taka tað metið. Tað hevði verið fan­tast­ iskt at komið ájavnt við tað metið, ella tikið tað. Tað krevur ein javnleik ella ein sigur, sigur Jónas Tór Næs Royndi bakkurin vónar eisini, at føroyska liðið megnar at geva Fróða Benjamin­sen eitt gott úrslit í farvæl­gávu. Tað hevði verið stuttligt, at hann fekk ein sigur ella stig í sínum seinasta lands­ dysti. Fróði hevur verið fan­tast­iskur fyri føroyska landsliðið. Eg havi bara gott at bera honum, sigur Jónas Tór Næs. Fróði setir nýtt met hvørja ferð hann spælir á lands­liðnum, fyri flestar lands­dystir, Spurningurin er so, um hann eisini klárar at seta nýtt met fyri flest stig í eini undankapping, tá hann 11. oktober rennur inn á vøllin fyri seinastu ferð fyri lands­liðið? trondur@sosialurin.fo Hópurin til landsdystirnir móti Ungarn 8. oktober í Budapest, og Rumenia 11. oktober á Tórsvølli. Málmenn: Gunnar Nielsen, Stjarna Teitur Matras Gestsson, HB Tórður Thomsen, B36 Verjuleikarar: Jónas Tór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Sonni Ragnar Nattestad, onki felag Rógvi Baldvinsson, FC Fredericia Oddmar Færø, B36 Viljormur Davidsen, Vejle Gilli Rólantsson Sørensen, Aab Miðvallarar: Réne Shaki Joensen, Vendsyssel FF Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Róaldur Jacobsen, B36 Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Sølvi Vatnhamar, Víkingur Árni Frederiksberg, NSÍ Fróði Benjaminsen, HB Hallur Hansson, Vendsyssel Brandur Hendriksson Olsen, FCK Áleyparar: Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Andreas Lava Olsen, Víkingur Jóan Símun Edmundsson, Vejle