Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 ítróttur fótbóltur profilurin – Peningurin, sum er í fót­bólti í dag, er somikið stór­ur, at tað liggur ein sera stór ábyrgd á okkum, sum døma. Um ein dómari dømir ein dyst, sum er avgerandi fyri fjórða plássið, standa millión­ir uppá spæl, og er hetta sjálvandi við til at leggja trýst á dómaran. Feløg­ini leggja sera nógv fyri í stremb­anini eftir at fáa UEFA-milliónirnar, og tá skal tað ikki henda, at ein dóm­ari ella dómaravilla ger, at hetta ikki hendir, sigur Petur og leggur afturat, at tað tískil er al­neyð­ugt, at dóm­arar­nir fyri­reika seg væl til dystir­ nar. Persónsmenning Dómarar eru í miðdeplinum og kunnu eisini lættliga enda í brennideplinum, men hesir 500 dystirnir hjá Peturi í før­ oyskum fótbólti hava eina­ mest lagt góðar upp­liv­ingar eftir seg. – Samanumtikið er talan avgjørt mest um góðar upp­ liv­ingar – fyri ikki at siga bara góðar upplivingar. Støð­ ini, ið eg havi sæð, fólk­ini, ið eg havi hitt og annað er við­ virk­andi til, at hetta uttan saman­bering er heimsins besta frítíðarítriv, sigur Petur. – Upplivingar, sum av fyrstan tíð tykjast ringar, vísa seg ofta seinni at gerast góðar. Onkrar upplivingar noyða teg til at rannsaka teg sjálv­an, og man kemur sum oftast sterkari út hinumegin. Tá tosa vit veruliga um per­ sóns­menning, sigur Petur og lýsir gjøllari: – Man hugsar nógv um ein dyst, tá hann er liðugur. Hevur man gjørt onkran feil, roynir man at finna útav, hví hesin feilur hendi. Kann man læra nakað og fyribyrgja at sami feilur hendir aftur, spyr Petur seg sjálvan. – Hvussu leingi man hugsar um ein dyst veldst eis­ini um, hvussu leingi er til næsta dyst. Dystir, sum hava ging­ið illa, og har nógv fokus er á dómaranum, hanga sjálv­andi longri í huganum. Petur metir, at hann brúk­ ar umleið 12-15 tímar upp á døming um vikuna. Tað er íroknað venjing, koyr­ing og døming. Tá ið før­oyska kapp­ ingin ikki er í gongd, er tað venjing og dyst­ir uttan­lands, sum eru á skránni. – Eg eri vorðin somikið gamal nú, og eg havi verið við somikið leingi, at eg dugi illa at síggja meg sjálvan uttan døming. Eg havi livað longri sum dómari enn eg havi sum sivilur, sigur Petur, sum har­við hevur ilt við at áseta hvussu leingi hann ætlar sær at halda fram. – Á úrmælingastøði taki eg eitt ár í senn, men eg vóni, at eg klári at døma í nógv ár afturat. At døma er næst­stuttligasta uppgávan í fót­bólti. Tað er jú bara dóm­ arin, sum sleppur at vera inni á vøllinum afturat leik­ ar­unum. Fyrimunirnir við at døma eru nógvar ferðir fleiri enn vansarnir. Marran er, at kroppurin sigur stop áðrenn hugurin ger tað, sigur Petur. Kappingarárið í før­oysk­ um fótbólti er nú farið at halla somikið, at einans ein dyst­ur er eftir at døma, men Petur sleppur ikki at kasta bein­ini upp á sofaborðið og njóta feriuna. – Í oktober skal eg til Luksem­burg at døma eina mini­kapping. Hetta er ein spenn­andi uppgáva, og eg gleði meg nógv hvørja ferð eg skal um­boða Føroyar á al­tjóða pall­inum, sigur Petur Reinert at enda. albinus@sosialurin.fo Vit hava ikki imponerað Petur um dómararnar Tað er greiði dómurin hjá Peturi Reinert um kapp­ ingar­árið hjá føroyskum dóm­arunum. – Kappingarárið í ár hev­ ur verið okey hjá okkum. Eg haldi ikki vit hava impo­ ner­að. Ov nógvar støður eru farnar framvið. Vit hava havt samlingar og sæð video­brot, og eg haldi, at hetta hevur hjálpt. FSF ger eitt gott arbeiði í so máta. Eg haldi, at seinna hálva hevur verið betri hjá okkum enn fyrra hálva var, sigur Petur Reinert. albinus@sosialurin.fo