mánadagur 28. september 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tórður
stendur
eftir við
Svarta-Per
Mest óvæntaða skiftið higartil, er eitt skifti, sum tá alt kom til
alt ikki bleiv til eitt skifti. Tórður Thomsen hevði sáttmala við
KÍ, men endaði við at standa eftir við ongum. Nú hava bæði
B36 og KÍ málverja, og Tórður hevur ongan sáttmála
Tróndur Arge
Tórður Thomsen skuldi av
røttum skifta til KÍ kom
andi ár. Sum skilst, so var
sáttmálin undirskrivaður og
tað heila. Úr B36 bleiv boðað
frá, at felagið takkaði mál
verjanum fyri trý tey farnu
kappingarárini. Nú skuldi
Trygvi Askham fáa møgu
leikan sum fyrsti málverji.
Triði aktørurin var NSÍ,
sum er barndómsfelagið hjá
Tórði. Teir boðaðu frá, at
Símun Rógvi Hansen verður
nýggjur málverji í felagnum.
Vendin
Alt tóktist klárt, tá tíðindi
brádliga komu úr Klaksvík,
at skiftið ikki bleiv av nøkr
um. Tórður ynskti ikki
at skifta hóast alt. Nú
ljóðaði, at Kristian
Joensen
kom
til
felagið, meðan B36
hevði lovað Trygva
Askham møguleikan
sum fyrsta málverja.
So tá Tórður Thomsen
vendi sær aftur til KÍ, tí
plássið í B36 var lovað
Trygva Askham, var plássið
hjá honum longu tikið av
Kristiani Joensen.
Nú hava øll feløgini í
ovaru hálvu málverja til
komandi kappingarár. Vík
ingur sigst halda fram við
Geza Turi og Elias Rasmus
sen, og HB longdi við Teit M.
Gestsson.
Sostatt sær út til, at
Tórður Thomsen stendur
eftir við Svarta Per í hesum
spælinum.
Akkurát
hvat
er hent vita vit ikki, tí
høvðuspersónurin, Tórður
Thomsen, ikki vil gera við
merkingar til málið.
Toppskjútin
í AB til B36
Jógvan Skeel Nolsøe, sum
hevur skotið níggju mál í ár,
spælir komandi kappingarár
við B36. Hann er uppvaksin í
HB, men hevur seinastu tvey
árini spælt á Argjum.
Í ár hevur 23 ára gamli
framherjin
verið
ein
av
drúgvastu spælarunum inni
í Vika. Hann hevur skotið
átta mál í landskappingini
og eitt í steypakappingini.
Hann hevur verið partur av
fleiri dystum enn nakar av
hinum spælarum. Seinastu
dystirnar hevur hann tó sitið
á bonkinum.
Í B36 hava teir í eitt
hálvt ár leitað eftir einum
nýggjum framherja, eftir
at Ibrahima Camara bleiv
valdur frá. Nú er so
líkt til, at tað
verður ein
HB’ari úr AB, sum skal skjóta
mál fyri B36.
Trygvi gevst í NSÍ
Trygvi Mortensen segði í
gjár við Rás2, at hann ikki
heldur fram sum venjari
hjá NSÍ. HAnn boðaði tó
samstundis frá, at hann
er sinnaður at taka aðrar
venjarauppgávur á seg.
–
Kann
onkur
annar
brúka Trygva Mortensen
sum venjara, so eri eg til
reiðar til tað, sigur Trygvi
Mortensen. Hann heldur, at
tíðin er komin til, at onkur
annar tekur yvir í NSÍ.
– Eg haldi tað er snildari,
at onkur annar uttanfyri
felagið kemur at taka yvir.
Eg haldi, at eg havi gjørt eitt
gott arbeiði seinastu tvey
árini, sigur Trygvi Morten
sen. Hann leggur afturat,
at felagið hevur gott til
feingið og nýggi venj
arin, hvør hann so
verður, fær eina
spennandi upp
gávu.
Trý venjaranøvn
upp á tal í HB
HB skal hava nýggjan venj
ara til komandi ár. Higartil
hevur verið torført at fáa
nakað at vita, u hvør tann
venjarin kann verða. For
maðurin, Finnbogi Arge, hev
ur sagt at hann er væl nøgdur
við Milan Cimburovic og Jan
Dam. So tað er ein møguleiki.
Annars ljóðar, at tveir
fyrrverandi
venjarar
í
felagnum eru nevndir. Teir
eru Sigfríður Clementsen
og Oddbjørn Joensen. Báðir
mundu verða sera vónbrotn
ir, tá teir ikki fingu nýggjan
sáttmála. Sigfríður Clement
sen eftir kappingarárið í 2012,
og Oddbjørn Joensen í kapp
ingarárið í 2013.
Hans Pauli uppá
pláss í Víkingi
Tað kemur ikki sum nøkur
bumba, tá Víkingur eina ferð
almannakunnger Hans Paula
fótbóltur