Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 ítróttur Samuelsen sum nýggjan spælara í felagnum. Nógv bendir á, at avtalan longi er komin upp á pláss. Úr B36 ljóðar, at felagið ikki longur er í samráðingum við málsøkna vongin. Víking­ ur vil ikki vátta tíðind­ini um, at sáttmálin er undir­skriv­ aður, Tó tykist nógv benda á, at skiftið hjá Hans Paula til Víking er komið upp á pláss. Finnur Justinussen í føroyingafelagi Framherjin hjá Víkingi, sum nú er fluttur til Danmarkar í útbúgvingarørindum, ven­ur í løtuni við Fremad Amager, ið hevur føroysku Christian L. Holst og Heina Vatns­dal í hópinum. Finnur Justinus­sen hevur í ár spælt við Víkingi, har hann hevur skotið 19 mál í ár. Hann bleiv eis­ini skiftur inn í lands­ dyst­inum móti Finn­landi í Helsinki. – Finnur hevur vant við Fremad Amager í einar tíggju dagar nú. Eg vóni vit kunnu finna eina semju við felagið, sigur Hans Jacob á Líknar­gøtu, umboðsmaður hjá Finni Justinussen. Fremad Amager spælir í triðj bestu deildini í Dan­mark, sum er deild upp í tríggj­ ar bólkar. Fremad Amager liggur fremst í sín­um bólki. B36 missir fleiri Við Tórði Thomsen og Hans Paula Samuelsen í millum­ støðu, so verður B36 helst eisini uttan Odmar Færø og Eli F. Nielsen til kom­ andi kappingarár. Báðir teir seinnu skulu helst av land­ inum í lestrarørindum. B36 hevur verið sett í sam­band við Sonna Ragnar Natte­stad, ið einki felag hev­ur í løtuni. Hetta serliga tí at hann hevur vant við felagnum í seinnu hálvu. Hetta tykist tó lítið sannlíkt, tí boðini úr leguni hjá Sonna Ragnar er, at hann ikki ynskir at spæla í Føroyum. Tá er meiri sannlíkt, at ein spælari sum Robert Heðin Brockie fær ein størri leiklut. Ein av spælarunum, sum hevur havt sítt gjøgnumbrot í ár er Eli F. Nielsen. Hann hevur verið drúgvur sum tann verjukendi á miðjuni. Spurn­ingurin er nú um B36 skal hava nýggjan mann á miðvøllin, ella um spælarar sum Hanus Thorleifsson, Andrias H. Eriksen og Robert Heðin Brockie kunnu um­ skúlast til at røkja tann leik­ lutin. B36 skrivaði í fjør sátt­ mála við Rógva Joensen, men skiftið bleiv ikki til nakað, tá partarnir ikki kundu semjast um prísin. Spurningurin er so, um tað er upp á tal enn, ella um B36 roynir okkurt annað. Chris gevst helst í FC Suðuroy Í FC Suðuroy kempa teir fyri lívinum í bestu deildini. Til hetta kappingarárið komu fýra spælarar til felagið. Høgni Madsen úr EB/ Streymi, Christian Ibeagha úr Nigeria, og Mamuka Toronjadze og Valerian Iobashvili úr Georgia. Høgni Madsen hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram í felagnum til kom­ andi kappingarár. Somuleiðis tykist greitt, at miðverjin úr Nigeria, Christian Ibeagha, ikki verður í føroyskum fót­bólti í framtíðini. Hetta serliga av persónligum orsøkum. Spurningurin er so um Mamuka Toronjadze og Valerian Iobashvili halda fram í Vági, um felagið flytur niður. Tað ljóðar, at tað er áhugi fyri teimum báðum aðra­staðni í landinum. AB á berum Lítið hevur verið at hoyrt til AB og venjaraspurningin til kom­andi ár. Venjarar sum Heðin Askham, Sigfríður Clementsen og Albert Ellefsen eru venjarar, sum ikki hava nakað starv til kom­andi ár. AB hevur eisini eina av­ bjóðing, tá tað kemur til hópin. Fleiri spælarar eru farnir av landinum í lestrar­ ørindum. Spælarar sum Dion Splidt, Rógvi Poulsen, Beinir Ellefsen og Hørður M. Mohr eru allir fluttir av landinum, meðan Jógvan Skeel Nolsøe hevur skift til B36. Tí skal AB helst til at fáa tilgongd frá nøkrum spælarum til kom­ andi kappingarár. trondur@sosialurin.fo fótbóltur Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur skotið níggju mál í ár, spælir komandi kappingarár við B36 Myndir: Álvur Haraldsen