mánadagur 28. september 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
profilurin fótbóltur
heimsins
besta
frítíðar
ítriv
Tað kann vera hart at vera fótbóltsdómari, men: – Støðini, ið
eg havi sæð, fólkini, ið eg havi hitt og annað er viðvirkandi til, at
hetta uttan samanbering er heimsins besta frítíðarítriv, sigur Petur
Reinert, nú hann í gjár dømdi sín dyst nummar 500 í føroyskum fótbólti
Pætur Albinus
Petur Reinert er kend per
sónligheit í føroyska fót
bóltslandslagnum, har hann
vikuskifti fyri og annað eftir
tuskar runt á fótbóltsvøllum
kring landið og tryggjar, at
fótbóltsdystir – einamest í
Effodeildini – fara fram eftir
fótbóltslógini. Sigast má, at
Petur hevur verið drúgvur
í síni tænastu til føroyskan
fótbólt, og gjárdagurin var
ein varði á vegnum hjá 37 ára
gamla fólkaskúlalæraranum
úr Leirvík. Tá dømdi hann
nevniliga sín dyst nummar
500 í føroyskum fótbólti.
Broyttur
Fyrsta dyst í bestu føroysku
deildini dømdi Petur í 1999,
men nøkur ár sum dómari í
Danmark hava eisini gagnað
honum væl. Hann er ímill
um okkara avgjørt bestu
dómarar og hevur verið
altjóða dómari føroyinga
síðani 2007. Vit bóðu Petur
lýsa munin á tí Peturi, sum
dømdi sín fyrsta dyst, og so
tí Peturi, sum í gjár dømdi
sín dyst nummar 500.
– Eg eri sjálvandi broyttur
sera nógv, bæði sum dómari
og persónur. Eg havi eina
rúgvu av royndum, sum eg
ikki hevði áður, og eg havi
sett meg munandi betur inn
í fótbóltslógina, sigur Petur
Reinert, sum umvegis starv
sítt sum altjóða dómari hev
ur ferðast víða.
– Eg havi dømt í umleið 30
ymiskum londum, og saman
við
dómarum
úr
øllum
Evropa. Hetta eru royndir,
sum eru sera góðar hjá mær
at hava. Frá summarinum
2000 til á sumri 2004 dømdi
eg í Danmark. Hetta var ein
sera lærurík tíð, og danski
dómaraskúlin er avgjørt á
altjóða støði, heldur Petur.
Tað er ikki einans Petur,
sum hevur flutt seg. Tað hev
ur fótbólturin eisini.
– Sjálva fótbóltsspælið er
ikki broytt tað heilt stóra,
hóast ferðin er munandi
hægri. Leikararnir er nógv
betur fyri nú, enn teir vóru
tá ið eg byrjaði, og hetta setir
stór krøv til dómararnar,
sigur Petur.
Fokus
Alnetið hevur broytt mong
viðurskifti í heiminum, og
tað sanniliga eisini fótbóltin
– og dømingina. Dómarar eru
javnan í miðdeplinum, og
nú er skjótt og lætt at seta
seg við telduknapparnar og
knarra um líkt og ólíkt.
– Luftmiðlar og sosialir
miðlar gera, at sera nógv
fokus er á fótbóltin, og ikki
minst á okkum sum døma.
Vit koma at gera feilir, og tá
tað hendir, so mugu vit reisa
okkum aftur. Hetta kann
vera sera trupult til tíðir,
viðgongur Petur, sum eisini
heldur at stóru peninga
upphæddirnar leggja trýst á
dómararnar.
500 dystir og fleiri ávegis
Petur Rein dømdi sín dyst nummar 500 í
føroyskum fótbólti í Runavík ígjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Dómaraleiðin hjá Peturi:
1996
2. deild menn
1997-98 1. deild menn
1999-
Effodeildin
2000-04 Danmark
2007-
Altjóða dómari