mánadagur 28. september 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Sunnudagsfótbólturin er av
fyri hesaferð. 27. og síðsta
umfar verður leygardagin.
Tá sær skráin soleiðis út:
TB-Víkingur, AB-NSÍ, HB-FC
Suðuroy, ÍF-B36 og KÍ-EB/
Streymur.
Tað eru longu fleiri vikur
síðani, at FM spurningurin
varð svaraður, og at tað
varð greitt, at EB/Streymur
næsta
kappingarár
skal
spæla í næstbestu deildini.
Møguleikin var stórur fyri,
at spurningarnir um, hvør
hin niðurflytarin skal verða,
hvør skal vinna silvur og
bronsu, og hvør skal vinna
síðsta atgongumerkið at taka
lut í europeiskum fótbólti
næsta summar, fóru at verða
svaraðir í gjár.
Soleiðis varð tað ikki.
Harvið prutlar tað undir
lokinum fram til kappingar
enda.
NSÍ er framvegis eitt stig
undan Víkingi í kappingini
um silvurkrónurnar, HB er
framvegis tvey stig undan KÍ
í kappingini um europeiska
plássið, og AB er framvegis
tvey stig undan FC Suðuroy
í kappingini um at sleppa
undan niðurflyting.
Um tað skal eydnast KÍ
at taka fjórða plássið frá
HB, so er fyrsta treytin, at
tað leygardagin eydnast at
vinna á heimavølli ímóti EB/
Streymi. Hóast KÍ í gjár tapti
4-1 í Runavík, so kennist tað
ikki at vera ómøgulig upp
gáva. Í summar misti KÍ tvey
týdningarmikil stig, tá ið
tað, sum tóktist vera trygg
ur sigur á útivølli ímóti EB/
Streymi, endaði við 4-4 javn
leiki.
Teir í Sundalagnum hava
ikki so nógv at spæla fyri og
um. Kortini hava teir sein
astu vikurnar staðið seg væl
viðhvørt, men tað hevur ver
ið á heimavølli.
HB vann næstsíðsta viku
skifti 6-0 á heimavølli ímóti
EB/Streymi, og HB verður
leygardagin
stórfavorittur
ímóti FC Suðuroy. Kortini
kunnu dystirnir hjá HB ímóti
EB/Streymi og FC Suðuroy
ikki sammetast.
At tað í gjár eydnaðist FC
Suðuroy at venda 2-0 til 5-2
ímóti ÍF ber við sær, at møgu
leikin fyri at sleppa undan
niðurflyting framvegis er
ítøkiligur. Treytin er, at FC
Suðuroy vinnur í Gunda
dali ímóti HB, og at AB sam
stundis einki fær burturúr
á heimavølli ímóti NSÍ, sum
vísti góðan hugburð ímóti
KÍ og stríðist fyri at vinna
silvurkrónurnar og harvið
at røkka besta úrslitið, síðani
fyrstu og higartil einastu
gullkrónurnar vórðu vunnar
í 2007.
Tað er greitt, at avbjóð
ingin á Argjum verður tann
síðsta hjá Trygva Mortensen
saman við NSÍ – í hesum um
farinum:
– Fyri trimum vikum síð
ani hevði eg ein dialog við
nevndina í felagnum, og tá
var niðurstøðan, at tað er
best, at ein annar fer at taka
sær av besta liðnum. Eg eri
lokalur, og tað er ivaleyst
best, at onkur annar tekur
sær av NSÍ liðnum, sigur
Trygvi
Mortensen,
sum
ikki ivast í, at spælararnir
framvegis eru hugagóðir og
ætla sær at vinna á Argjum
leygardagin:
– Vit eiga eitt gott lið við
evnaríkum spælarum, sum
hesi árini, vit hava verið
saman, hava ment seg nógv.
Úrslitið í ár kunnu vit væl
liva við. Vónandi eydnast
tað at halda tørn um silvur
krónurnar. Í steypakapping
ini rukku vit í finaluna, og
vit hava í landskappingini
skorað fleiri mál enn nakar
annar, og vit hava besta mál
munin. Eg iðri meg um, at
tað í europeisku kapping
ini ikki eydnaðist at halda
tørn síðsta hálva tíman í
Norðurírlandi. Tá taptu vit
2-0, og tað kostaði møgu
leikan fyri víðari luttøku,
hóast vit vunnu 4-3 á heima
vølli og høvdu møguleika at
vinna uppaftur trivaligari,
sigur Trygvi Mortensen.
NSÍ eigur framvegis topp
skoraran í landskappingini.
Tað sá leingi út til, at
Klæmint A. Olsen fór at taka
málmetið frá Una Arge og
Súna Fríða Barbá, sum báðir
hava skorað 24 mál í einum
kappingarári, men nú tykist
møguleikin ikki at vera so
góður fyri, at NSÍ liðfor
maðurin skal vinna metið í
ár. Klæmint hevur skorað 21
ferðir.
HB spældi við eld
HB formaðurin Finnbogi
Arge hevur fleiri ferðir givið
til kennar, at tað hevur
ógvuliga stóran týdning fyri
sigursvanda felagið, at tað
vinnur fjórða plássið. Hjá
felag, sum hevur vunnið
meiri enn øll hini, kundi tað
ljóðað sum heilt kiksað at
enda á fjórða plássi, men 1,5
milliónir í inntøku frá UEFA
fyri at kvalifisera seg í euro
peisku kappingina hevur
stóran týdning, tá ið næsta
kappingarár skal leggjast til
rættis.
Í gjár tapti HB 3-2 í Sarpu
gerði. Fyrsta korterið var
HB í øgiligum ódnarveðri.
Fyrrverandi HB spælarin
Páll Mohr Joensen, sum fyri
fyrstu ferð var millum teir
fyrstu ellivu víkingarnar,
setti hol á, og bara stórt
korter var farið, tá ið Heðin
Hansen, sum í ár er vorðin
stuðulsspælari, økti til 2-0,
og nú hevur skorað sjey mál.
Hjá HB kom tað illa við,
at Fróði Benjaminsen var so
mikið skaddur, at hann sat á
beinkinum, inntil tað restaði
eitt lítið korter, og tað var
steinur omaná byrðu, at
vongverjin í høgru, Jógvan
Rói
Davidsen,
noyddist
skaddur av vøllinum, tá ið
ein hálvur tími var farin:
– Hóast tit siga, at vit ikki
standa okkum væl, eftir at
vit vinna steypafinalur, so
kunnu vit staðfesta, at vit
hava vunnið seks av níggju
stigum síðani finalusigurin
hesaferð. Undan steðginum
vóru vit fult og heilt omaná,
og
tað
var
vandamikið,
hvørja ferð vit vóru framm
anfyri miðstrikuna. Vit av
ráddu í steðginum, at vit ikki
skuldu tapa seinna hálvleik.
Tað eydnaðist ikki, tí tá vísti
HB væl betri hugburð. Men
vit eru fegnir um, at tað
eydnaðist at vinna 3-2, og
at vit harvið góvu Sigfríði
Clementsen ta gávuna, at
hann og vit eru ósigraðir
á heimavølli í ár, sigur
Víkinga liðformaðurin Atli
Gregersen.
Eitt
lítið
korter
eftir
steðgin
avloysti
Poul
Ingason unglingaspælaran
Teit Jacobsen, og fimm min
uttir seinni minkaði Poul
Ingason um munin. Tað
restaðu tríggir minuttir av
vanligu leiktíðini, tá ið Sølvi
Vatnhamar økti til 3-1, og í
síðstu sekundunum pyntaði
unglingaspælarin
Bartal
Wardum um fyri HB.
Hóast
HB
avrikini
í
Sarpugerði
sjáldan
hava
verið lakari, enn tað var í
gjár – serliga í 1. hálvleiki –
so segði HB venjarin Milan
Cimburovic seg ikki vera so
misnøgdan, nú tað framvegis
er í hondunum hjá HB at gera
av, um felagið skal røkka
europeiskum atgongumerki:
– Tað var ikki gott undan
steðginum, men spælararnir
eiga rós fyri, at teir eftir
steðgin vístu góðan hugburð,
og at teir megnaðu at fáa
spenning í aftur. Hetta hevur
ikki verið kappingarárið hjá
HB. Tað sást aftur í dag. Vit
vóru illa skaðaplágaðir, og
tað var ikki fyrrenn stutt
undan dystarbyrjan, at vit
vóru greiðir yvir, hvørjir
vóru førir fyri at spæla. Fýra
unglingar vóru á vøllinum
alla tíðina, og vit fegnast um,
at HB eigur bjarta framtíð,
sigur Milan Cimburovic, sum
ikki dugir at siga, um hann
næsta kappingarár verður
venjari hjá besta HB liðnum.
AB stig í Gundadali
Sluttspurturin hevur higartil
ikki verið tann, sum teir í B36
hava sagt seg vóna, at hann
fór at verða, eftir at teir
tryggjaðu sær FM heitið.
Lagið var ikki gott í
heimaleguni, tá ið Kári J. á
Høvdanum bríklsaði fyri
síðstu ferð í Gundadali. B36
var tvær ferðir á odda, men
báðu ferðirnar eydnaðist
tað AB at javna. Harvið
verður tað nóg mikið fyri at
tryggja sær plássið í bestu
deildini, um tað leygardagin
eydnast AB at vinna eitt
stig á heimavølli ímóti NSÍ –
Europa og
niðurflyting
hanga í
leysari luft
Allan Enghamar
hb
HB møtti fyrst til seinna hálvleik.
Tíbetur kláraði KÍ heldur einki.
Nú mugu vit bara vinna á FCS og
tað eiga vit! Kom so HååBee!
fjepparin
Lissi Mouritsen
B36
Ikki eitt eyga turt
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Tað betra liði vann, lat onga iva
vera um tað, keðiligt at KÍ ikki
tók av, tí so høvdu vit tikið hatta
2 plássi. Vinna síðsta dyst ímotir
aldurforsetanum, so hava vit
gjørt okkara. Annars stuttligt at
síggja teir ungu taka av. WLYV
fjepparin
HB spælir við eld, men heldur ikki hesaferð tóku klaksvíkingar av, tá ið teir høvdu
møguleika at vinna fjórða plássið frá arvafíggindunum í høvuðsstaðnum